fríggjadagur 23. apríl 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
Sosialurin
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Søkt verður eftir býarbókavørði í
Tórshavnar kommunu.
Býarbókasavnið
Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn
1. apríl 1969. Býarbókasavnið er eitt nýmótans bóka-
savn við trimum deildum, barnabókasavni, útláni
fyri vaksin og lesistovu. Býarbókasavnið hevur eisini
regluligt samstarv við skúlabókasøvnini í kommununi.
Á bókasavninum eru 11,5 ársverk, og starvsfólkini eru
14 í tali. Rakstrarútreiðslurnar hjá Býarbókasavninum
fyri 2009 vóru íalt 8,47 mill.kr.
Býarbókasavnið er opið seks dagar um vikuna, og í
2009 hevði bókasavnið 80.679 vitjanir.
Ætlanin er í næstum at broyta hølini hjá Býarbóka-
savninum, soleiðis at ein partur av bókasavninum
verður í veghædd, og verður hetta eisini ein avbjóðing
hjá nýggja leiðaranum at skipa fyri.
Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á www.bbs.fo.
Kommunan bjóðar
eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi
uppgávum og avbjóðingum.
Nakrar av høvuðsuppgávunum eru:
Yld]aYg_`YnY~Zqj_\Yn\Y_da_Ynajck]eafme~
Býarbókasavninum, bæði mótvegis starvsfólkum
og viðskiftafólkum
Ylljq__bY]alllYj`kcYf\a$e]ffYf\ag_
dygdargott umhvørvi
Ylljq__bY$YlZcYkYnfa`]nmj^mdd_Y
fíggjarstýring og fremur úrslit
Yl^qd_bYnag_cmffYk]_mee]ffaf_~¬cafme
Førleikakrøv
ZcYnYjYjlZ_naf_^j~namjc]f\me
norðurlendskum bókasavnsskúla ella akademiska
bókavarðarútbúgving frá lærdum háskúla
jgqf\ajZcYkYnfkYjZ]aa
jgqf\ajd]akdmg_kYeklYjna
_mjl]d\mcmffd]acag_~`m_a^qjacmffaf_Yjl¬cfa
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni,
er fyrikomandi, dugir væl at samskifta bæði innan-
og uttanhýsis og kann virka í góðum samstarvi við
starvsfelagar. Neyðugt er at hava hugsjónir um
virksemið á bókasavninum og kunna ganga á odda.
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast
til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála hjá
avvarðandi yrkisfelag í samsvari við útbúgving og
royndir.
Leiðarin á Býarbókasavninum hevur tilvísing til
mentamálaleiðaran.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu
vera Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. mai 2010 kl. 12.
Merkið umsóknina „Leiðari til Býarbókasavnið“.
Meira fæst at vita
Sí meira um starvið og útgreinaðan starvsprofil
á www.torshavn.fo undir „leys størv“. Meira fæst
at vita um starvið við at venda sær til Jákup
Simonsen, mentamálaleiðara, ella Jóan Petur Hentze,
trivnaðarstjóra, á tel. 302010.
Leiðari til Býarbókasavnið
Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo
Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til
fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstyrelsen og IMO.
Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella skipsførari ?
Set teg so í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøku-
treytir og lesturin saman við umsóknarblaði.
Umsóknarblað kann eisini heintast á heimasíðu okkara: www.vh.fo
Spennandi útbúgvingar
- eitt hav av vinnumøguleikum
Nýtt skúlaár byrjar 2. august 2010. Umsóknarfreistin er 1. juni 2010
Maskinmeistari
Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjøl-
broytta og hægsta tekniska yrkisútbúgv-
ing, sum kann takast í Føroyum. Útbúgv-
ingin gevur sera stórar møguleikar, bæði
á sjógvi og landi, líkamikið um tað er í
Føroyum ella úti í heimi. Maskinmeistara-
útbúgvingin gevur eisini møguleikar fyri
at blíva elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni
eru maskinmeistarar størsti einstaki yrkis-
bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár.
Upptøka til maskinmeistaraútbúgvingina
verður í august 2010 og í januar 2011.
Skipari
Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar
útbúgvingar til skipara og skipsførara,
sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og
landi um allan heim. Sum skipari kanst tú
føra øll fiskiskip um allan heim, eins og
farmaskip, upp til 3.000 tons.
Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár.
Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú fara
beinleiðis til skipsførara.
Upptøka til skipara verður í august 2010
og í januar 2011.
Skipsførari
Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans 3
ár; 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálvár til
skipsførara. Sum skipsførari kanst tú føra
øll skip á øllum høvum.
Upptøka til skipsførara verður í august
2010 og í januar 2011.
Maskinmeistara-, skipara og
skipsføraraútbúgvingarnar
eru moduluppbygdar.
krea . tel 60 80 80
Maskinmeistari Skipari Skipsførari