Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 2 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Higartil er komið fram, at á kon­ sertini fara hesi at luttaka: Eivør, Teitur, Jens Marni, Terj, Martin J, Harkaliðið, Frændur, Havnarkórið og Havnar Hornorkestur. Okkurt spennandi útlendskt navn er eisini á veg, verður avdúkað. Stuðuðlskonsertin er til frama fyri ætlanirnar at gera siloina til ment anarhús. Fyrireikararnir fegn­ ast um stuðulin og undirtøkuna, sum føroyskir tónleikarar – og lista­ fólk annars – hava víst ætl anini. Jóansøkufestivalurin í fjør var skipaður sum stuðulskonsert til frama fyri saltsiloina, og varð stórur gávukekkur handaður fyri­ reikarunum fyri stuttum. 15. mai verður so aftur stuð­ uls konsert við stórum føroyskum nøvnum, umframt at eitt útlendskt navn enn er eftir at verða av­ dúkað. snorri@sosialurin.fo Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Oyggjablaðið næsta mikudag: Runavík Eitt av heitu evnunum í Suðuroynni er, hvørt oyggin skal leggjast saman í eina einstaka kommunu. Ella um oyggin framhaldandi skal hava tvær ella fleiri kommunur. Fyri at hoyra fólksins rødd í hesum máli, hittu vit trý fólk, ið vóru farin til handils. Spurningurin var hesin: Skal Suðuroyggin verða ein kommuna? Trý í handlinum Ja, tí at samlað fær ein meiri burturúr Elvis Leo, Froðba Nei, tí vit kunnu ikki einast Jonna Lindberg, Trongisvágur Ja, tí vit eru so fá fólk í oynni. Vit treingja til meiri samband millum bygdirnar Rannvá Joensen, Froðba Orð: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Stuðulskonsert í saltsiloini 15. mai í ár verður áhugaverd konsert á einum ikki minni áhugaverdum staði, nevniliga í saltsilo’ini á Drelnesi. Saltsilo’in skal nú standa sína roynd - og ikki minst ljóðroynd Mynd: Jens Kristian Vang Byggja í Porkeri Hóast tað eru mong ár síðani at fólkatalið í Porkeri hevur verið so lágt sum tað er nú, hevur tað ikki tikið hugin frá fólki at seta føtur undir egið borð í bygdini. Í dag búgva um 340 fólk í bygdini, ímóti 416, tá tað var uppá tað mesta í 1992. Hinvegin so kann ein túrur gjøgnum Porkeri staðfesta, at nógv rættiliga nýggj sethús eru her, eins og ­ sum myndin vísir ­ eini sethús standa í gerð í løtuni í Hólinum, tey kalla. snorri@sosialurin.fo Vónir áttu at verið fyri, at fólkatalið í Porkeri kann fara at vaksa aftur, nú eini sethús standa í gerð Mynd: Jens Kristian Vang