mánadagur 26. apríl 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
mánadagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørar: Eirikur Lindenskov og Eyðun Klakstein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Familjan
fyri størri
ágangi enn
nakran tíð
Jenis av Rana
kJak á síðu 12
T
að var skelkand at hoyra
niðurstøðuna í kanningini
um stakar uppihaldarar og
børn teirra, sum tær báðar Annika
Anthoniussen
og
Siri
Hansen
løgdu fram í Miðlahúsinum miku
kvøldið: At 500 børn í Føroyum
liva í fátækradømi – og um tær av
leiðingarnar, sum hetta kann hava
við sær, bæði sálarliga, kropsliga og
sosialt.
Tað eru í øllum førum 1.000 stakir
uppihaldarar í Føroyum, verður sagt.
Sambært kanningini hjá teimum
báðum verður roknað við, at í minsta
lagi 500 børn liva í fátækradømi ella
tað sum verður nevnt »lutfalsligt
fátækradømi«.
Í oddagreinini mikudagin numu
vit við tað fyribrigdið, vit mangan
hava í Føroyum, at vit heldur enn
at sýna vilja til at loysa trupulleikar,
so dylja vit trupulleika. Vit nokta
bara blankt fyri, at trupulleikin er
til. Tað at trupulleikin hjá støkum
uppihaldarum ikki fær hægri rað
festing er uttan iva tí, at hetta eisini
er ein javnstøðutrupulleiki har tað
sum oftast er kvinnan, sum er við
sviðusoð – soleiðis at skilja, at tað
sum oftast er kvinnan, sum stendur
beinleiðis í trupulleikanum við
børnunum.
Vit nevndu eisini hetta tríbýtið,
vit hava millum tey ráðandi: Vit hava
tey, sum nærmast kriminalisera
stakar uppihaldarar og skíra tey at
vera dovin, sum heilt sikkurt ikki
eru veruliga støk. So hava vit tey,
sum ikki vilja bøta um livikorini
og hjálpina til stakar uppihaldarar,
tí tað hevði eggjað fólki at farið
hvør til sítt, og tað ber jú ikki til,
tí hjúnarbandið skal varðveitast.
Síðani hava vit seinasta bólkin við
politikarum, sum ynskja at bøta um
korini hjá støkum uppihaldarum
fyrst og fremst fyri at koma upp á
støðið í Danmark, so vit ikki skulu
missa hesar familjurnar útlands.
Kringvarpið setti eisini fokus á
hetta málið í Eygsjón fríggjadagin,
har tveir av hesum bólkunum
oman
fyri
vóru
umboðaðir,
Bergtóra Høgnadóttir Joensen og
Jógvan á Lakjuni. Tey livdu væl
upp til fordómarnar, tí tey vóru so
rúkandi ósamd.
Tá tað kemur til stykkis, so
sleppa politikararnir ikki undan at
gera serskipanir til hendan sam
felags bólkin. Soleiðis verður gjørt
aðrastaðni, og soleiðis mugu vit
eisini gera. Vit kunnu ikki bjóða
hesum stóra bólki, at tey verða
lands forvíst.
Tosað hevur leingi verið um ein
bústaðarpakka. Hesin hevur verið
ávegis í fleiri ár og hjá fleiri lands
stýrisfólkum. Vónandi verður hesin
pakkin ein hjálp hjá hesum bólki –
og løgting og landsstýri kunnu nú
vísa í verki, um viljin er til staðar.
Kunnu vísa viLjan í vErKi
Tað er sum oftast kvinnan,
sum er við sviðusoð
Um
vikuskiftið
vitjaði
danska realitydaman Su
san K í Føroyum. Susan K
gjørdist kend í sjón varps
røðini Paradise Hotel, og
hevur síðani liv að av at
verða kend. Susan K var
fríggjakvøldið og leyg ar
kvøldið gestabarr vørður á
Mica í Havn, sum helt eitt
ára føðingardag. Umframt
at skeinkja upp í gløs, royndi
hon seg eisini sum sangara.
Eyðun & Terji undirhildu í
Mica, og teir spældu undir
hjá Susan K. So kanska er
ein nýggj trio fødd – í øllum
førum fyri ta einu løtuna ta
eina kvøldið.
Eyðun & Terji
– nú við Susan K
Higartil
hevur
Gunnar
Nielsen bert ein lítlan hálv
an tíma á baki sum mál
maður í Premier League
í Onglandi, men tað kann
verða,
at
23
ár
gamli
føroyski málmaðurin skal
verja málið hjá Manchster
City, nú avgerandi dystir
standa fyri framman. Van
ligi mál mað urin, Shay Giv
en, spælir ikki aftur
í hes um kapp ingar
árinum.
Lið formað
urin hjá Man chest er City
sig ur, at hann vil gera sítt
fyri at hjálpa Gunnari.
– Vit sóu ein ungan
málmann koma á vøllin og
standa seg væl. Sum lið fara
vit at verja Gunnar og hjálpa
honum í teimum trimum
dystunum, sum standa fyri
framman, sigur Kolo Toure
við blaðið Mirror.
– Gunnar arbeiðir hart,
hann er altíð fokuseraður,
hann er gløggur og ger nógv
ar góðar bjargingar í
venj ing, sigur Toure.
eydun@sosialurin.fo
Rajani hjálpti í Mumbai
Liðformaðurin vil
verja Gunnar
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard
jaspur@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Gloym
nýtt ment
anar hús
fyrstu
árini
steinbJøRn O. JacObsen
kJak á síðu 27
Læknin
Gordhan
Rajani,
sum varð strandaður í India
orsaka av øskurokinum úr
Íslandi, hjálpti sjúkum fólki í
Mumbai, meðan hann bíðað
eftir flogfarti.
Tað skriva indiska heima
síðan Mid Day. Tað er Khalid
AH Ansari, sum skrivar um
fyrrverandi yvirlæknan í
føroyska sjúkrahúsverkinum
í einari klummu.
Ansari skrivar, at 76 ára
gamli Rajani var í næst
síðstu viku farin til India fyri
at fylgja beiggja sínum til
gravar. Føroyska kona hans
ara var eisini við á ferðini.
Tey strandaðu í India,
tí flog ferðslan til Europa
gjørd ist óreglulig orsaka av
vulkan øskuni úr Íslandi.
Men meðan Rajani var
stadd ur í Mumbai, brúkti
hann tíðina til at hjálpa
nógv um
sjúkum
fólki
ókeyp is. Í Mid Day, har
Rajani verð ur kallaður tann
góði samariubúgvin, verður
skriv að, at Rajani er sum ein
leksi kon, tá tað kemøur til
sjúkur og viðgerð av teim
um.
Mid Day skrivar eisini
søguna um Rajani, sum end
aði sum lækni í Føroyum.
Hann starvaðist annars í seks
ár sum lækni í London, men
har var hann so illa viðfarin,
at hann rýmdi.
– Ein av mínum yvir
monn um viðfór meg sum ein
hund, sigur Rajani sambært
Mid Day.
Rajani sigur við blaðið,
at hóast hann er errin av
at verða indara, so er hann
sera, sera errin av at verða
føroyingur, og hann heldur, at
føroyingar minna um indarar,
tá ið tað kemur til familjulív.
Mid Day skrivar, at Rajani
hevur javnan vitjað í Mumbai
seinastu mongu árini, og at
hann spælir golf, tá ið hann
vitjar har.
eydun@sosialurin.fo