Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 4 Sosialurin Eg vil hoyra frá okkara kvinnu í London. So stutt kann dagsins miðlateigur skrivast. Um eina viku er val í Stórabretlandi, okkara stóra granna fyri sunnan. Valstríðið koyrir við fullari ferð í bretsku miðlunum, tríggir floksformenn stríðast um valdsmikla forætis­ ráð harrastarvið, og politikarar úr øllum sambandsríkinum skifta orð um millum annað vælferð og valskipanir. 646 fólk skulu veljast, og politiska kósin næstu fimm árini er uppá spæl. Men bretska valstríðið fær lítið afturljóð í føroysku miðlunum. Onkur lítil tíðindastubbi frá Reuters hevur verið í útvarpinum, og Dimma hevur havt eina Herald Tribune grein. Men eg sakni eina føroyska viðgerð. Kringvarpið hevur annars mangan dugað væl at at dekka valstríð í grannalondunum. Vit hava hoyrt frá Høgna í Íslandi, Hugo í Noregi og Hera í Svøríki, so nú bíða vit bara eftir einum Hanusi ella einari Henriettu beinleiðis úr London. Umframt at vera kritiskur vakthundur hava miðlarnir jú til uppgávu at skapa samfelag. Vit vilja hava søgur, sum geva okkum kenslu av rúmsáttum felagsskapi. Søguligar greinar hjá Pól á Kletti og Óla Jacobsen, menniskjaligar samrøður við Jógvan Arge og Armgarð Arge og persónligar oyggjasøgur frá Snorra Brend geva okkum myndir, sum vit kunnu samspegla okkum í. Nýggja sjónvarpssendingin, Frætt og Fregnað, fyllir sama tørv. Fríggjakvøldið vitjaði Tórður Mikkelsen við Gjógv, og tað var, sum merkti eg mínar innaru røtur strekkja seg eftir ísakalda áar­ vatn inum, sum rann oman móti sjóarmálanum, har gjáarmaður hevði bygt drátt uttan at spyrja nakran eftir. Ikki tí eg havi nakað við Gjógv at gera ella eri partur av einari líknandi bygdarmentan, men bara tí at hetta er okkara hugskapta samfelag, hetta eru vit. Í lítlu stovuni sita vit og fáa kenslu av at vera partur av nøkrum størri. Men eitt samfelag verður ikki bara skapt við rótum og nalva­ skáan. Vit skulu eisini hava mørk úteftir, fíggindamyndir og granna myndir at samanbera okkum við. Uttanlandssendingar og ­greinar eiga tí at vera partur av einum góðum miðli. Her hugsi eg ikki um søgur um, at ein skálamaður byggir eitt klaver í Johannes­ burg, ella ein tvørakona gravar eitt hol í Meksikobýi, men søgur, sum veruliga varpa ljós á onnur samfeløg enn okkara egna. Dimma eigur rós uppiborið fyri sínar Herald Tribune greinar og føstu uttanlandssíður, men tað gevur nakað eyka, tá man merkir at tingini vera viðgjørd úr føroyskum sjónarhornið. Og man hevur kanska loyv at droyma – um ikki annað – um politiskar uttan lands sendingar á støði við Beatles­sendingarnar hjá Suna Merkis stein, har heimsstjørnur, ensk sitat, føroysk viðgerð og føroyskir ummælarar ganga upp í eina hægri eind. Beint nú er politiska javnvágin í Stórabretlandi millum Labour og teir konservativu hótt av hvíta Obamakopinum, liberal demo­ kratiska Nick Clegg, spurningar verða settir við sjálva val skip an ina við 646 valdømum, og onglendingar tosa um at skerja atkvøðu­ rættin hjá skotskum og walisiskum løgtingslimum, tí hesi øki nú hava fingið heimastýri. Viðkomandi evnir, sum kunnu seta okkara heimliga kjak í perspektiv So sendi nú Henriettu avstað! Miðlar Dorit Hansen Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar. Næstu ferð skrivar Dagfinn Olsen Millum Gjógv og Clegg Hósdagin lata tríggir nýgg ir handlar upp í Hand ils kjarn­ anum í miðbýnum í Havn. Talan er um handlarnar Bian­ co og Super, sum halda til í niðastu hæddini, og Super Kids ið heldur til á 2. hædd. Nógv kenna Bianco Foot ­ wear, og umframt móta­ skógv ar hevur Bianco eis ini t.d. taskur, húgvur, háls bond og armbond. Alt í nýggj asta móta. Bianco er ein donsk handilsketa, sum hev ur handlar í nógvum evrope­ iskum býum. Super er ein móta hand ­ il við konu­ og mann fólka­ klæðum til ung og eldri av kend um merkjum sum t.d. Sisterspoint og Lee til konu­ fólk og Lee, Konrad og Mini­ mum til mannfólk. Super Kids, sum er á 2. Hædd, er ein handil við klæðum til børn og ung í aldrinum 0­16 ár. Ragnar Isaksen, sum er høvuðseigari í nýggju handl ­ unum, er stjóri og hand ils­ leiðari í handlunum. Ragnar hevur sína út­ búgving í handilsvinnuni, og hann sigur, at honum dámar sera væl at arbeiða í handli og at dekorara handlar. Hann sigur, at hesir handlarnir, Super og Super Kids, eru hans ara egna konsept. Stórur dentur er lagdur á trivnað í handilshølunum, og nevnir hann sum dømi, at har er elevator til tey, sum ikki eru so væl gongd ella sum koma inn til Super Kids við barnavogni, eins og legoborð og teknifilmur er til børnini, so tey kunnu hugna sær meðan foreldrini keypa ella bara hyggja. Í niðaru hædd­ ini er flatskermur, so mað­ urin t.d. kann hyggja eftir fótbóltsdysti, meðan konan keypir klæðir. Alt verður í løtuni er sett í stand, málað og moderni­ serað, og tá handlarnir lata upp hósdagin, eru øll væl­ komin inn á gólvið at síggja nýggju handlarnar, sum verða á tremur við nýggjum mótavørum. Vit hava lagt okkum eftir, at allar vørurnar kunnu selj ast til kappingarførar prís ir, sigur Ragnar Isaksen, sum ætlar sær at skipa fyri ymiskum tiltøkum i handl­ unum. Eitt nú kann nevnast live­tónleikur. mg Nýggir handlar í Handilskjarnanum Ragnar Isaksen er stjóri og handilsleiðari í handlunum Mynd: Jens Kristian Vang Árni Joensen Tað halda serfrøðingar hjá Centre for Economics and Business Research við Sky News. Teir hava roknað seg fram til, at prísurin á flog­ ferðaseðlum fer at hækka umleið 5,2 prosent í meðal í ár og umleið 11,5 prosent afturat næsta ár. Serfrøðingarnir meta, at flogfeløg kring heimin hava mist meiri enn 18 milli ardir krónur orsakað av øsku rok­ inum úr Íslandi, og at flog­ feløg í Evropa eiga umleið tveir triðingar av missinum. Avleiðingin verður, at feløgini noyðast at útvega sær størri inntøkur, og tað gerst einans við dýrari ferðaseðlum, siga teir bretsku serfrøðingarnir við Sky News. Men tað er ikki bara tann íslendska øskan, sum tyngir raksturin hjá flog­ fe løg unum. Altjóða flog­ ferðslu felagsskapurin IATA hevur fyrr víst á, at tann hækk andi oljuprísurin kem­ ur flogfeløgunum sera illa við, og at tað uttan iva fer at elva til dýrari ferða seðlar. Serfrøðingar á olju markn­ aðinum meta, at oljuprísurin fer upp um 100 dollarar seinni í ár. ES loyvir endurgjaldi ES­kommiserurin í flutn ings­ málum, Siim Kallas, segði á tíðindafundi í Bruxelles í gjár, at nevndin er til reiðar at áseta vegleiðandi reglur fyri, hvussu tey einstøku londini kunnu lata sínum flogfeløgum endurgjald fyri missin av íslendska gosinum. Hann segði reglurnar vera neyðugar fyri at tryggja, at tann almenna hjálpin ikki avlaðar kappingarførið. – Tær sera óvanligu um­ støðurnar kunnu rættvísgera eina fyribils stuðulsskipan fyri at tryggja flogídnaðinum endurgjald, segði Siim Kallas við tíðindafólkini. Skandinaviska flogfelagið SAS var eitt tað fyrsta at boða frá, at felagið er fegið um uppleggið hjá ES­nevndini at hjálpa flogfeløgum, sum hava fingið fíggjarligar trupul leik­ ar av øskuni úr Íslandi. – Nú er umráðandi, at somu reglur verða galdandi í øllum Evropa, so kappingin millum feløgini ikki verður avlaðað, segði SAS­forstjórin, Mats Jansson, í gjár. Hann mælti teimum politisku mynd ugleikunum til at bera skjótt at og til at fremja ætlanina í verki. Atllantic fylgir gongdini Atlantsflog hevur fyrr boðað frá, at í døgunum frá 15. til 21. apríl misti felagið millum 400.000 og 600.000 krónur um dagin ella tilsamans mill ­ um 2,5 og 4,5 milliónir krón­ ur. Felagið hevur ikki biðið tað almenna um hjálp ella endurgjald, og Jóhan Dahl, lands­ stýrismaður, hev ur sagt, at hann ger einki, fyrr enn og um ein umsókn kemur frá felag­ num. Magni Arge sigur si Sosial­ in, at felagið fylgir við, hvat hendir aðrastaðni, og hvussu málið verður handfarið har. – Prinsipielt halda vit, at okkara felag ikki skal stillast verri enn onnur feløg, sigur hann. Spurdur um, tann hækk­ andi oljuprísurin fer at ávirka prísirnar hjá Atlantsflogi, sigur stjórin, at hækkar olju­ prísurin so nógv, sum mett verður, so fer felagið helst at dagføra oljugjaldið. Tað verður dýrari at flúgva FlogFerðsla Øskan úr Eyjafjallajøkli og hækkandi oljuprísur fara væntandi at noyða flogfeløgini at hækka prísirnar bæði í ár og næsta ár