Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 Sosialurin Ítróttur Ólavur Øre Hansen Seinastu árini hevur EB/Streymur staðið seg sera væl í steypa kapp­ ingini. Seinastu trý árini hava sunda lagsmenn verið í finaluni um Løg manssteypið. Teir vunnu kapp­ ingina í 2007 og 08, meðan Víkingur foraði teimum í at vinna steypið til ognar í fjør. Spurningurin er so, um EB/ Streym ur skal koma í finaluna um Løgmanssteypið fjórða árið á rað, ella B36 klárar at steðga sunda­ lagsmonnum, eins og teir gjørdu í fyrsta umfari av landskappingini í ár. Javnir dystir – Fyri okkum var tað líka mikið hvørjum vit skuldu møta í hálv­ finaluni, sigur Sigfríður Clem ent­ sen, og heldur fram, at tað nytt ar ikki at brúka orku uppá slíkt, sum vit onga ávirkan hava á. – At lutakasti hevði við sær at mótstøðuliðið gjørdist EB/Streym­ ur er bara stuttligt, sigur fyrr ver­ andi EB/Streyma venjarin, sum er nøgdur við lutakastið. Hóast B36 hevur fingið eina sera góða byrjan á landskappingina, har teir millum annað hava vunnið á EB/Streymi, so metir Sigfríður Clementsen ikki at B36 er favorittur at vinna hálvfinaluna móti EB/ Streymi. – Heldur verður talan um tveir javnar dystir, har dagsformurin verður avgerandi, sigur B36 venj­ arin. – Um nakað av liðunum hevur ein lítlan fyrimun, so er tað EB/ Streymur, tí teir hava heimavøll í seinra dystinum, sigur Sigfríður Clementsen at enda. Væl nøgdur við lutakastið Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham sigur seg vera væl nøgdan við lutakastið, sum hevur við sær at sundalagsmenn í hálvfinaluni í steypakappingini, skulu møta odda­ liðnum í Vodafonedeildini. Heðin Askham er samdur við Sigfríð Clementsen í, at talan verður um tveir javnar hálvfinaludystir, har tað dagsformurin verður avgerandi. Tískil er tað sera týdningarmikið at vit eru væl fyrireikaðir til dystirnar móti B36, sigur fyrrverandi B36 venjarin. Spurdur um hann metir tað vera fyrimun hjá EB/Streymi at hava heimavøll í seinra dystinum, sigur Heðin, at tað ber ikki til at siga. – Um so er at vit fáa eitt gott úrslit í fyrra dystinum, kann tað hava týdning, men tað er ikki nak­ að sum vit kunnu brúka til nakað áðrenn tann fyrri dysturin er leikt­ ur, sigur Heðin Askham í stutt ari viðmerking til Sosialin. Núverandi og táverandi Síðst B36 og EB/Streymur brustu saman í steypakappingini, var í finaluni í 2008, sum sundalagsmenn vunnu 3­2. Venjarin hjá EB/Streymi tá, var núverandi B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, meðan tá­ verandi venjarin hjá B36, Heðin Askham, ja hann stendur nú við stýrsivølin hjá EB/Streymi. Spurningurin er so bara, hvør av teimum báðum dregur longra stráð­ ið móti sínum fyrrverandi liði. Fyrri hálvfinaludysturin verður leiktur í Gundadali 20. mai, meðan returdysturin verður við Margáir 8. juni. Dagsformurin verður avgerandi løgmanssteypið EB/Streymur skal spæla ímóti oddaliðnum í Vodafonedeildini, B36. Hetta gjørdist greitt eftir at lutakast var mánakvøldið, um hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Bæði Heðin Askham og Sigfríður Clementsen siga seg vera nøgdar við lutakastið Um nakað av liðunum hevur fyrimun, so er tað EB/Streymur, tí teir hava heimavøll í seinra dystinum Ólavur Øre Hansen Talan er um endurtøku av hálv­ finaluni í steypakappingini frá í fjør, tá Víkingur vann. Venj­ arnir hjá ÍF og Víkingi vóru ikki nógv fyri at gera stórvegis við merkingar til lutakastið, men søgdu tó, at teirra lið vildu vinna kappingina, og tí skuldi hálvfinalan vinnast, óansæð hvat mótstøðuliðið var Tað er lagt upp til eitt brak av einum dysti, tá ÍF og Víkingur bresta saman í hálv­ final uni í kappingini um Løg­ mans steypið. Umframt at talan er um hálvfinaludystir, so er talan eisini eina granna­ uppgerð, og tað ger ikki dyst ir­ nar minni spennandi. Vit eru klárir Ábraham Løkin, venjari hjá íF, sigur í stuttari viðmerking til Sosialin, at hansara menn eru klárir. – Vit taptu jú hálv­ finaluna móti Víkingi í fjør, og tað hevur við sær, at vit eru bara enn meira uppsettir, sigur ÍF venjarin. Spurdur um fuglfirðingar helst vildu sleppa undan at møta grannunum úr Gøtu og Leirvík, svaraði Ábraham, at tað kann gera tað sama. Skulu vit vinna kappingina, ja so skulu vit vinna óansæð hvat mót støðuliðið er. – Í so máta gevur tað bara meira brenni á bálið, at tað júst gjørdist Víkingur sum verður mótstøðuliðið, sigur Ábraham Løkin at enda. Dagsformurin verður avgerandi Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, metir at tað verð­ ur dagsformurin, sum verður av gerandi í hálvfinaluni, tá Vík ingur skal leika móti fugl­ firð ingum. – Hóast ÍF ikki er nakar »ynski­mótstandari«, so gjørdi tað okkum tað sama, hvørj um vit skuldi leika ímóti í hálv­ finaluni, sigur Jógvan Martin, og heldur fram, at liðini sum eru komin í hálvfinaluna eru øll sera sterk. Tískil verða tað truplir dystir óansæð hvørjum vit skuldu møta, sigur Jógvan Martin. Av tí at øll liðini eru javnt sterk verður tað dagsformurin, sum verður avgerandi, metir Jógvan Martin. Spurdur um sigurin á ÍF í hálvfinaluni í fjør, hevur við sær at Víkingar hava yvirtakið, sigur venjarin hjá Víkingi, – at tað er trupult at sammeta. Hetta tí fuglfirðingar hava fing­ ið góðan styrk til hetta kapp­ ingarárið, meðan vit hava mist nakrar av berandi offensivu leik arunum frá í fjør. Tískil ber ikki til at sammeta støðuna í ár í mun til í fjør, sigur Jógvan Martin Olsen ÍF leikar heima fyrst ÍF hevur heimavøll í fyrra hálv­ finaludystinum, sum verður leiktur á Fløtugerði hósdagin 20. mai, meðan returdysturin verður leiktur í Sarpugerði týs­ dagin 8. juni. Eysturoyarlið bresta saman í hálvfinaluni løgmanssteypið Lutakastið vildi tað soleiðis at grannarnir úr Víkingur og ÍF bresta saman í hálvfinaluni Bárður Olsen, ið hevur verið einastandandi fyri B36 í ár, skal í hálvfinuluni aftur møta barndómsfelagnum Mynd: Álvur Haraldsen Fuglfirðingar hava heimavøll í fyrra hálvfinaludystinum Mynd: Álvur Haraldsen