fríggjadagur 11. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 7 - 11. januar 2002
Úr Norðurlondum:
Stríð um
fyrivarni
Í Danmark hevur Per
Stig Møller, uttan-
ríkisráðharri loypt øði
í grindina, tí hann
hevur gjørt seg til tals-
mann fyri, at stjórnin
skal skipa fyri fólka-
atkvøðu næsta ár um
tey trý fyrivarnini, sum
Danmark hevur í ES-
samstarvinum. Talan
er um tað rættarliga
samstarvið,
felags
verju og felags gjald-
oyra.
Uttanríkiráðharrin
heldur, at fólkaatkvøð-
an skal haldast næsta
ár, men tað kemur ikki
upp á tal, sigur Pia
Kjærsgaard úr Danska
Fólkaflokkinum. Hon
krevur, at forsætisráð-
harrin skal seta uttan-
ríkisráðharran upp á
pláss, og at alt tos um
at seta fyrivarnini úr
gildi verður lagt í nið-
astu skuffu.
Mona aftur
í eldinum
Svenski
ráðharrin,
Mona Sahlin, er enn
einaferð komin í and-
glettin.
Fyrr
hava
svenskir fjølmiðlar av-
dúkað, at hon hevði
nýtt sítt ráðharrakre-
dittkort til privatar út-
reiðslur, og nú hevur
Aftonbladet avdúkað,
at Mona Sahlin er í so
sein at rinda sínar
rokningar. Blaðið hev-
ur m. a. prógvað, at
ráðharrin fleiri ferðir
hevur verið hótt við
innkrevjing,
áðrenn
hon hevur goldið.
Aftonbladet hevur
seinastu
dagarnar
spurt sínar lesarar, um
tey hava álit á Monu
Sahlin. Áhugin var
stórur, og svarið var
ógvuliga greitt. Tús-
undtals fólk gj ørdu
vart við seg, og av
teimum svaraðu 81
prosent, at tey høvdu
ikki álit á ráðharran-
um.
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Kavarar
fingu
endurgjald
Norska
oljufelagið
Statoil hevur játtað 27
kavarum endurgjald.
Teir
fáa
750.000
norskar krónur í part.
Teir 27 kavararnir
fingu endurgjald fyri
skaða, sum teir fingu,
tá teir kavaðu fyri
Statoil í Norðsjónum í
árunum frá 1965 til
1990. Statoil hevur
sagt, at felagið heldur
seg ikki hava løgfrøði-
liga skyldu at rinda
kavarunum endurgjald,
men at felagið hinveg-
in heldur seg hava eina
moralska skyldu í mál-
inum.
Kavarar, sum halda
seg hava rætt til endur-
gjald, kunnu søkja til
1. februar, so tað er
einki at ivast í, at fleiri
kavarar afturat fáa
endurgjald.
Gott ár hjá
Volvo
Síðani
amerikanska
Ford Motor Company
keypti svensku bil-
verksmiðjuna Volvo,
hevur Volvo ikki al-
mannakunngjørt egn-
an
roknskap,
men
sambært
svenskum
bløðum hevði Volvo
sjey milliardir svensk-
ar krónur í avlopi í
2001. Tað er ein milli-
ard krónur meira enn
árið fyri.
Volvo seldi í fjør
næstan 420.000 bilar
bilar fyri 130 milli-
ardir svenskar krónur.
USA er tann besti
marknaðurin,
og
amerikanarar keyptu í
fjør 123.000 Volvo-
bilar. Næstbesti mark-
naðurin
er
tann
svenski heimamarkn-
aðurin, sum keypti
umleið 57.000 bilar frá
Volvo í fjør.
Tað góða úrslitið hjá
Volvo kemur uttan iva
Ford væl við, tí ameri-
kanska felagið hevur
havt stórar trupulleikar
í seinastuni við halli
og nógvum uppsagn-
um.
Amerikanski uttan-
ríkisráðharrin fer at
royna seg sum
semingsmann í
stríðnum millum
India og Pakistan.
Samstundis hevur
pakistanski forsetin
boðað frá einari sera
týðandi røðu
ÚTLAND
Árni Joensen
Amerikanski uttanríkisráð-
harrin, Colin Powell, hevur
gjørt av at royna seg sum
semingsmann í stríðnum
millum India og Pakistan.
Powell hitti mikudagin
indiska innanríkisráðharr-
an, Lal Krishna Advani, í
Washington. Hann greiddi
hann indiska ráðharranum
frá ætlanum sínum og
amerikansku hugsjónun-
um, men tað var ikki líkt til,
at Advani var stórvegis
hugtikin av tí, hann fekk at
vita.
Eftir fundin segði Ad-
vani, at pakistansku mynd-
ugleikarnir hava ikki gjørt
nóg mikið fyri at loysa
kreppuna. Hann nevndi m.
a., at nógvir av teimum
muslimsku
yvirgangs-
monnunum ganga fram-
vegis leysir, hóast India
hevur kravt, at teir verða
tiknir. India metir teir
víðgongdu muslimarnar í
Kashmir sum yvirgangs-
menn, meðan pakistanar
vanliga rópa teir frælsis-
stríðsmenn.
Týðandi røða
Enn er ikki greitt, nær tað
verður, men bæði í Paki-
stan, India og aðrastaðni
bíða politikarar og onnur
eftir einari røðu, sum
pakistanski forsetin, Pervez
Musharaf, fer at halda.
Røðan verður send bein-
leiðis í útvarpi og sjón-
varpi, og talsmaður forset-
ans hevur sagt, at forsetin
fer at skjóta upp, hvussu
endi skal fáast á yvirgang-
inum í Kashmir.
Nakrir amerikanskir po-
litikarar, sum hittu Musha-
raf fyrr í vikuni, siga, at
røðan fer ikki einans at bøta
um viðurskiftini millum
Pakistan og India, men at
hon eisini fer at broyta søgu
Pakistans.
– Eftir at hava tosað við
Musharaf eru vit vorðnir
sannførdir um, at hann fer
at beina fyri yvirganginum,
og at Pakistan verður eitt
annað samfelag enn í dag,
segði ein av teimum ameri-
kansku
politikarunum,
senatorurin John McCain.
Indiskir talsmenn hava
váttað, at eisini í New
Dehli bíða politikararnir í
spenningi eftir røðuni hjá
pakistanska forsetanum.
Powell skal royna semju
Colin Powell tosaði
mikudagin við indiska
innanríkisráðharran, Lal
Krishna Advani, um
kreppuna millum India og
Pakistan. Nú ætlar Powell at
royna seg sum semingsmann
Genturnar, sum
ganga í skúla í Holy
Cross Primary School
í Belfast, eru aftur
vorðnar miðdepil í
stríðnum millum
protestantar og
katolikkar
ÚTLAND
Árni Joensen
Tey flestu munnu minnast
myndirnar av teimum grát-
andi
skúlagentunum
í
býarpartinum Ardoyne í
Belfast, sum hóast vardar
av løgregluni vórðu fyri
ógvusligum ágangi, tá tær
vóru á veg í skúla ella á veg
aftur til hús eftir skúlatíð.
Protestantarnir vildu ikki
lata genturnar ganga ígjøg-
num eina gøtu, tí tey flestu,
sum búgva har, eru pro-
testantar.
Hetta var seinasta heyst,
men seinastu tíðina hava
genturnar fingið frið at
ganga til og úr skúlanum.
Men so er ikki longur.
Mikudagin forðaðu óðir
protastantar teimum ka-
tólsku gentunum at sleppa
heimaftur úr skúlanum.
Foreldrini komu gentunum
til hjálpar, og so brustu
partarnir saman. Løgreglan
varð boðsend, men tað
hjálpti ikki stórvegis. Ein
løgreglumaður noyddist á
sjúkrahús, og ein bilur hjá
løgregluni fór upp í royk, tá
onkur tveitti eina bensin-
bumbu eftir honum. Ben-
sinbumbur vóru ikki ein-
asta vápnið, tí fleiri høvdu
skammbyrsu uppi á sær.
Løgreglan í Belfast held-
ur, at stríðið um skúlavegin
hjá teimum katólsku gent-
unum er kyknað aftur, tí
protestantarnir leggja nak-
rar katolikkar undir at hava
órógvað eitt protestantiskt
minningarhald fyri nøkrum
døgum síðani. Gjáranátina
brast rættiligur bardagi á,
og fleiri fólk fingu skaða.
Fleiri vórðu eisini tikin.
Genturnar í Holy Cross
Primary School vóru ikki í
skúla í gjár, tí skúlastjórin
helt seg ikki kunna veita
teimum nóg góða trygd í
skúlanum.
Skúlabørnini, sum ikki kunnu
ganga í skúla
C
M
Y
K
13
12