mikudagur 28. apríl 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
4
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Veðrið er av tí allarbesta og soleiðis
var streymurin eisini í farnu viku.
Teir tríggir umborð á Kristu
Mariu høvdu henda túrin sett lín
una einar átta fjórðingar vestur
úr Høvdanum, og nú var tíðin at
avreiða dagsins fong.
At avreiða her á Toftum er
nærum gerandiskostur hjá teimum.
Aðrir kunnu kanska leggja veiðuna
upp aðrastaðni og síðani koyra við
bili til hús, men hesir tríggir gera
ikki tað.
Tað vísir seg eisini, at starvs fólk
ini á Fiskamarknaðinum kenna teir.
Tað er skjótt at kassar við nýggjum
ísi verða settir á bryggjuna, og so
byrjar sjálv uppskipingin.
Ein trukkur við krókum verð
ur brúktur at hiva kassarnar í
land. So hvørt sum teir koma í
land, fer tann eini av manningini
eftir meiri ísi at leggja oman yvir
kassarnar.
Veiðan kemur jú at standa inni í
høllini til mánadagin, tá upp boðs
søla verður aftur.
Fyri manningina ræður um at
gera skjótt av og fara nýggjan túr,
tí í hesi vikuni verður broyting í
streymviðurskiftunum. Sambært
streymtalvuni tekur streymurin til
í hesi vikuni, eins og veðrið verður
eitt sindur meiri ivasamt.
Tí verður neyvan nakað serligt
av útróðri teir komandi dagarnir.
35 stampar
Teir tríggir menninir umborð á
Kristu Mariu løgdu frá landi beint
eftir midnátt í gjárkvøldi – fríggja
náttina.
Eftir at hava sett línuna og
drig ið hana aftur, settu teir beina
kós ímóti Toftum sum so mangan
áður.
Teir komu inn á Toftir nakað
áðrenn klokkan fýra henda dagin,
og eina lítla løtu seinni, var liðugt at
landa teir átta kassarnar – tríggjar
við hýsu og fimm við toski.
– Vit settu 35 stampar, og eg rokni
við veiðan liggur um 4000 pund,
metir skiparin, Kristin Hansen
sum upprunaliga er nólsoyingur,
men sum hevur búð á Argjum
meginpartin av lívi sínum.
Vánaligt
Tá talan er um fiskiskap, eru altíð
ójavnar tíðir. Soleiðis hevur eisini
verið við fiskiskapinum hjá Kristu
Mariu.
Sjálvur ynskti skiparin, Kristin
Hansen at teir kundu havt betri
fiskiskap.
– Nei, hjá okkum hevur tað verið
vánaligt, staðfestir hann.
TVÆR
AVREIÐINGAR
Sjómenn hava altíð eina
góða føling við, hvat teir
hava í lastini.
Tá Krista Maria kom inn
at landa fríggjadagin,
metti skip arin, Kristin
Hansen at veiðan lá um
tey 4000 pundini.
Ikki kann sigast annað,
enn at væl var mett:
Sambært yvirlitinum hjá
Fiskamarknaði Føroya á
Toftum, vá henda veiða
4100 pund.
Og sambært sama yvirliti
var Krista Maria aftur á
Toftum dagin eftir við
4700 pundum.
4100 pund á 35
TofTir Tað hevði verið sera friðarligt her við havnarlagið seint seinnapartin fríggja
dagin, – um tað ikki júst var fyri einum einstøkum útróðrarbáti, Kristu Mariu sum
kom skúmandi inn um molan við kós ímóti Fiskamarknaði Føroya á Toftum
Sambært streymtalvuni
tekur streymurin til í hesi
vikuni
Kristin Hansen umborð á Kristu Mariu - ein sjógóður útróðrarbátur við góðari maskinorku
Mynd: Jens Kristian Vang
Tey 4100 pundini rúmaðust
í átta kassum, sum her
verða hivaðir í land
Mynd: Jens Kristian Vang