Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 Sosialurin Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Nýtt starv sum deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja. Stjórnarskrivstovan Stjórnarskrivstovan er bygnaðarliga undir kommunustjóranum. Á stjórnarskrivstovuni starvast, umframt leiðaran, 7 fólk. Virkisøkið hjá stjórnarskrivstovuni er í tveimum: Stjórnarskrivstovan samskipar virksemið hjá borgarstjóranum, kommunustjóranum og fyri- sitingarstjórum kommununar mótvegis politiska myndugleikanum, viðskiftafólki og umsitingini. Stjórnarskrivstovan er í hesum sambandi móttøkan í ráðhúsinum og skrivstova hjá stjórunum, og fyri- reikar fundir, vitjanir, hátíðarhald og tiltøk, sum kommunan skipar fyri ella er partur av. Stjórnarskrivstovan hevur eisini kunningarvirksemi kommununnar um hendi, herundir ábyrgd av heimasíðu, intraneti og útgávu- og lýsingavirksemi kommununar. Stjórnarskrivstovan hevur ráðgevandi leiklut í mun til samskifti við viðskiftafólk og fjølmiðlar. Útbúgving og royndir Vit ímynda okkum ein persón við hóskandi útbúgving innan tænastuvinnu, fyriskipan ella samskiftisøkið. Umsøkjari við royndum innan eitt ella fleiri av hesum økjum hevur fyrimun. Umsøkjari skal harumframt duga føroykst, norðurlendskt og enskt mál í skrift og talu. Høvuðsuppgávur Deildarleiðarin á stjórnarskrivstovuni fær ábyrgd av at leiða stjórnarskrivstovuna, so hon virkar á høgum tænastustøði mótvegis borgarum, politiska myndugleikanum og stjórum kommununar. Í hesum sambandi hevur deildarleiðarin ábyrgd av at menna starvsfólk og fyrisiting til støðugt broyttar tíðir og avbjóðingar og tryggja, at stjórnarskrivstovan virkar sum ein eind. Deildarleiðarin skal fyrisita og fyrireika samstarv og samskifti við vinar- og samstarvsbýir, fyrireika luttøku á ráðstevnum og messum, og fyriskipa kommununar leiklut í sambandi við tey tiltøk sum kommunan stendur fyri. Deildarleiðarin skal skipa fyri kunningarvirksemi kommununar og tryggja, at heimasíða, intranet og útgávu- og lýsingarvirksemi kommununar eru fakliga og fíggjarliga dygg, umframt at øll kunning um kommununa er neyv og á høgum støði. Setanarviðurskifti Starvið er fulla tíð og lønt sambært tænastumanna- sáttmálanum í 35. lønarflokki, uttan tó at vera tænastumannastarv. Ella sambært samsvarandi áseting í avvarðandi sáttmála. Umsókn Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýs- ingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í sein- asta lagi 4. mai 2010 kl. 12.00. Merkið umsóknina „Deildarleiðari til stjórnarskrivstovuna“. Meira fæst at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingibjørg Berg, kommunustjóra á telefon 302010. Deildarleiðari til stjórnarskrivstovuna Fa m i l j u d a g u r á Eiði 8. mai 2010 Í ár verður familjudagurin hildin í skúla­ num á Eiði. Byrjað verður klokkan 10.00 við morg­ unmati og hugna. Umframt spæli­ plássið í garðinum og stóru ítróttar­ høllina, verður hoppiborg til børnini. Harafturat fer altíð smílandi Jensina Olsen eisini at undirhalda og sigur hon, at allar bamsur eru vælkomnar við. »Hvør eri eg?« – samleikamenning í ungdómsárunum. Á aðalfundinum, sum byrjar kl 14.00 aftaná døgurðan verða tvær fram­ løgur: Yohan Borðoy, sum er ættleiddur úr Kolumbia, fer fyrst at siga frá síni ferð til Kolumbia í fjør, har hann arbeiddi og las í 6 mánaðir. Kári Leivsson, sálarfrøðingur fer síðani at hava eina framløgu undir heitinum “Hvør eri eg? – samleikamenning í ungdómsárunum.” Børn ókeypis Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 150,00 fyri vaksin yvir 18 ár. Tey, ið ynskja at luttaka, skulu senda teldupost til post@aettleiding.fo og rinda kr. 150,00 inn á konto hjá felagnum áðrenn 1. mai 2010. Luttøkugjaldið skal rindast á kontu 6460 ­ 1693702 Øll áhugaði í ættleiðing eru hjartaliga vælkomin til Eiðis 8. mai 2010. NevNdiN w w w . a e t t l e i d i n g . f o Æ t t l E i ð i n g a r F E l a g i ð P o s tb o k s 7 6 F O -1 1 0 Tó rs h a v n p o s t@s o s ia lu rin .fo Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin! Vit leita eftir røttu lærlingunum til handlar okkara í Klaksvík og til Landavegin í Havn. Og kanska er tað júst tær, ið vit leita eftir. Ert tú ágrýtin og dámar at veita eina tænasta, ið gleðir onnur. Ert tú eisini ein, ið sær teg sjálva/n, sum tann, ið veruliga ynskir at gera munin. Og um tú hartil hevur viljan og hugin at røkka málið saman við okkum, so ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn. Um hetta kanska er tú So vildu vit fegin fingið eina skrivliga umsókn frá tær, við avriti av prógvum og møguligum viðmælum innan 1. juni 2010. Lærutíðin, ið er 3 ár, inniber at tú hevur tikið FHS - prógv. Send umsókn til: INN, Klaksvíksvegur 80, 700 Klaksvík ella INN, Landavegur 103, 100 Tórshavn Er tað tær vit leita eftir? LÆRLINGALÝSING