fríggjadagur 23. apríl 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
26
Sosialurin
Ítróttur
Rólant Waag Dam
FC Hoyvík vantar bæði Mortan
Joensen og Janus Mortensen
til fjórðingsfinaludystin móti
B36 sunnudagin. Haraftrat er
tað ógvuliga ivasamt, hvussu
verður við Jørgen Meitilberg.
Samstundis
hevur
liðið
heldur ikki fingið nakra ynski
byrjan upp á lands kappingina,
við einum stigi eftir tríggjar
dystir.
Tí er ein sigur av sann før
andi slagi, einasta nøktandi
úrslitið hjá B36 sunnudagin.
Hetta hóast menn sum Bergur
Midjord, Heini í Skorini og
Herbert í Lon Jacobsen eru
skaddir, umframt at tað er
ógreitt hvussu verður við
Fróða Clementsen og Høgni
Eysturoy.
B36 er nummar eitt í lands
kappingini og B36 er nógv tað
betra liðið. Sunnudagin skal tað
prógvast við, at B36 spælir seg
víðari til hálvfinalurnar í kapp
ingini um Løgmanssteypið –
tað er so einfalt sum tað.
rolant@sosialurin.fo
LØGMANSSTEYPIÐ FC Hoyvík hevur
eitt gott lið, men sunnudagin mugu
teir vera tveir, møguliga tríggjar
leikara fyri uttan og tað kann kosta
teimum dýrt ímóti topptrimmaða B36
B36 skal
víðari
Rólant Waag Dam
FC Suðuroy vann mikukvøldið 61 á
Skála og spældi seg harvið víðari í
steypakappingini. At vinna 61 er at
vísa format, men tá mótstøðuliðið
var Skála, sum spælir í triðbestu
deildini, so skal hesin stórsigur tak
ast við einum ávísum fyrivarni.
Hinvegin ber ikki til at taka frá
FC Suðuroy, at teir nú hava vunnið
tveir dystir á rað. Fyrst á B68 farna
vikuskiftið og mikukvøldið á Skála.
Hesar báðar dystirnar hevur liðið
skorað níggju mál og mikukvøldið
vóru málskjúttarnir ikki færri
enn seks í talið. Teirra millum Obi
Charles, sum eisini gjørdi tvey mál
móti B68, og er ein vandamikil
harri.
Hyggja vit at hinum restina
av landskappingardystunum, FC
Suð ur oy hevur spælt í ár, so hev
ur liðið eisini fingið javnleik í móti
bæði HB og NSÍ. Tað er flott av
uppflytarunum, sum í roynd og
veru einans hava tapt ein lands
kappingardyst av fýra.
Dystin, teir taptu var í móti júst
EB/Streymi fyri tveimum vikum
síðani. Hesin dystur var við Margáir
í Streymnesi og heimaliðið vann
20. Til henda dystin hevði EB/
Streymur nógvar mans skaddar.
Men Marni Djurhuus varð flogin
heim úr Danmark og her á blað
num skrivaðu vit tá, at Marni var
munurin. Marni Djurhuus var ikki
við teir báðar fyrstu lands kapp
ingardystirnar hjá EB/Streymi, sum
teir taptu og spældu javnt, og hann
var heldur ikki við seinasta umfar,
tá tað gjørdist til javnleik í Gøtu.
Sunnudagin verður Marni Djur
huus við aftur. Um tað fer at føra
til sigurs er ilt at siga, men ein stór
hjálp er tað undir øllum umstøðum
at fáa hann aftur, tá bæði Daniel
Udsen og Brian Olsen framvegis
eru skaddir, umframt at Alex José
dos Santos er leikbannaður.
Hjá
FC
Suðuroy
er
bara
Mustapha úti, annars hava teir allar
mans tøkar.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Steypavinnararnir úr Víkingi hava
heimavøll, tá AB vitjar í fjórð
ingsfinaluni í kappingini um Løg
mans steypið sunnudagin. Alt talar
fyri, at Víkingur vinnur henda
dystin.
Ikki einas eru teir sitandi steypa
vinnarar og nummar tvey í lands
kappingini. Seinast liðini møttust,
vann Víkingur eisini málríka dystin
53. Harumframt vann Víkingur
eis ini hvønn einasta dyst, liðini
spældu í fjør við einum máli móti
ongum. Við øðrum orðum hevur AB
enn ikki fingið stig burtur úr einum
dysti við Víking, síðani teir fluttu
upp í Vodafonedeildina.
Sunnudagin verður ikki spælt
um stig, men um víðari lut tøku í
steypakappingini. Um lands kapp
ingarstigatalvan kann brúk ast til
nakað í hesum sam bandið, er trup
ult at meta um. Men hon sigur í øll
um førum nakað um gongd ina hjá
liðunum báðum.
Víkingur er nummar tvey við at
vinna á AB og NSÍ og spæla javnt í
móti HB og EB/Streymi.
AB liggur hinvegin triðaftast
og hevur ikki vunnið nakran dyst
enn. Saman við B71 eru teir tað liðið,
sum hevur latið flest mál ígjøgn um,
nevniliga 12. Hinvegin er tað bara
HB, sum hevur skorað fleiri mál
enn AB. Eins og Víkingur hevur
AB skotið níggju mál, fimm av
teimum eigur toppskjúttin í Voda
fonedeildini StigRoar Søbstad.
Elsta og yngsta
felagsliðið í eldin
LØGMANSSTEYPIÐ EB/Streymur hevur ment seg til eitt sterkt
steypakappingarlið, men FC Suðuroy vísti mikukvøldið, at
teir eisini meina sína luttøku í hesi kapping í fullum álvara
LØGMANSSTEYPIÐ Eingin ivi er um, at Víkingur er
stórfavorittur í dystinum móti AB. Víkingur er sitandi
steypavinnari og nummar tvey í landskappingini, meðan
AB ikki hevur vunnið ein landskappingardyst í ár
Víkingur er
stórfavorittur
Hjalgrím Elttør er sannur fongur hjá B36 í ár, og verður
hann uttan iva eisini ein stór hóttan ímóti hoyvíkingum
Mynd: Álvur Haraldsen
Nigerianski Obi Charles
hevur sanniliga víst seg
sum ein farligan harra
LokALbrAk?