hósdagur 10. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 6 - 10. januar 2002
Úr Norðurlondum:
Sendu
F-16 eftir
trolarum
Norska sjóverjan helt seg
ikki hava annað í at velja
týsdagin enn at senda
tvey jagaraflogfør av
slagnum F-16 at var-
skógva tveir trolarar, sum
høvdu kós ímóti einum
oljupalli í Norðsjónum.
Hóast fleiri royndir, bar
ikki til at fáa samband
við skipini.
Tey bæði flogførini
vóru við í einari venjing
hjá norska flogvápninum,
tá flogskipararnir fingu
boð um at seta kós ímóti
oljupallinum Sleipner-B,
tí tvey ókend fiskifør
vóru á veg ímóti trygd-
armarkinum kring pallin.
Markið er 500 metrar.
Samstundis sendi sjó-
verjan eina tyrlu avstað,
og eitt hjálparskip, sum
lá hjá einum øðrum
oljuballi, fekk eisini boð
um at sigla ímóti teimum
fremmandu skipunum.
Tað vísti seg, at trol-
ararnir vóru skotskir, og
teir broyttu sjálvir kós,
áðrenn teir komu inn á
trygdarmarkið
kring
norska pallin.
Norska verjan skipaði
eina serliga trygdareind
fyri trimum mánaðum
síðani, og hetta er fyrstu
ferð, at hon hevur verið
nýtt.
Danska
passið ikki
nóg mikið
Avgerðin
hjá
ameri-
kansku myndugleikunum
at krevja betri eftirlit við
útlendingum, sum koma
til USA, hevur m. a. við
sær, at amerikanararnir
nú herða krøvini til
ferðafólk úr 29 londum.
Talan er um lond, haðani
ferðafólk
ikki
nýtast
innferðarloyvi, og Dan-
mark er eitt av hesum
londunum.
Sambært amerikanska
kravinum er tað ikki
longur nóg mikið við tí
vanliga passinum. Mynd-
in kann vera góð, men
sum skilst ætla ameri-
kanararnir at krevja, at
onnur likamlig prógv
skulu vera í passinum.
Tosað verður um t. d.
fingramerki, eygnamynd,
arr ella onnur eyðkenni á
andlitinum o.s.v.
Amerikansku myndug-
leikarnir siga, at við
upplýsingum sum hesum
verður
tað
munandi
lættari at staðfesta, um
tann ferðandi er tann,
hann ella hon sigur seg
vera.
Donsku myndugleikar-
nir hava fingið boð um
tey ætlaðu amerikansku
stigini, men enn er ikki
avgjørt, hvat skal henda.
Sagt verður, at eingin
avgerð verður tikin, fyrr
enn endalig boð koma úr
USA.
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Atkvøða um
evruna
Eins og danir og
bretar hava sviar ikki
tikið evruna í nýtslu,
men svenski forsætis-
ráðharrin,
Göran
Persson, sigur nú, at
fólkaatkvøða verður
kanska um spurningin
longu næsta ár.
Við svensku tíðinda-
stovuna TT sigur Gör-
an Persson seg vænta,
at fólkaatkvøðan verð-
ur í 2003, men hann vil
ikki seta dag á. For-
maðurin í høgraflokk-
inum
Moderatarna
hevur skotið upp, at
fólkaatkvøðan verður
tann 17. november
næsta ár.
Meiningakanningar
í Svøríki hava víst, at
alt fleiri sviar taka
undir við, at evran
verður gjaldoyra í Svø-
ríki.
Ikki stuðul
beinanvegin
Fær spanska stjórnin
sína vilja, kunnu bønd-
urnir í teimum eystur-
evropeisku londunum,
sum eru á veg inn í ES,
ikki vænta at fáa sama
stuðul
sum
teirra
starvsfelagar í hinum
ES-londunum.
Spania tók á nýggj-
árinum við formans-
skapinum í ES, og
spanski landbúnaðar-
málaráðharrin sigur, at
eftir hansara tykki eiga
tað at ganga fimm ár,
frá tí at londini eystan
fyri fáa limaskap, til
bøndurnir har fáa sama
stuðul sum hinir.
Hugskotið
hjá
spanska landbúnaðar-
málaráðharranum er
ikki nýtt, tí ES-nevnd-
in hevur sagt tað sama
fyrr, men hon hevur tó
ikki
nevnt
nakað
áramál.
Tann 9. september
steðgaði amerikanska
løgreglan einum
manni, tí hann koyrdi
ov skjótt. Tveir dagar
seinni kendi løgreglu-
maðurin navn
hansara aftur
ÚTLAND
Eirikur Lindenskov
Í tí leigaða bilinum, sum
verður
steðgaður
hetta
kvøldið, situr Ziad S.
Jarrah. Um tveir dagar skal
hann saman við øðrum
ræna flogfar nummar 95,
sum skal á flog úr flog-
havnini í Newark. Løg-
reglumaðurin Joseph Cata-
lano veit ikki, hvør mað-
urin er.
Týsdagin vísti løgreglan í
statinum Maryland eina
filmsupptøku, sum video-
tólið í løgreglubilinum hjá
Joseph Catalano hevði tikið
av tilburðinum. Í myrkri-
num sæst løgreglumaðurin
fara gangandi yvir til tann
steðga bilin, og tað sæst, at
Joseph Catalano lýsir í
andlitið á bilføraranum við
lummalyktini.
- Catalano veit merki í, at
maðurin var sera róligur, og
at hann svaraði tí, sum hin
spurdi um. Okkara maður
hugdi eisini inn í bil hans-
ara, sum var ógvuliga
ruddiligur. Hann sá heldur
einki, sum kundi siga tað
minsta um tað, sum Jarrah
var á veg til, sigur David
Mitchell, løgregluleiðari í
Maryland.
Mátti gera tað
Tilburðurin var á motor-
vegnum I-95, sum gongur
fram við amerikansku eyst-
urstrondini heilt úr Florida
norður til kanadiska mark-
ið. Joseph Catalano hevði
eina tráðleysa mikrofon
uppi á sær, og á video-
upptøkuni ber til at hoyra
samrøðuna millum hann og
Ziad S. Jarrah. Tað hoyrist,
at maðurin svarar stutt, tá
løgreglumaðurin spyr.
Joseph Catalano fann
einki, sum hann kundi seta
fingurin á, men letur tann
fremmanda bilføraran vita,
at hann fær góðar 2000
krónur í bót, tí hann hevði
koyrt 40 kilometrar skjót-
ari, enn hann hevði loyvi
til. Síðani setur Catalano
seg aftur í løgreglubilin, og
Ziad S. Jarrah heldur fram
ferðina norður til Newark-
floghavnina í New Jersey.
Komin til New Jersey
skrivaði hann einari vin-
konu í Týsklandi bræv.
Hann koyrdi tað í post-
kassan, men av tí at bú-
staðurin ikki var nóg full-
fíggjaður, kom brævið aftur
til USA. Har fingu mynd-
ugleikarnir fatur á tí.
- Eg havi gjørt tað, sum
eg mátti gera. Tú eigur at
vera stolt, tí tað er ein æra.
Tú fert at síggja úrslitið, og
tá verða øll glað, skal hann
hava skrivað í brævinum til
vinkonuna.
Dagin eftir, tann 11. sep-
tember, var Ziad S. Jarrah
millum teirra, sum rændu
flogfar nummar 93 hjá
United Airlines. Tað var tað
seinasta flogfarið, sum varð
rænt hendan dagin og datt
niður í statinum Pennsyl-
vania. Øll, sum vóru um-
borð, doyðu.
Sambært ameri-
kansku myndugleik-
unum eru meira enn
300.000 útlendingar í
landinum, hóast
teirra uppihaldsloyvi
eru farin úr gildi
ÚTLAND
Árni Joensen
Amerikansku myndugleik-
arnir hava í seinastuni skip-
að fyri einum lýsingarátaki,
har tey meira enn 300.000
hava fingið boð um at fara
av landinum. Úrslitið hevur
ikki verið nóg gott, og tí
hava myndugleikarnir nú
gjørt av at leita eftir teim-
um.
Menn úr londum í Mið-
eystri standa fyrst fyri skot-
um. Tað kemst av einari
avgerð hjá stjórnini, sum
sigur, at fólk úr londum,
sum kunnu metast at hava
samband við altjóða yvir-
gangsvirksemi, skulu vísast
av landinum fyrst. Millum
útlendingarnar eru umleið
6000 menn úr londum, sum
sambært
amerikansku
myndugleikunum
hýsa
legum hjá felagsskapinum
al-Qaeda.
Og
sambært
einum talsmanni hjá løg-
málaráðnum er framvegis
vandi fyri yvirgangsat-
sóknum í USA.
Nógvir amerikananarar
av arabiskum uppruna og
felagsskapir, sum virka fyri
betri rættindum til inn-
flytarar,
hava
mótmælt
mannagongdini hjá mynd-
ugleikunum. Teir siga, at
mannagongdin ber bráð av,
at Bush-stjórnin ger mun á
fólki eftir teirra uppruna.
Nógv tey flestu, sum eru
í USA uttan lógligt uppi-
haldsloyvi, eru í mið- og
suðuramerikanskum lond-
um.
6000 menn úr Miðeystri skulu úr USA
Tað kann raka danska
laksaídnaðin sera meint, at
danska tollvaldið er komið
eftir, at norskir laksaútflyt-
arar
falsa
útflutnings-
skjølini. Meginparturin av
norska laksinum, sum kem-
ur til Danmarkar, verður
virkaður
á
virkjum
í
Norðurjútlandi, og har siga
fólk, at avdúkingarnar hjá
tollvaldinum eru ein bumba
undir ídnaðinum.
Umsetningurin
hjá
donsku
laksavirkjunum
liggur um tvær mia. krónur
um árið, og umleið 1200
fólk arbeiða í hesari vinn-
uni.
Sambært felagnum hjá
donsku matvøruvirkjunum
eru avdúkingarnar enn eitt
dømi um, at skipanin við
minstaprísi á laksi er mis-
eydnað. Stjórin í felagnum,
Ole Linnet Juul, heldur tað
vera harmiligt, at tey
donsku virkini skulu enda
sum syndabukkar, tí norsk-
ir útflytarar svika við tøl-
unum.
Búskapur og vinna:
Bumba undir donsku laksavinnuni
Løgreglan tosaði við flogrænara
tveir dagar undan atsóknini
Dagin eftir, tann 11. september, var Ziad S. Jarrah millum teirra, sum rændu flogfar nummar
93 hjá United Airlines
Mynd: Reuters
Sviar royndarkoyra í
hesum døgum tey
sokallaðu alkolásini,
ið virka soleiðis, at
bilurin startar ikki,
fyrr enn blást verður í
eina slangu, sum situr
á instrumentborð-
inum. Um bilførarin
hevur drukkið alko-
hol, startar bilurin
ikki. Saab í Trollhätt-
an, ið hava royndar-
koyrt skipanina, eru
ikki serliga væl
nøgdir. Teir siga, at
tað er alt ov lætt at
snýta
BILAR
Magnus Gunnarsson
Eitt vápn í stríðinum móti
rúsdrekkakoyring eru tey
sokallaðu alkolásini, har
ein sensorur í bilinum
registrerar luktin av rús-
drekka og aktiverar eina
startsperru. Um lukturin
kemur frá einum av teimum
ferðandi í bilinum, kann
førarin, um hann ikki hevur
drukkið, blása í slanguna,
so bilurin startar.
Saab ikki nøgdir
Saab í Trollhättan hava
fleiri royndarbilar koyrandi
fyri at vita, um hendan
skipan er nóð góð at seta í
teirra bilar. Men teir eru
ikki serliga væl nøgdir við
úrslitið, tí um førarin hevur
drukkið, kann hann fáa ein
edrúan persón at blása í
slanguna. Tá bilurin er farin
í gongd, kunnu teir býta um
pláss.
Nr. 6 • hósdagur • 10. januar 2002 • 76. árg.
Primera í
Sounderland
Starvsfólkini á bretsku
Nissan bilverksmiðjuni í
Sounderland,
hátíðar-
hildu herfyri at fyrsti
Nissan Primera 2002,
ein silvurgráur sedan,
koyrdu út av verksmiðj-
uni.
Fyrireikingarnar
byrjaðu fyri 2 árum
síðan.
Kelda: Auto Express
Jaguar X-
Type
Jaguar X-Type, sum
kom á marknaðin í fjør
við 4-hjólstrekk sum
standard, kemur í ár við
eini bíligari útgávu við
framhjólstrekk. Hetta er
fyrstu ferð í søguni at
ein Jaguar fæst við fram-
hjólstrekk.
Kelda: Motor Magasinet
Peugeot
turbodiesel
Peugeot 206 og 307
fáast nú við einum heilt
nýggjum 1.4 ltr. turbo-
diesel motori, sum er
ímillum teir mest orku-
sparandi motorar í sín-
um klassa.
Kelda: Auto Express
Onki er at ivast í at
krøvini til tær fyri-
tøkur ið flyta kølivør-
ur gerast alsamt
strangari. Í hesum
sambandi hevur Bila-
sølan v. Øssur Jo-
hannesen fingið ein
VW Transporter køli-
bil á goymslu. Bilurin
er sera væl egnaður til
teirra ið flyta vørur
sum mugu halda tem-
peraturin undir
flutninginum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Uttan sær bilurin út sum ein
vanligur Transporter, ein-
asti munurin er at innanfyri
rútin í baklúkuni er hvít
bjálving. Inni í kassanum,
sum er væl bjálvaður allan
vegin runt, er ein kom-
pressari ið kann køla rúmið
frá +25 stig til +5 stig uppá
35 minuttir. Rúmið er hvítt
við jarnplátum í dúrkinum.
Eisini er ein hyll, ið er hekt
uppá veggin og kann flytast
eftir egnum ynski. Møgu-
leiki er eisini fyri at seta
fleiri hillar upp.
Lastar 1100 kg
Bilurin er ein VW Trans-
porter Economy við 75 kh
dieselmotori. Totalvektin er
2650 kg og bilurin lastar
1100 kg. Møguleiki er fyri
at fáa kølianlegg sett í
flestu variantarnar av VW
Transporter. Prísurin fyri
hendan bilin við kølian-
leggi er 235.000 kr. +
MVG. Lars Egemose, sølu-
maður hjá Bilasøluni, sigur
at øll áhugaði eru vælkom-
in at venda sær til teirra,
fyri at fáa meira at vita um
bilin og hvørjir møguleikar
eru við einum slíkum køli-
bili.
Ov lætt at snýta alkolásini
Alkolásini virka soleiðis, at
bilførarin skal blása í eina
slangu fyri at fáa bilin at
starta. Hevur hann drukkið
rúsdrekka, startar bilurin
ikki.
VW Transporter
sum kølibilur
Lars Egemose, sølumaður hjá
Bilasøluni v/ Øssur
Johannesen, sýnir her fram
nýggja VW kølibilin. Ein
kompressari kølir tað væl
bjálvaða rúmið til tann rætta
temperaturin
VW Transporter kølibilur
C
M
Y
K
13
12