Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73 4 Sosialurin Randi Jacobsen Føroya rættur hevur leig að seg inn hjá Starvs manna­ felagnum í Havn til at hava nevningating í mai. Av tí at Dómhúsið er und­ ir umbygging, verða rætt ­ ar fund irnir vanliga hild in í øðr um hølum und ir Glaðs­ heyggi, men tey hølini eru ov smá til eitt nevningating. Teir skuldettur eru tveir litavar, sum hava sitið varð ­ halds fongslaðir síðan no­ vemb er í fjør, og teir seru skuld settur fyri at hava smugl að stórar nøgdir av sterk um rúsevnum til Føroya. Ætl an in hjá monn un um var at fara víðari til Íslands við rúsevnunum. Rætturin hevur sett tvær vikur av til nevningatingið, sum verður fraá 17. til 28. Eitt nevningating krev ur ikki sørt av plássi, tí nevn­ ingarnir eru tólv um framt tveir aftrat, sum mugu fylgja málinum, um onkur av føstu nevningunum fær forfall. Í rættarsalinum skal eisini vera rúm fyri báðum teimum skuldsettu, sakførarum teirra, ákæra og dómara. Nevn ingating eru almenn, og almenn inginum skal somu­ leiðis rúm vera fyri. Stuldur úr hjallum Tveir tilburðir um stuldur úr hjallum vórðu fráboðaðir til politiið fríggja­ dagin. Fyrrapartin varn ­ að ust fólk í Hval vík, at onkur hevði verð inni í hjalli teirra og stolið tvey turr tjógv, tvær fløsk ur av víni og nakrar fløskur av rús drekka. Um kvøldið tók politiið ein mann, sum hevði verið inni í einum hjalli á Toftum og tikið fýra tjógv. randi@sosialurin.fo Spark­ aður í høvdið Tvey tey seinastu vikuskiftini vóru sera friðarlig í Havn, men tað hevndi seg aftur farna viku­ skiftið. Um hálvgum trý tíðina var ein ráur tilburður í Klubba­ garðinum. Ein 16 ára gamal drongur varð spark­ aður í høvdið og utt an vit fluttur á Landsjúkrahúsið, har hann varð inn­ lagdur. Vitni hava greitt politinum frá, at drong urin varð spar kaður, meðan hann lá niðri. Frá vitnum hev­ ur politiið fing ið at vita, hvussu mað­ urin sá út, og hvørj­ um klæð um hann var í. Í morgun var gern ings maðurin enn ikki funnin. randi@sosialurin.fo Nevninga ting hjá Starvs manna felag num FØROYA RÆTTUR Tvær vikur eru settar av í mai til nevngatingið móti tveimum litavum, sum eru skuldsetir fyri at hava smuglað sterk rúsevni inn til Føroya Náttúrugripasavnið hevði næstan mist vónina um at frætta aftur frá roysninginum Ára, sum vitjaði í Føroyum. Sendari varð settur á hann í Føroyum, og til bar at fylgja roysningin, tá ið hann úr Føroyum fór norður um Ísland, eitt sindur suðuraftur og so svam í ein beinan land­ nyrðing. Tey boðini komu frá roysn ­ inginum 9. apríl, og so hoyrd­ ist einki aftur frá hon um. Men fríggjadagin sendi hann aftur, og tá trígjar ferðir. Tá var Ári næstan komin upp til Svalbard. randi@sosialurin.fo Ári er við Svalbard Randi Jacobsen Seinastu tíðina hava fleiri tilburðir verið av olju­ dálking. Leygardagin fyriníggju døgum síðan var ein stór olju dálking frá russiskum trolarum, sum lógu í Norð­ havnini í Ánunum. Henda oljudlking, sum kostaði reiða rínum hjá skipunum 25.000 krónur í bóti og 5,5 mió. krónur í endurgjaldi, varð ikki fráboðað. Mánadagin í seinastu viku var tað Blikur, sum misti tungolju á sjógv. Tað óhappið varð fráboðað. Seinasta leygarkvøldið fór nakað av gassolju á sjógv frá trolaranum Haki í Norð havn­ ini. Hetta óhappið varð frá­ boðað, og eingin skaði hendi. Higartil í ár eru fimm oljudálkingar fráboðaðar til MRCC, sum er myndug­ leikin, ið skal hava frá­ boð anum olju dálkingar á sjónum. MRCC skal eisini fráboðast tá vandi er fyri oljudálking. MRCC hevur telefon 351300. Hevur skund Umhvørvisstovan minnir á, hvussu umráðandi tað er at boða frá skjótast gjørligt, so oljan kann verða tikin upp aftur skjótt. Í havumhvørvislógini er ásett, at oljudálkingar skulu fráboðast, og er tað tí revsivert ikki at boða frá. Verður tað ikki gjørt, gerast bæði umhvørvisligu og peningaligu avleiðingarnar av dálkingini størri . Jú meiri orka skal brúkst til at rudda upp, størri verður endurgjaldskravið ímóti dálkaranum. Týdningurin av at boða frá kann væl lýsast út frá teimum báðum oljudálkingunum í farnu viku, sigur Umhvørvisstovan. randi@sosialurin.fo Ofta oljudálking DÁLKING Umhvørvisstovan heitir inniliga á fólk um at boða frá, tá ið oljua rekur á sjógv Íslendingar vilja eiga Gunnar Íslendingar gera nú krav upp á føroyska landsliðsmálmannin Gunnar Nielsen – í øllum førum helvtina av honum. Morgunblaðið skrivar í røttum føroyskum anda, at málmaðurin hjá Manchester City er hálvur íslendingur. Mamma Gunnar Nielsen er úr Siglufirði í Íslandi. Spurningurin er, um danir nú koma í hølunum á íslendingum. Finn Nielsen, sum er pápi Gunnar er úr Klaksvík. Pápi Finn var Hans Nielsen, bedingsmeistari, sum var ættaður úr Vatnsoyrum, og mamma Finn var donsk. Goymdu sigarettir umborð Tá ein russiskur trolari úr Murmansk kom á Havnina fríggjadagin, funnu tollararnir 47.000 sigarettir, sum vóru goymdar burtur í skipinum. Talan var um amerikanskar sigarettir av merkinum LM. Sigarettirnar vóru ikki uppgivnar fyri tollvaldinum, og tað er brot á tollreglurnar, sum verður sektað við bót. Skipið fekk álagt eina bót uppá tilsamans kr. 178.000, sum skal gjaldast áðrenn trolarin sleppur at loysa aftur. Tolleftirlitð hjá TAKS ger regluliga skipaði eftirlit við skipum, sum koma til landið, og tað var í samband við eitt av hesum eftirlitum, at Tolleftirlitið kom fram á sigarettirnar.