Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 2 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen aki@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Oyggjablaðið næsta mikudag: Runavík Vilmund Jacobsen Tíðliga í nítiárunum gjørdist Toft­ ir við Fiskamarknaði Føroya mið­ depilin fyri landing og sølu av fiski í Føroyum. Hetta var startskotið til stóran part av teirri menning, sum síðan hevur verið við havnalagið. Umframt fiskamarknað og landingarmiðstøð, er eisini Kassa­ miðstøð á økinum sunnanfyri Tofta gjógv, og beint norðanfyri er bygn ingurin hjá Snodd, har skriv­ stovuvirksemi og goymsla er. Á havnalagnum er eisini bygningurin hjá Halduri Vang, timburmeistara, sum ger sperrur til sethús og størri bygningar. Her er Valhalla, ið er eitt pakkivirki, sum útflytir feskan fisk. Útflutningurin av feskum fiskavørum fer fram um farleiðina hjá Fresh Link, ið leigar seg inn í skrivstovu á havnalagnum. Tvær avskipingar eru av Toftum við farmaskipinum Silver Fjord um vikuna. Millum vinnuøkið kring Tofta­ gjógv og nýggja vinnuøkið við Rætt, kemur fiskavirkið hjá Faroe Seafood, ið er fyrrverandi Nyk ur. Hetta er saltfiskavirki, ið upp runa­ liga læt upp sum vanligt fiskavirki longu í 1969. Nýggir bygningar Áhugin at fara undir nýtt vinnu­ virk semi í Nes kommunu hevur verið so mikið stórur, at kommunan hevur planerað eitt nýtt og stórt vinnuøki innanfyri Oyrarnar ella við Rætt, tey rópa. Beint innanfyri gamla Turkihúsið í Oyrunum er nýggi bygningurin hjá KBH, ið er byggifyritøka, sum hevur bygt fleiri sethús og stovnar kring um í økinum – og longur norðuri reisti Sea Star sín vinnubygning. Um ikki so langa tíð, er vænt­ andi, at MJ Saltsøla fer at byggja niðanfyri bygningin, sum Sea Sear læt byggja. Umframt vinnuna, sum seinastu árini er skapt á landi, er stór fiski­ skipavinna í Nes kommunu. Bygdin hevur gjøgnum mong ár verið kend sum útróðrarbygd og línubygd, men í fleiri ár hava útgerðarmenn á Toftum eisini átt og rikið trolbátar. Aftrat hesum kemur tilknýti, sum stóru fiskiførini, Fagraberg og Vesturvón, hava við Toftir um toftamannin og vinnulívsmannin, Anfinn Olsen. Á Toftum og soleiðis eisini í Nes kommunu er nógv vinnuvirksemi, sum kemur fólkinum og økinum til góðar, men so sanniliga eisini øðrum, ið starvast og virka í tí virk­ semi, sum er skapt. Aðrar umstøður Skúlin er nýliga útbygdur, so hann er vorðin nútímans við nýggjum møgu leikum – ikki minst við stórari fimleikar høll og aulu við ymiskum møguleikum. Á Toftum er eisini eldrasambýlið Vesturskin, ið hevur pláss fyri 16 búfólkum. Ítróttarliga er bygdin væl fyri við bæði graslíkisvølli og grasvølli umframt góðum felagshúsi. Skipaði viðurskifti eru eisini á barnaansingarøkinum, so karmar og grundarlag undir bygdunum í kommununi er gott. vilmund@sosialurin.fo ... á Toftum og soleiðis eisini í Nes kommunu er nógv vinnuvirksemi, sum kemur fólkinum og økinum til góðar, men so sanniliga eisini øðrum, ið starvast og virka í tí virksemi, sum her er skapt... Tað grør um gangandi fót TOFTIR Havnalagið á Toftum man vera tað havnalag í Føroyum, sum er broytt mest seinastu árini. Vinnulívið kring havnina hevur verið fyri sera stórum broytingum – og í stórari menning seinastu 15-20 árini MENNING Fáar bygdir munnu sum Toftir hava verið fyri so stórari vinnuligari menning uppá lutfalsliga stutta tíð Mynd: Tórleif Johannesen