Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Umsíðir gongur dreymurin hjá Annu Nygaard út, nú ein útgáva er í væntu í næstum. Fyrsta single av útgávuni, Walking on Fire, kemur vænt andi 3. mai. Anna og hennara fram­ førsla av sanginum What­ ever Happens hjá Michael Jackson, hevur verið nevnd sum størsta løtan av mongu live­framførslunum í X­Fac­ torkappingini. Hennara far­ væl úr kappingini gjørdi flest øll bilsin, tí hon var avgjørt millum favorittarnar at vinna kappingina. Tá Anna kom í vanda, mátti hennara egni dómari, Remee, fara úr upptøkuhølunum fyri at koma til eina niðurstøðu, ið var, at Anna mátti úr kapp­ ingini. Hetta fekk seinni BT at siga, at DR var farið held­ ur lættliga um í at kvøðu­ teljingini. Men nú smílist eydnan aftur til Onnu. Meðan X­Fa ­ c tor var í Danmark, var al­ tjóða viðurkendi fram leið­ ar in Pete Smith – ið hev ur ar beitt við Sting, Joe Cock er, Randy Crawford og Gary More, í Danmark. Hann arbeiddi saman við fram­ leiðaranum Boe Larsen. Tá teir høvdu sæð og hoyrt Onnu á palli var leyst og liðugt. Og tá tey hittust vísti tað seg, at samstarvið riggaði stak væl og hetta sampakkaði við ta út ­ gávu ætlan, ið Anna altíð hevði havt hug at gera. – Hetta er ein dreymur, ið gongur út, sigur Anna, sambært útgevarunum. RecArt hevur skrivað langtíðarsáttmála við Onnu, og Jimmi Riise sigur m.a., at RecArt legði Onnu til merkis longu í undankappingini. Í løtuni arbeiður Anna við fullari ferð í Millfactory upp­ tøkuhølunum við eini útgávu, ið sambært útgevarunum, verður eitt brak av eini útgávu, ið tónleikaliga fer at taka lurtarar á bóli. Fyrsta single kemur væntandi 3. mai, og Walking on Fire er bland av soul, latin og pop og ikki minst kemur orðið Diva til sín rætt. dagfinn@sosialurin.fo Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mis­ munur móti borgarum Vagnur Michelsen kjak á síðu 12 H ann gjørdi eitt ordans hál, Leo kongur, sum Dimma­ lætting skírir hann, í nýggj­ astu veljarakanningini, ið Gallup hevur gjørt fyri blaðið. Slíkar veljarakanningar eru altíð áhugaverdar, tó at fólk altíð kappast um at siga, at tær skulu takast við fyrivarni. Sjálvandi skulu kanningar takast við fyrivarni, tí tær eru kann­ ingar og ikki valúrslit. Men latið okkum kortini dvølja við hesi tølini, sum um tey vóru galdandi: Hetta merkir, at Kaj Leo Johannesen fær trý fólk afturat sær – og styrkir samgonguna til svar­ andi. Fólkaflokkurin gongur eitt vet fram, meðan tað framvegis gongur sera illa hjá Javnaðarflokkinum at vinna fólksins tokka aftur. Fyri 20 árum síðani vann Javn­ aðar flokkurin stórt. Tá mynstraði flokkurin samgongu saman við Fólkaflokkinum – tann fyrsta tvey­ flokka samgongan síð ani 1954 – men hetta gjørdi enda á flokkinum sum ráðandi flokkurin í Føroyum. Undir nýggjari leiðslu í 1994 fór flokkurin í knús, tá fak felagsleiðarar fóru í opið kríggj við flokkin. Sama veg fór Tjóð veld isflokkurin eisini, men í 1998 megnaðu nýggju tjóð­ veldisfólkini at vinna flokkin fram á fremstu rók – meðan Javn­ aðarflokkurin hev ur ilt við at sleppa undan at telj ast millum teir tríggjar smæstu flokk arnar. Sambært kanningini ber aft ur til at mynstra eina tveyflokka sam­ gongu – og enntá eina »sam ríkis­ samgongu«, um Javnaðarflokkurin aftur vil leggja seg á tann bógv in. Sambandsflokkurin og Javn að ­ ar flokkurin hava ongantíð havt meiri luta á tingi síðani heima­ stýr is lógina – og fyri fyrstu ferð síð ani fullveldishug takið kom inn í politikkin í 1998, klára full veldis ­ flokk arnir ikki at mynstra meiri­ luta. Vit kunnu so leggja tað í tað, sum vit vilja – men veruleikin er kortini tann, at meðan aðrir floksleiðarar læa eftir og háa Kaj Leo Johannesen fyri sínar ódygdir sum leiðari, sam­ stundis sum hann hevur tógvið stríð við innanhýsis andstøðingar sum Edmund Joensen og Magna Laksa foss, so er tað kortini hann, ið lær síðst, ið lær best. Við síðsta val varð blást nýtt, akademiskt lív í Sjálvsstýrisflokkin. Hann fær kortini banasár í kann­ ingini, meðan Miðflokkurin anir. Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer. Spátt verður, at samgongan fellir, tá drotningin hevur vitjað – so er spurningurin, um tað fer at styrkja sambandsveingin enn meira... Samgongan fellur, tá drotningin hevur vitjað Bókadeildin hjá Føroya Lær­ arafelag hevur givið út aftur Barnarímurnar hjá Hans A. Djurhuus við mynd­ prýð ingunum hjá Elinborg Lützen. Í bókini eru 35 rímur og nótar til átjan teirra. Hetta eru rímur, sum hvørt mansbarn í Føroyum syngur: Kongaríkið í Bábýlon, Pápi mín, Karin og Hetta landið er títt. Kendir tónleikarar, eitt nú Eivør og Annika Hoydal, hava givið fløgur út, har sangir hjá Hans Andreasi eru á. Barnarímurnar eru uttan iva best kendi skaldskapurin hjá Hans A. Djurhuus. Tær komu út á fyrsta sinni í 1915. Hetta er sætta útgávan, og hevur bókin verið útseld í eina tíð. Flest fólk kenna gulu bókina við barnarímunum, men nú er guli liturin skiftur út – og er bókin í staðin ljósa blá. eirikur@sosialurin.fo Barnarímurnar aftur at fáa Ein dreymur gongur út Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo And­ støðan fær onki rúm í miðlunum høgni hoydal kjak á síðu 13 Hann ið Lær síðst Lær bEst