fríggjadagur 23. apríl 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
22
Sosialurin
Randi Jacobsen
Arkitekturin Kári Thomsen
gjørdist ikki sørt kløkkur,
tá ið hann ein dag fekk
ein fyrispurning frá rík
mann inum Mo ham med Al
Nahyan í býnum Mina Jabal
Ali í Arabisku emirat un um.
Spurn ingurin var, um
hann ikki vildi
koma
niður
til emiratini at byggja nøkur
hús.
Tað vísti seg, at stóri
hotell eigarin
onkursvegna
hevði funnið fram til heima
síðuna hjá Kára Thomsen
og har sæð myndir av Grøn
lend inga húsinum
og
av
teim um
smáu
húsunum,
sum Kári Thomsen læt
byggja om an fyri
Kvívík. Haraftat
av
líknandi
húsunum, sum
Kári Thomesen
hevur teknað
og eru sett upp
í Danmark.
Fleiri útlendsk arkitekta
tíðarrit hava eisini havt
grein ir og myndir av ariktek
turi hansara.
Hóskaði til arabiska
umhvørvið
Fyrispurningurin var, um
hann ikkiu kundi byggja
eini 30 hús beint við eitt nýtt
hotell hjá ríkmanninum, sum
helt, at hús sum Grøn lend
ingahúsið hóskaðu væl til
teirra umhvørvið við teimum
mongu moskéunum, ið hava
kuplar.
Kári Thomsen legðist ikki
á boðini, men tað tók umleið
eitt hálvt ár at fáa sáttmálan
í hús.
Avtalan var, at fyrst skuldi
byggjast eitt stórt hús og so
tvey smærri uppat tí stóra.
Kári Thomsen setti seg í
samband við eina træ verk
smiðju i býnum Taasinge á
Fyn, og henda verksmiðja
átók sær at gera elementini.
Trupult var at finna eina
loysn av, hvussu elementini
skuldu fáast úr Danmark til
Mina Jabal Ali, tí tey vóru
ov stóru til at kunna fara í
vanligar bingjur. Loysnin
var ein flatrck, ein stór
bingja,
men
flutningurin
kom harvið at kosta næstan
50.000 krónur og tók ein
mán að.
Avtalan var, at alt skuldi
gerast klárt frammanundan
til at seta húsini upp, og
Kári Thomsen skuldi hava
eftirlitið við uppsetingini av
húsunum.
Byggja á sandi
Men tá ið Kári Thomsen
kom niður í vár, var einki
forarbeiði gjørt. Elementini
vóru tó komin vegin fram.
Hotelleigarin hevði eisini
gjørt av, at í staðin fyri at
seta húsini upp við stóra
hotell hansara, skuldu tey
byggjast á eini sand strond,
sum hann eisini átti fimm
kilometrar longri eysturi.
Hetta hevði hann valt fyri
at geva ferðafólki tilboð um
at kava, standa á vatnskí og
tílíkt.
Her vil ríkmaðurin hava
bygt 20 hús.
− Tað var ikki sørt ein av
bjóð ing at skulu byggja á eini
sand strond, sigur Kári Thom
sen, sum fann útav at brúka
betong plattar og so sokkl ar
omaná. Tað arbeiðið tók eina
viku at gera.
− Meðan Kári Thomsen
var í emiratunum, búði hann
á einum hotelli og hevði
egnan bilførara. Hotell eig
arin rindaði alt, tí tað var
við í sáttmálanum. Hvønn
morgun kundi hann fara
oman í tann reina og heita
sjógvin at svimja.
Eitt knoss
Tað var eitt verri stríð at fáa
tey stóru elementini upp
á land, tí krani kundi ikki
brúkast. Tey vóru tí lossað í
land við handamegi.
Ein viku mátti ganga, frá
tí at sokkulin varð settur upp,
til arbeiðast kundi víðari, tí
betongið skuldi torna.
Kári Thomsen var á byggi
plássinum í fimm vikur,
men hann kundi ikki verða
verandi, og tí lærdi hann
fólkið at seta elementini
upp, áðrenn hann fór heim
fyri góðum tveimum vikum
síðan.
− Eg tosaði við teir so seint
sum í dag, og teir eru í gongd
við at seta húsini upp.
Familjuelita
Maðurin, sum Kári Thomsen
arbeiðir fyri, er ikki bara ein
vanligur ríkmaður. Mo ham
med Al Nahyan er partur av
familjuni, sum stýrir øll um
land inum. Hann er systk ina
barn Kalif bin Zayed Sl Nahy
an, sum er forseti í landinum.
Kári Thomsen sigur, at
Mo ham med Al Nahyan var
ein sera áhuga verd ur og væl
vit andi maður. Hann hevði
uni vers i tets út búgv ing
úr
Eng landi.
− Tá ið hann var úti al
ment, var hann í eyðkenda
hvíta búnanum, men privat
var hann ílatin sum tú og eg,
sigur Kári Thomsen.
Ríkimaðurin
var
væl
nøgd ur við húsini, men
hann broytti ætl anina eitt
sindur, soleiðis at byggj ast
skulu 1215 hús á tveim um
plássum.
Stórur áhugi
Kári Thomsen sigur, at með
an teir arbeiddu, vóru fleiri
áhugað fólk og hugdu. Hann
sigur, at næsta húsið, sum
sett verður upp, skal klæðast
við leiri, ið bjálvar. Leirurin
heldur tí nógva hitanum úti
um dagin og heldur hitanum
inni um náttina.
− Eg fekk at vita, at um
eg hevði hug, kundi eg eisini
seta upp mítt egna hús har.
So eg havi møguleikan at fáa
mær summarhús í Arabisku
Emiratunum, sum alla tíð ina
smílist, meðan hann greið ir
frá síni sjáldsomu arki tekta
uppgávu.
− Bara tað at vera í Arab
isku emiratunum var ein stór
uppliving fyri Kára Thomsen,
tí alt er so øðrisi. Alt er fyrsta
klassa, eisini maturin.
− Teir útbúnu arabararnir
tjena
millum
50.000
og
DREYMAUPPGávA Arkitekturin Kári Thomsen, sum millum annað teknaði Grønlendingahúsið í Havn, er
farin undir eina stóra uppgávu í einum býi millum Dubai og Abu Dabhi. Hann skal byggja fleiri hús har
Byggir hús
í ArABisku
emirAtunum
ARKITEKTUR
Kári Thomsen gjørdist
ikki sørt kløkkur, tá ið
hann varð biðin um
at koma til Arabisku
Emiratini at byggja hús
Mynd: Jens Kr. Vang