mánadagur 26. apríl 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
14
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Havi júst verið í Føroyum og merkt
tóma plássið eftir kæra vin okkara
Reinhold, sum alt ov tíðliga er tikin
frá okkum.
Vit komu at kenna Reinhold
betur ta síðstu tíðina, hann var í
Danmark. Hann plagdi at koyra til
eitt røktarheim, har systir hansara
lá. Arne plagdi onkuntíð at fara við
honum, og tá ið Reinhold flutti heim
til Føroyar, plagdu vit at vitja systur
hansara, sum eisini varð tikin alt ov
tíðliga burtur.
Tað fyrsta, Reinhold segði, fyrstu
ferð hann kom á gátt hjá okkum í
Greve, vóru orðini, sum standa í
Sálma 32,8: “Eg skal læra teg, og
vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg
skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.”
Sálmur eftir kong Dávid, mannin eftir
Guds hjarta.
Reinhold var sera evnaligur, ein
góð gáva, sum hann kundi nýta gott
av, eisini í dagliga yrki hansara. Ikki
var neyðugt hjá Reinholdi at fara
undir hægri útbúgving, tí eingin
lærustovnur kann læra ein, tað sum
er viðføtt.
Nú á døgum er ikki nóg mikið at
vera væl lærdur maður, nei, nú er
orðið “Master” – Master grade, vunnið
meira og meira inn í teir hægru
lærustovnarnar.
Sum arbeiðstakari í Danmark sat
Reinhold millum væl lærdar menn,
sum undraðust, at Reinhold ikki hevði
eina hægri útbúgving.
Tann sami Gud, sum valdi hirða
drongin Dávid til kong í Ísrael, var
lærumeistarin sum Reinhold setti
sítt álit á.
Reinhold hevði sum fáur, andaligan
vísdóm. Okkum dámdi væl at lurta
eftir honum.Tá ið vit lurtaðu eftir
Reinholdi, komu orðini: “at sita við
føtur Gamiels”, okkum í huga.
Í Apostlasøguni 5. kapitul, ørindi
34:stendur, hvør hesin Gamaliel var:
“Men tá reistist í ráðnum Fariseari, ið
æt Gamaliel, lóglærari, sum var nógv
umhildin av øllum fólkinum..” Paulus
sigur í verjurøðu síni í Apostlasøguni
22. kapitul, 3. ørindi: har hann sigur
fólkinum, hvør hann er:
Eg eri jødi, føddur í Tarsus, í
Kilikia, men uppvaksin á hesum staði,
upplærdur vit føtur Gamaliels.
Reinhold harafturímóti var ikki
lóglærari, nei, hann hevði møtt frælsi
Kristusar. Galatiabrævið 5. kapitul,
1. ørindi: “Til frælsi hevur Kristus
gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og
latið tykkum ikki aftur leggja undir
trældómsok”.
Tað er hetta eftirmæli, vit fegin
vilja seta yvir kæra vin okkara
Reinhold.
Góða Anna, tað frøddi meg at
síggja, hvussu birg tú ert, og eg má
ásanna, at enn einaferð komu orðini,
ið standa í Orðtøkunum 31 mær í huga:
í ørindi 10: “ Dugnaliga konu – hvør
finnur hana? Mangan meir enn perlur
er hon verd...” Tað var eisini gott at
hoyra, at tit halda fram við tí virki,
sum Reinhold setti á stovn.
Góði Jón og góða Charlotta, sum
tit halda fram á lívsleið tykkara, so
kunnu vit ikki geva tykkum nakað
betur, enn tað, sum pápi tykkara
hevði sum mál á lívsleið síni, og tað
er aftur:
Sálmur 32,8: “Eg skal læra teg og vísa
tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal
leggja tær ráð, við at hyggja á teg”.
Tað kundi nýta vit menniskjaligan
málistokk sæð út, sum at í Salem
er stólurin tómur,og røddin tagnað,
men aftur her er troyst og lív at
finna í Guðs orði: Sálmur 68,6: Faðir
faðirleysra og verji einkanna er Gud
í heilaga bústaði Sínum.
Má Guds signing og Guds friður
hvíla yvir tykkum góða Anna, Jón
og Charlotta og yvir tykkara kæru
børnum og ætt tykkara, og yvir
øllum tykkum, sum sita við sakni eftir
Reinhold.
Greve á summarmáladegi 2010
Ása og Arne Hansen
Reinholdi Nielsen til minnis
65 ára føðingardagur
Sunnudagin 2. mai verður
Peter Ove Eliasen, Klaksvík
65 ár. Dagurin verður hildin
Undir Brúnni 1.
75 ára føðingardagur
Mikudagin 28. apríl fyllir
Alma Bjartalíð, Klaksvík 75
ár. Hon verður væntandi
stødd í Keypmannahavn
í samband við at ommu
dóttirin, Tóra Brend, verður
konfirmerað
tann
30/4.
Heilsan kann sendast við
tpost til almabjartalid@
hotmail.com ella sms/tlf.
0045 6042 8031.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 28. apríl fyllir
Victoria Tróndheim Leirvík
80 ár. Dagurin verður hildin
í Missiónshúsinum leygar
dagin 1. mai frá kl. 18. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Tann 30. apríl fyllir Sigvald
Kristiansen,
fyrrverandi
kommunulækni á Skála, 80
ár. Dagurin verður hildin
í Meinigheitshúsinum á
Skála, og byrjar borðhaldið
kl. 17. Øll eru vælkomin.
Silvurbrúdleyp
27. apríl hava Solveig og
Danjá Petur Múller, Kvívík,
silvurbrúdleyp. Tey eru
burturstødd.
Brúdleyp
Leygardagin 1. mai giftast
Linda
Kjeld,
Tórshavn
og
Jákup
Eli
Joensen,
Oyrabakki. Vígslan verður
kl. 12 í Havnar Kirkju.
Døgurðin verður saman
við familjuni. Síðan verður
veistlan í Bygdarhúsinum í
Kollafirði kl. 19, og familja
og vinir eru vælkomin.
Leygardagin 1. mai giftast
MayBritt
Jacobsen
og
Henning
Holm,
Vágur.
Vígslan
verður
í
Vágs
kirkju kl. 15. Veitslan verður
hildin fyri innbodnum í VB
húsinum kl. 18.30.
Leygardagin 1. mai kl. 11
giftast Elma á Geilini,
Svínoy, og Andras Ortind,
Sørvágur, í Samuelskirkj
uni, Keypmannahavn. Opið
hús verður í Absalonsgade
23, København V, kl. 20 har
øll ið ynskja at heilsa uppá
brúðarparið eru vælkomin.
Leygardagin 1. mai giftast
Dania
Berthelsen
og
Svein Thomsen, Strendur.
Vígslan verður í Sjóvar
kirkju
kl.
11.
Døgurði
verður
fyri
innbodnum
kl. 15. Frá kl. 19 verður
opið hús í Bygdahúsinum
á Strondum, har øll er
hjartaliga
vælkomin
at
gleðast saman við brúðar
parinum. Vinarliga Dania
& Svein.
Leygardagin 8. mai giftast
Fríða
Ellingsgaard
og
Eyðfinnur Bjarnason Joen
sen, Eiði. Vígslan verður í
Eiðis kirkju kl. 9. Brúdleypið
verður á Hotel Føroyum kl.
11 fyri innbodnum.
Leygardagin 15. mai giftast
Súsanna Debes og Herleif
Hammer, bæði úr Havn.
Vígslan verður í Hoyvíkar
kirkju kl. 15. Tey, ið ynskja
at gleða brúðarparið eru
hjartaliga vælkomin í opið
hús heima í Huginsgøtu 1,
Hoyvík, frá kl. 18. Vinaliga
sigið frá á tel. 509003 ella
á mail herleif.hammer@
skulin.fo innan 3. mei.
Merkisdagar
Tøkk
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum á ymsan
hátt sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi,
tá ið kæra móðir, dóttir, systir, vermamma,
omma og fastir okkara:
Carol Ingelise Petersen
Froðba
brádliga varð tikin frá okkum og varð
jarðað. Tøkk til prest fyri góð og troystarrík
orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til
kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til tykkum, ið
hjálptu til við ervinum, og til tykkum, ið lótu
blómur, kransar og ymsar gávur.
Familjunnar vegna
Dánjal, Bjarki, Roald og Arvid
Andlát
Við hesum verður sagt frá at okkara kæri
beiggi og sonur,
Sune Klett
føddur tann 3. november 1965 í Rødovre,
er deyður tann 25. apríl 2010 í Rødovre
44 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Anna Kathrina og Hjørgrímur Klett
og Anna Elisabeth við familju