hósdagur 29. apríl 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75
Sosialurin
Kirkjugarður
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Í hesum parti
um Rubekk-
ættina verður
eisini greitt frá
Smiðjustovu og
Georg Rubeksen,
sum ungur misti
konu við barni
Jákup Lindenskov greiðir í
síni bók um Ellisheimið frá,
at av børnunum hjá Rubekki
fluttu tey trý, Elspa, Heini og
Amalia á ellisheimið tann
dagin, tað lat upp 15. august
1935.
Heini, sum var deyvur,
fekk kamar fyri seg sjálvan.
Elspa, sum var deyv, men
kundi
tosa,
fekk
kamar
saman við Amaliu.
Elspa og Heini høvdu
verið á Deyvainstitutti í
Keypmannahavn, har høvdu
tey lært fingramál og ymiskt
handverk. Heini lærdi at skera
og evna úr viði og at binda
kurvar. Kúgv var í húsinum á
Húsabrúgv, og Heini røktaði
hana fyrimyndarliga. Brøð
urnir Heini og Adolf høvdu
hvør sína helvt av trøðni hjá
pápanum á Hálsatjørn.
Framúr hegni og handa
lag hevði Heini at roykja mat
vørur sum fisk, fugl kjøt og
eisini turt spik. Roykiovnurin
stóð í gongini. Brennievnið
var savurspønur.
Á
Deyvainstituttinum
hevði Elspa millum annað
lært at pípa prestakragar.
Øll síni bestu ár var Amalia
í Vágsbotnhandlinum, har
hon bryggjaði øl.
Húsini hjá Rubekki stóðu
beint
eystanfyri
Havnar
Kirkju. Øll teirra átta børn
búsettust í Havn.
Tá tey trý Rubeksystkini
fluttu á Ellisheimið, vórði hús
teirra ognað ellisheiminum.
Tey stóðu upp til miðskeiðis
í 50unum.
Beiggin
Jógvan
bygdi
afturat húsunum á Húsa
brúgv og búði har. Sámal var
næstelstur av systkjunum.
Hann giftist inn í Smiðjustovu
í Bringsnagøtu beint yvir av
Kjælnes húsinum.
Smiðjanstovan
Um húsini í Smiðjustovu
skrivaði Caroline Heinesen,
mamma William:
Når man skule gå ud i
Vågsbotn ad Bryggebakken,
kom man først forbi Smiens
stue til venstre. Det var
Hanus í Smiensstovas barn
domshjem. Der boede en
gammel bedstemor, lille og
rund. Så kom konen i huset,
der hed Sanna. Hun var som
et forklædt mandfolk, robust
og munden gik altid på hende.
Deres tre børn var Gitte,
som blev gift i København,
Hanus og Anna Sofia, som er
gift med Vilhelm Simonsen.
Sanna er en dygtig kone.
Sofus Rubeksen doyði
í uttanlandasigling
Sofus
Rubeksen,
sonur
Hanus í Smiðjustovu, doyði
í uttanlandssigling undir 2.
heimsbardaga, 29 ára gamal.
N.J. Arge greiðir frá, at
hetta hendi tann 12. desember
1939. Sofus sigldi sum annar
stýrimaður
við
danska
farmaskipinum Stensby hjá
skipafelagnum Orient.
Sofus datt í lastina undir
lossing, meðan skipið var
statt eystanfyri. Sum ungur
gekk Sofus í realskúlan í
Havn. Tá tann tíðin var av,
fór hann umborð á danska
skúlaskipið Georg Stage og
fekk ta útbúgving, sum har
kundi fáast.
Síðan var farið umborð
á farmaskip at seta seg inn
í tað lívið, og tá ið hann
hevði
fingið
nóg
langa
siglingartíð, fór Sofus at
ganga á stýrimansskúla. Tá
hann hevði fingið prógvið,
varð hann tikin í danska
hertænastu.
Tá ið hon var av, varð hann
settur umborð á Stensby sum
annar stýrimaður, og har var
hann fyri vanlukkuni.
Krukkan við øsku hansara
kom heim til Føroya og
varð grivin í kirkjugarðin á
Svínaryggi, har hann eisini
fekk gravstein. Hansara unga
norska kona var hjástødd.
Georg misti sína
unga konu og barn
Nógvir
gravsteinar
hava
eina syrgiliga søgu, sum
tað eisini kann síggjast á
kirkjugarðsprotokollini.
Tann 28. juli 1928 er jarðað
»Georg Rubeksens nyfødte
Barn.« Næsta jarðarferðin
er tann 5. august eina viku
seinni, og nú er tað »Johanna
Josefine Rubeksen, 29 Aar,«
sum er jarðað.
Sigrid Dam f. Rubeksen
hevur
greitt
frá
søguni
aftanfyri hesa grøv. Georg
var pápabeiggi hennara.
Kona Georg, Johanne
Josefine, var ættað úr Vági.
Foreldur
hennara
vóru
Johanna Maria Fredrikka f.
Toftum (18601932) og Dánjal
Jacob Ægidius Niclassen,
(18721937), skipari úr Vági.
Pápin átti í fyrru giftu
Elisabeth Mariu Cathrinu
Dimon,
sum
giftist
við
Eliesar Jespersen. Hon var
millum onnur omma Heðin
Mortensen,
borgmeistari
í Havn, og Jan Jespersen,
yvirlækna á Tvøroyri.
Í seinnu giftu vóru børnini
umframt Johanne Josefine:
· Jacob Marius Eliesar
Niclassen, giftur við Johannu
Sofíu Jacobsen úr Skúvoy.
· Marianna Malena Fred
rikka, gift við Hans Martin
Poulsen, av Eiði.
· Ingibjørg Poulina, gift við
Thomas Sørensen úr Dali.
· Sofus Johan Ferdnand,
giftur við Matildu Oliviu Sus
annu Michelsen úr Nólsoy.
Georg var føddur 28. marts
1896. Hann var sonur Mourits
hjá Rubekki og var tískil
beiggi Jens Peter kallaður
Pedda post, Christian Martin,
Rubekk, báðir sigldu hjá
mjólkaforsýningini, og Johan
Hendrik, Bill kallaður. Ein
systir Anna flutti niður.
Georg
konfirmeraðist
3. apríl 1910. Hann gjørdist
virkin í ítrótti. Hann svam
í hvussu er á ólavsøku 1913.
Hann var eisini fimleikari
og luttók í hvussu er í
fimleikakapping í 1917. Á
mynd hjá Birgar situr hann
við steypi, og hevur hann
helst verið í fremstu røð.
Georg og Johanna Jose
fina byggja hús í Tróndar
gøtu. Tey fáa eina deyðfødda
dóttir. Eina viku eftir doyr
so mamman. Kistan við
barninum verður tikið upp
úr síni grøv og verður jarðað
saman við mammuni. Pedda
post, uppkallaði dóttir sína
Johanna Josefine eftir deyðu
svigarinnuna. Tískil kom
Minna, sum hon varð kallað,
at arva hennara hálsketu.
Seinni
giftist
Georg
við eini norskari kvinnu
Aslaug úr Bergen. Tey fingu
einki barn í fyrsta umfari
og ættleiddu ein drong,
Kári. Tey komu til Føroyar
áðrenn
heimsbardagan.
Georg var við í tí vaktarliðið,
sum kommunan setti undir
krígnum, og hann hevði
ábyrgdina av Kongagøtu,
Tvørgøtu og Sjúrðagøtu.
Georg var timburmaður
og hevði verið niðri á skúla.
Hann var við til at byggja
sjónleikarhúsið í 1926. Hann
arbeiddi eisini hjá Balslev.
Ein uppgáva hjá teimum
var at gera skúrar klárar
at seta upp til útróður í
Grønlandi. Her hevði Georg
ábyrgdina. Tað var tikið til
av útróðrarmanni, at so væl
var hetta arbeiðið frágingið,
at tá teir settu skúrin upp í
Grønlandi, manglaði ikki so
mikið sum ein skrúva!
Í Føroyum fáa Georg og
Aslaug sonin Erling. Pápi
Aslaug kom til Føroyar at
ferðast beint áðrenn týsku
hersetingini av Noregi. Hann
slapp tískil ikki heim aftur.
Hann doyði og varð jarðaður
í Føroyum.
Eftir kríggið flyta tey til
Noregs, har Georg var við í
eini fyritøku. Men hann helt
sambandið viðlíka til Føroyar
og var ofta og ferðaðist.
Hann gjørdist 95 ára gamal
og doyði umleið 1990.
Kári er deyður. Men Erling
hevur framvegs samband við
sína ætt í Føroyum.
Tey hjá Rubekki:
Deyða dóttirin varð flutt í grøvina hjá mammuni
STYRMAND - SOFUS
WINTHER RUBEKSEN
FØDT 19. APRIL 1910
DØD 12. DECEMBER 1939
TAK FOR ALT
JOHANNE JOSEFINE
RUBECKSEN
FØDT NICLASEN
I VAAG
F. 3. NOVEMBER 1898
D. 2. AUGUST 1928
OG DATTER
ELSKAÐ OG SAKNAÐ
Georg misti ungur
konu og barn
Komandi partur
verður um Sannu og
Jógvan Waagstein,
millum annað kendur
sum listarmaður og
tónleikari
Sofus W. Rubeksen doyði av
vanlukku undir krígnum
Johanne Josefine fekk
ein vakran gravstein
Frá vinstru brøðurnir: Rubek, Johan Hendrik (Bill),
Georg og fremst sitandi Jens Peter (Pedda Post)