mikudagur 21. apríl 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard
jaspur@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Ein IPad kom á Sosialin í gjár,
og sjáldan hava so nógv fólk
og so nógvar meiningar verið
savnað rundan um eitt tól,
sum hendan dagin.
IPad,
sum
nýggjasta
teldan frá Apple eitur, hevur
fingið
stórar
yvirskriftir
um allan heim. IPad líkist
sera nógv telefonini IPhone,
men er størri, skíggin er 9,7
tummar.
IPad
hevur
fingið
blandaða
móttøku.
Nógv
halda, at hon kann ov lítið
til at kallast ein telda. Til
dømis er bert gjørligt at
hava
eitt
forrit
tendrað
samstundis, hon er torfør
at skriva við tíggju fingrum
á, og battarítíðin er ov stutt.
Forritið Flash, ið nógvar
heimasíður nýta, er heldur
ikki á IPadinum.
Tey, ið viðmæla IPadin
siga, at hetta er framtíðar
teldan, sum tú hevur við tær
í taskuni. Hon vigar bara 680
gram, men hóast tað kann
ein hava eitt heilt bókasavn
við sær.
Í Føroyum ber ikki til at
keypa IPaddin enn, men í
Danmark er hon til sølu.
Prísurin er millum 5-7.000
kr. Hann er tó at síggja hjá
City, sum hevur hann til sølu
í næsta mánaði.
Vit rundanum borðið á
Sosialinum høvdu, líka sum
ummælarirnir,
ógvuliga
deildar meiningar. Grafikarin
Jan Tórur heldur, at ein
nógv heldur skal keypa sær
eina IPhone enn ein IPad,
eftirsum tær stórtsæð duga
tað sama, og við telefonini
ber til at ringja og taka
myndir eisini.
Blaðstjórin Eirikur - sum
í 20 ár hevur verið svorin
Apple-brúkari - er djúpt
imponeraður og sær stórar
møguleikar í hesum fyri
blaðið, sum við IPaddinum
verður meira digitaliserað
og
verður
harvið
meira
interaktivt
soleiðis
at
brúkarin í framtíðini bæði
kann síggja kykmyndir og
hoyra ljóðbrot beinleiðis úr
pdf-útgávuni av Sosialinum.
Hann sær eisini fyri sær, at
IPadurin verður lættari og
bleytari og høgligar at hava
uppi á sær í framtíðini.
inna@sosialurin.fo
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Smyril
fyri suður
oyingar
Sirið Stenberg
kjak á Síðu 12
Ótakk
samt
arbeiði
Palli dalSgaard
kjak á Síðu 14
Í
kvøld verður ein áhugaverdur
fundur í Miðlahúsinum, har
korini hjá støkum uppi hald-
arum og børnum teirra verða á
breddanum. Høvi til fundin er
høvuðsuppgávan
tveimum
les-
andi, sum greitt vísir, at føroyska
vælferðarsamfelagið als ikki livir
upp til endamálið, tá tað snýr seg
um stakar uppihaldarar.
Tað er eitt vanligt eyðkenni fyri
okkum føroyingar at dylja heldur
enn viðganga trupulleikar. Vit vilja
heldur vilja reka samfelagsbólkar
av landinum - heldur enn at skapa
teimum tilsvarandi kor her heima.
Ein av hesum bólkum eru støku
uppihaldarar og børn teirra. Her livir
okkara samfelagsskipan als ikki upp
til idéalið í vælferðarsamfelagnum.
Sjálv skipanin vil ikki síggja trupul-
leikan og tíans heldur at gera nakað
við hann.
Vit hava í kvøld stevnt øllum
løgtings- og landsstýrisfólkum til
fundar í Miðlahúsinum - saman við
øllum øðrum áhugaðum, har fokus
verður sett á hendan trupulleikan:
At tað er sera dýrt at liva í Føroyum,
eisini hjá vanlium húsarhaldum við
tveimum inntøkum.
Tað er harmiligt at staðfesta,
at okkara samfelagsskipan letur
tað upp í hendurnar hjá familju og
avvarðandi at halda lív í ungum
barnafamiljunum, sum ikki fáa
endarnar at røkka saman, hóast
for syrgjarin
arbeiðir
fulla
tíð
og meiri enn tað. Politikarar eru
tríbýttir í hesum máli: Vit hava tey,
sum nærmast kriminalisera stakar
uppihaldarar og skíra teir at vera
dovnar nassarar, sum heilt sikkurt
ikki eru veruliga stakir.
So hava vit tey, sum ikki vilja
bøta um livikorini og hjálpina til
stakar uppihaldarar, tí tað hevði
eggjað fólki at farið hvør til sítt,
og tað ber jú ikki til, tí heilaga
hjúnarbandið skal varðveitast.
Síðani hava vit seinasta bólkin
við politikarum, sum ynskja at bøta
um korini hjá støkum uppihaldarum
– fyrst og fremst fyri at koma upp á
støðið í Danmark, so vit ikki skulu
missa hesar familjurnar útlands.
Ofta er talan um kvinnur við
børnum – ein dýrabarur sam felags-
bólkur, sum vit ikki hava ráð at missa.
Ofta kvinnur við miðallongum
útbúgvingum
innan
umsorgan
og
undirvísing.
Starvsbólkar,
sum okkum tørvar til tess at lyfta
stóru og tungu uppgávurnar í
væl ferðarsamfelagnum. Og børn,
sum vit áttu at hjúklað um sum
reyðargull, tí tey eru sum kunnugt
fortreytin fyri, at liviligt verður her
á landi – eisini í framtíðini.
Fokus á stakar uppihaLdarar
Vit áttu at hjúklað um
børnini sum reyðargull
Tá vit í oddagreinini mána-
dagin nevndu húsagangin
hjá
Dimmalætting,
so
hev ur
blaðstjórin
gjørt
okkum varug við, at Dimm-
alætting ikki er farin á
húsagang. Tað er rætt, at
Dimmalætting
tekniskt
sæð ikki er farin á húsagang
og gjøgnum skiftirættin,
haldið okkum til góðar við
tí. Men faktum er tað tó, at
partaeigararnir hava mist
allan partapeningin – og at
30 milliónir í eginpeningi
eru
brúktar
og
burtur.
Støð an kann berast saman
við bankarnar í 1993. Teir
fóru á húsagang - men ikki
tekniskt sæð. Eins og við
Dimmalætting,
so
kom
ann ar íleggjari og bjargaði á
strikuni við nýggjum parta-
peningi.
eirikur@sosialurin.fo
Í næsta mánaði fer Livar
Nysted at rógva um At lants-
havið í opnum báti saman
við trimum øðrum monnum.
Ferðin skal ætlandi taka
um 55 dagar. Tað er kalt
á leiðini, teir rógva, og tí
hevur Livar Nysted fingið
sær føroysk undirklæði við
á ferðina. Bretarnir, sum
rógva saman við honum,
hava roynt føroysku undir-
klæðini, og teir vilja allar
hava hesi undirklæði við á
ferðina. So út ruku Nike og
hini, sum framleiða termo-
undirklæði, og inn komu
føroysku
ullintu
und ir-
buksirnar.
– Føroysku undirklæðini
halda eisini hitanum, tá
ið tey eru vát, og tí vilja
teir eisini hava hesi undir-
klæðini, sigur Livar Nysted.
Hann hevur fingði Mariu
Klein í Klaksvík at binda
teimum
føroysk
undir-
klæði.
eydun@sosialurin.fo
Allir í føroyskum
undirbuksum
Framtíðarmiðilin – ella
klossut »næstan« telefon
Húsagangur
og Dimma