fríggjadagur 16. apríl 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 16. apríl 2010
Sosialurin
Dugni søkir eftir starvsfólki
til teldustovuna
Talan er um eitt 30 tíma starv, har mikudagur í
løtuni er frídagur. Starvið skal setast 1. juni ella
skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum
• at finna styrkir og førleikar hjá næminginum. At
menna, upplæra og geva næminginum vinnuligar
royndir sum eru at javnmeta við vanlig arbeiðskor.
• at vera við til at gera deildina í Smiðjugerði til eitt
mennandi arbeiðspláss hjá okkum øllum
• talan kann vera um at arbeiða á øðrum eindum.
Sí www.dugni.fo
Vit vænta at tú
• hevur viðkomandi útbúgving og royndir
• hevur evnir at læra frá tær
• er opin fyri áhaldandi at fáast við persónliga
menning, við atlit til virka í einum ”stuðlandi og
mennandi umhvørvi”
• er fleksibul og hevur evnir at samstarva, eisini við
aðrar fakbólkar
• sær møguleikar heldur enn avmarkingar
• ert hugskotsfullur, kreativur og positivur
• hevur førleika at arbeiða við teldu, kopimaskinu,
digitalmyndatóli v.m. Tænastur sum vit bjóða eru
t.d. - gera visitkort, sangheftir, taka avrit, seta upp,
laminera, spiralinnbinda v.m.
• fyrimunir eru um tú hevur arbeitt við programmum
so sum, Illustrator, Indesign, Photoshop, o.l.
Vit bjóða
• spennandi arbeiði, har góðir møguleikar eru fyri
ávirkan
• góðar og humoristiskar samstarvsfelagar
• mennandi og gevandi gerandisdag
Løn og setanartreytir
• starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og lønin
verður javnsett við námsfrøðiliga økið.
Meira fæst við at vita um starvið við at venda sær til:
Hannu Jacobsen, deildarleiðari á tlf. 350070
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 25. apríl 2010
Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m. skal
sendast til:
Sjálvsognarstovurin DUGNI
Smiðjugerði 6. kj.
Postboks 301
110 Tórshavn
brævbjálvin skal merkjast »umsókn«
D U G N I @ D U G N I . f o · w w w. D U G N I . f o