mánadagur 19. apríl 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
mánadagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard
jaspur@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørar: Eirikur Lindenskov og Eyðun Klakstein
Virda danska tónleikaritið
Gaffa er ikki mjúkt at strúka
í ummæli av kon sert hjá
Eivør Pálsdóttir í Keyp
mannahavn í gjár kvøld ið.
Ummælarin hjá Gaffa letur
Eivør tvær av seks stjørnum,
og ummælarin er rættiliga
speiskur í sínum ummæli.
Troels Frøkjær skrivar mill
um annað, at Eivør virkar
pátikin og óektað.
–
Okkurt
ger,
at
tú
troytt ast rímiliga skjótt av
Eivør. Eg sleppi ikki und an
kensluni av nøkrum óekt
aðum og pátiknum í teimum
stóru teatralsku faktunum
og ógvusligu skríggjunum,
sum skulu boða frá einari
frumkraft, ið eg ikki haldi
er til staðar. Eivør hevur
klistrað tvær grønar fjaðrar
á tann trevsuta kjólan og á
handliðið í eini roynd at virka
gátufør. Tað virkar bara ikki
uppá meg, sigur ummælarin
hjá Gaffa.
Troels Frøkjær heldur,
Eivør hevur ein góðan og
væl spælandi bólk, og hon
er ein góður og orginalur
sang ari, men hann keddi
seg til konsertina og fangaði
seg sjálvan í at hyggja eftir
klokkuni fleiri ferðir.
– Eivør spældi fleiri sang
ir frá komandi fløgu sínari,
sum hon lovar kemur út í
heyst. Ta fløguna fari eg ikki
at standa í kø fyri at keypa,
sigur Gaffaummælarin.
eydun@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ger
Norröna
eykatúr
til fast
landið?
Beinta í jákupsstovu
kjak á síðu 12
Rinda
skuldina
alt fyri
eitt
jákup Bech jensen
kjak á síðu 14
– Fyri at bjarga Kringvarpinum, skal
Kringvarpið missa sínar lýsingar
ongantíð ov skjótt!
So greiður var fyrrverandi tíð
indaleiðarin í sjónvarpinum, Øssur
Wintherheig, í sendingini Reflektión
í sjónvarpinum fríggjakvøldið. Send
ingin hevði miðlarnar á breddanum
hetta kvøldið, og høvið var húsa
gangurin hjá Dimmalætting og
avgerðin hjá Sosialinum at tillaga
útgávudagarnar úr fimm niður í
tríggjar.
Hin gesturin í sjónvarpsstovuni
fríggjakvøldið var Uni Arge, jour
nalistur. Hann helt, at tað er neyð
ugt at hava ein klett í før oyska
fjøl miðlalandslag num, sum skal
vera púra óheftur av øll um, og
sum kann framleiða dygdargóða
informatión, sum vit kunnu líta
á – Kringvarp Føroya. Hann legði
afturat, at um vit skulu stóla 100
prosent uppá, at Kringvarp Føroya
framleiðir dygdagóða informatión
uttan ávirkan frá nøkrum, so er
best at hetta verður gjørt uttan
lýsingarkrónur, men so má okkurt
setast í staðin.
Slíkt er áhugavert hjá okkum í
privatu miðlunum at hoyra. Tí tað
er beinleiðis kappingaravlagandi,
at ein almennur stovnur sum
krevur kringvarpsskatt inn frá
fólki skal sleppa at kappast við
privatar miðlar, sum bara liva á
handilsligum
grundarlag.
Tað
ringasta av øllum er, at løgtingið fyri
fleiri árum síðani hevur tikið støðu
til, at lýsingarnar í Kringvarpinum
skulu niðurlagast. Men tað hendir
bara ikki. Tvørturímóti dubbar
Kringvarpið seg í kappingini og
í fleiri førum verður lýsingatilfar
smoygt inn í sendingar, eitt nú tá
morgunsendingin má fortelja, hvat
merki bilurin er, sum tey koyra í
og hvør bilasøla eigur hann, ella tá
Kringvarpið selur lutaseðlar saman
við privatum fyritøkum, sum sleppa
í útvarpsstovuna afturfyri.
Kringvarp Føroya er ein týdn
ingarmikil mentanarstovnur. Tað er
ein stovnur hjá okkum øllum, sum
vit eiga at stuðla og stimbra. Men
tað skal ikki vera á handilsligum
grundarlag. Kringvarpið er ein
public service stovnur, sum tað
so ofta og so pent verður sagt.
Ein publicservice sáttmáli millum
Kringvarpið og Mentamálaráðið er
eisini ávegis onkustaðni.
Tí eigur politiski myndugleikin
at geva Kringvarpinum tær sømdir,
sum stovnurin skal hava og lata
privatu miðlarnar um handilsliga
partin. Tað er og verður so parturin
hjá privatu miðlunum at tryggja, at
journlistiski integriteturin verður
hildin í hásæti.
Kringvarpið hava góð Kor
Kunnu ikki kappast móti
einum sum krevur skatt
Heimasíðan Speedtest.net
hevur kannað, hvussu skjótt
inter net er í meira enn
180 lond um kring heimin.
Heima síðan kemur fram
til, at í Suðurkorea gongur
skjótast at downloada, og
í Litava er besta uploadið.
Føroyar eru nummar 71 á
listanum yvir download og
nummar 58 á listanum yvir
upload.
Føroyar mitt
í rúgvuni
Prísurin á laksi á euro
pe iska marknaðinum er
fall andi. Orsøkin er, at av
markingarnar í flog ferðsl
uni gera, at tað ber ikki
til at flyta laks úr Europa
til USA og Fjareystur í
sama mun sum vanligt. Tí
verður laksur seldur á ES
marknaðinum ístaðin, og
útboðið er stórt, lækkar
prís urin.
Vinnuhúsið skrivar, at
hetta ávirkar eisini før
oyska alivinnu, sum flytur
stórar nøgdir av laksi um
vegis Bretland til USA við
flogfari.
Eivør er óektað og pátikin
Laksaprísurin
lækkar av øskuni