mánadagur 19. apríl 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Holst skoraði men tapti
Føroyski landsliðsleikarin skoraði fyrsta málið í dystinum móti FC Nordsjælland í gjár. Christian Lamhauge
Holst stóð við handaru stong, tá bólturin fall fyri hansara føtur og tað takkaði hann fyri við at skora. Málið
fall í tíggjunda minutti og var tað tíggjunda hjá Holst í deildini í ár. FC Nordsjælland megnaði at javna,
tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin og í seinna hálvleiki gjørdu teir trý aftrat, soleiðis at endaliga støðan
bleiv 4-1. Tapið í gjár staðfestir støðuna hjá Silkeborg, sum hevur trupulleikar við at vinna stig fyri tíðina.
Seinastu fimm dystirnar er tað ikki vorðið til meira enn tvey stig. Hesar dystirnar hava teir latið 14 mál
í gjøgnum, av teimum eru átta farin í gjøgnum teir báðar síðstu dystirnar.
Ólavur Øre Hansen
Tað er eingin ivi um at frøin er stór
í B71 leguni, eftir at hava fingið eitt
»heppið« stig í trupla útidystinum í
Fuglafirði. Ikki tí, einki skal takast
frá sand oy ingum, teir stríddust
manniliga í einum dysti, har teir
til tíðir vóru undir stórum trýsti.
Fugl firðingar hava hinvegin alla
or søk at iðra seg um úrslitið. Eitt
er at leika javnt móti B71 á heima-
vølli, tað kann altíð henda. Men tað
er meira hvussu tað hendi, sum er
orsøkin.
Einvegis ferðsla
Fyrri hálvleikur var í stóran mun
einvegis ferðsla móti málinum hjá
sandoyingum. B71 hevði stórar
trupulleikar av álopssinnaðu fugl-
firð ingunum, og fingu ikki glið á
egið spæl. Gestirnir høvdu nokk
við at sparka bóltin burtur av
vanda leið. Hóast ÍF hevði fleiri
sera góðar málmøguleikar í fyrra
hálvleiki, so skuldu tað ganga 42.
minuttir áðrenn tað bragd aði hjá
heimaliðnum. Sum so ofta áður,
var tað Rógvi Jac obsen, ið skoraði
fyri ÍF, tá hann var hægstur og
stútaði bóltin í netið, eftir innlegg
úr høgru síðu. Fleiri mál komu ikki
í fyrra hálvleiki. Tískil kundu fugl-
firðingar fara til hálvleiks við eini
1-0 leiðslu, sum var fult í trá við
dystargongdina.
Dýrt mistak
Seinni hálvleikur var bert tveir
minuttir gamal, tá Símun Hansen
javnaði fyri B71 við einum lang-
skoti.
Hóast
skotroyndin
als
ikki vandamikil, so misti Jákup
Mikkelsen bóltin inn um mál-
strikuna. Eitt mál sum fyrr verandi
landsliðsmálverjin av gjørt noyðist
at taka á sín kappa.
Hetta var sum at fáa vátan vøtt
í høvdið hjá fuglfirðingum, meðan
sandoyingar fingu blóð á tonna.
Símun Hansen, sum var fluttur
aftur á miðvøllin at leika, var
eygsýndur, og dugdi hann væl at
breiða spælið hjá gestunum út.
Hetta hevði við sær at B71 kom
betur við í dystin, og komu fram
til onkran góðan málmøguleika.
ÍF hinvegin, hevði trupult at finna
stevið frá fyrra hálvleiki.
Men sum seinri hálvleikur leið,
tók ÍF meira og meira yvir, og løgdu
eitt ávíst trýst á mót støðuliðið.
Hetta hevði við sær at vertirnir
komu fram til fleiri sera góðar
málmøguleikar síðstu løtuna. Eitt
nú brast ein skot roynd frá Rógva
Jacobsen á stong ina, men inn vildi
bólturin ikki.
Sostatt endaði dysturin við
javnleiki 1-1. Eitt úrslit sum sand-
oyingar nokk eru betri nøgdir við,
meðan fuglfirðingar bert kunnu
iðra seg um kostbaru mis tøkini,
bæði í álopi og í verju.
hansenolavur@hotmail.com
Mistøkini kostaðu dýrt
vodafonedeildin Fuglfirðingar hava bert sær sjálvum at takka, fyri bert at fáa javnleik móti B71.
Misnýttir málmøguleikar og mistakið hjá Jákupi Mikkelsen í ÍF málinum gjørdu sítt til, at B71 kundi
fara suður aftur til Sands við einum stigi í skjáttuni, eftir at hava leikt javnt 1-1 í Fuglafirði
- Tað er altíð stuttligt at
skora mál, sigur málskjúttin
hjá B71, Símun Hansen, og
heldur fram, - at tað er meira
umráðandi at B71 fær stig í
sínum dystum, og so ger tað
minni hvør skorar málini.
-Sum heild eru eg sera væl
nøgdur við avrikið hjá okkum
í dag, sigur Símun Hansen,
og vísir á at í fyrra hálvleiki
vóru B71 undir einum stórum
trýsti, men mentust nógv i
seinra hálvleiki, har teir leiktu
fult upp við ÍF.
Spurdur um útjavnandi
máli hjá B71, ásannar Símun
Hansen at tað var eitt løgið
og heppið mál. Men sum
uppflytari taka vit alt við sum
vit kunna. Símun Hansen
metir at javnleikurin móti ÍF
hevur týdning fyri komandi
dystirnar.
- Nú hava vit fingið stig í
tveimum útidystum, so tað
er tíð uppá at vit eisini byrja
at taka stig á heimavølli.
Komandi
dysturin
hjá
B71
verður
móti
hinum
uppflytaranum
úr
FC
Suðuroy.
ÍF
1
B71
1
Umráðandi
at fáa stig
mistøk
Her var Rógvi Jacobsen
ikki hægstur
Mynd: Álvur Haraldsen