mánadagur 19. apríl 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
18
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Minningarorð um okkara kæra starvsfelaga
Rannvá Henriksen
f. 17. apríl 1978 – d. 1. januar 2010
Nýggja árið byrjaði ikki væl og var ikki gamalt,
tá ið vit fingu at vita, at Rannvá ikki var hjá
okkum meira. Væl vistu vit, at Rannvá var
sera sjúk, men vónin var altíð har. Ongantíð
skulu vit aftur hoyra hennara smittandi látur
og síggja hennara vakra smíl.
Rannvá byrjaði at arbeiða sum labor
antur á Heilsufrøðiligu starvsstovuni á
heysti 2004. Frá fyrsta degi passaði hon væl
inn á Starvsstovuni. Við sínum nærlagni,
hjálpsemi og dámliga lyndi var hon ein
sera góður starvsfelagi, og hava vit verið
ómetaliga glað fyri at hava arbeitt saman
við henni og fingið høvið at kenna hana.
Fyri trimum árum síðani gjørdist Rannvá
sjúk. Hóast hetta læt Rannvá við sínum
opinleika og heimasíðu okkum vera ein
partur av sínum lívi. Her kundu vit fylgja
við, hvussu støðan var, og lætt var tað tí
hjá okkum at møta og tosa við hana. Hóast
langar sjúkrameldingar var Rannvá ofta
hjá okkum. Av og á hevði hon fitta sonin
Jógvan Jón við. Vit sakna at hoyra Rannvá
siga frá stuttligum søgum, um hvat Jógvan
Jón hevur sagt og gjørt.
Rannvá var sera positiv av lyndi, og hon
minti okkum á at gleðast um hvønn dag. Á
heimasíðuni hevði Rannvá nøkur sigandi
orð, sum hon royndi at liva eftir:
”Gud gev mær sálarfrið til at góðtaka tað,
ið eg ikki kann broyta.
Mót til at broyta tað, eg kann.
Og skil til at kenna mun.”
Sorgin og saknurin eftir Rannvá eru sera
stór, og vísir tað bara, hvussu stóran týdning
hon hevði fyri okkum her á stovninum.
Nógvar tungar løtur hava verið á vegnum
hjá Rannvá, men við síni óalmindiliga góðu
barlast, manninum Kristian Oskari, soni og
familju annars, kláraði hon sína støðu sera
væl.
Okkara djúpastu samkenslu við tykkum,
sum eftir sita: Kristian Oskar, Jógvan Jón,
familja og vinir.
Starvsfelagirnir
á Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Í ár verður kvinnustevnan hjá Frelsunar
herinum á Hotel Eiði frá 23. til 25. apríl.
Vitjan verður av leiðarunum fyri Føroyar,
Ísland og Noreg kommandørunum Carl og
Gudrun Lydholm, sum koma at leiða og tala
á stevnuni.
Stevnan verður sett fríggjakvøldið kl.20.
Leygardagin verður bíbliutími, og eisini kem
ur borgarstjórin á Eiði at siga frá um bygdina.
Um kvøldið kl. 20 er alment møti í
missiónshúsinum Karmel, tá er vitjan úr
Havn av hornorkestri og streingjakóri.
Umframt kommandør Lydholm, sum kemur
at tala, koma eisini onnur at luttaka við sangi
og vitnisburði. Sunnudagin kl. 11 er seinasta
møti á stevnuni.
Kvinnustevna á Eiði
70 ára føðingardagur
Leygardagin 24. apríl verður Solveig Nolsøe Johansen 70 ár. Opið hús verður leygardagin
24. apríl í Jómsborg frá kl. 14 til kl 18. Øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
Tann 19. apríl fyllir Merry Bertholdsen í Vági, 80 ár. Tey sum vilja hátíðarhalda dagin
saman við henni, eru vælkomin í Billiardhúsið, har dagurin verður hildin leygarkvøldið
24. apríl kl. 19
80 ára føðingardagur
Mikudagin 21. apríl fyllir Sonja Egholm Danielsen 80 ár. Tey sum vilja heilsa uppá Sonju
eru vælkomin á Traðaveg 7, mikudagin 21. apríl millum kl. 14 og 17.
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Kristianna S. Lamhauge, Streymnes og Johnny S.
Johannesen, av Oyrarbakka. Vígslan verður kl. 14 í Hvalvíkar kirkju. Veitslan fyri
innbodnum, verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 18.
Leygardagin 1. mai giftast MayBritt Jacobsen og Henning Holm, Vágur. Vígslan verður
í Vágs kirkju kl. 15. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í VB húsinum kl. 18.30.
Leygardagin 1. mai giftast Linda Kjeld, Tórshavn og Jákup Eli
Joensen, Oyrabakki. Vígslan verður kl. 12 í Havnar Kirkju. Døgurðin
verður saman við familjuni. Síðan verður veistlan í Bygdarhúsinum
í Kollafirði kl. 19, og familja og vinir eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 1. mai giftast Dania Berthelsen og Svein Thomsen,
Strendur. Vígslan verður í Sjóvar kirkju kl. 11. Døgurði verður fyri
innbodnum kl. 15. Frá kl. 19 verður opið hús í Bygdahúsinum á Strondum, har øll er
hjartaliga vælkomin at gleðast saman við brúðarparinum. Vinarliga Dania & Svein.
Merkisdagar
Gudrun og Carl Lydholm