fríggjadagur 23. apríl 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
Sosialurin
L e i ð a r i
til Dagstovnin í Fuglafirði
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir leiðara til dag
stovnaskipanina hjá kommununi at arbeiða 40
tímar um vikuna at byrja tann 01. juli 2010. Við
komandi persónur, ið settur verður, verður starv
settur hjá Fuglafjarðar kommunu við fyribils arb
eiðsstaði á dagstovninum á Mirmansvegi 2 í
Fuglafirði. Roknast kann við bygnaðarbroytingum
innan dagstovnaøkið, tá ið nýggi dagstovnurin
verður tikin í nýtslu á Kambsdali.
Stovnurin er skipaður við 2 vøggustovum við 24
børnum og trimum barnagarðsstovum við 52
børnum. Stovnurin, sum er rúmsáttur, er bygdur í
1990 og útbygdur í 2006.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har
náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum,
og har spælið fyllir nógv.
• Møguleika at seta dám á stovnin.
• Møguleika fyri ráðgeving.
• Møguleika fyri eftirútbúgving.
• Tú verður partur av einum netbólki, sum
kommunan kemur at skipa fyri millum leiðarar
innan ansingarøkið.
Vit vænta at tú
• Ert útbúgvin pedagogur við møguligum
leiðsluroyndum.
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og
hevur ábyrgd sambært dagstovnalógini.
• Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið
rúmar bæði vøggustovu og barnagarðs
børnum.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og
starvsfeløgunum.
• Hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum
umhvørvi.
• Sær møguleikar fram um vansar.
• Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.
• Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar,
foreldur og kommunu.
• Dugur væl at samskifta bæði innan og
uttanhýsis.
• Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga
á føroyskum.
• Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Før
oya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara
felag Føroya.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum
og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða
Fuglafjarðar býrað, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður
í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. mai 2010 kl.
16.00.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Irenu Olsen, sosialdeildarleiðara á telefon 737756
ella Julionnu Næs, dagstovnaleiðara á telefon
737780.
Fuglafjørður, tann 21. apríl 2010
Fuglafjarðar býráð
Fuglafjarðar
Kommuna