Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 mánadagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Dansk Industri hevur kann­ að, hvørja ávirkan gott flog­ samband hevur til tess at tryggja vøkstur. Kjakið um týdningin av góðum og regluligum flog­ sam bandi er íkomið eftir stóru trupulleikarnar í sam­ bandi við øskuna úr eld­ gosinum í Íslandi. Royndir úr Stóra Bretlandi vísa, at 10% betri flogsamband økir um framleiðsluna upp á longri sikt út við eitt prosent. Somuleiðis hevur hetta serliga stóran týdning fyri lond, sum hava nógvan samhandil við útheimin. Tá stórar altjóða fyritøkur skulu taka støðu til, hvar tey skulu staðseta fyritøkur, er flutningssambandið av ger­ andi. Í árligu kanningini, European Cities Monitor, har 500 vinnulívsfólk meta um avgerandi viðurskifti í sambandi við staðseting av fyritøkum, svara millum 45 og 61% ­ alt eftir vinnugrein – at flutningssambandið við aðrar býir í landinum og aðrar býir í øðrum londum er av ger andi. Upp á spurningin, hvørjir býir í Evropa eru best ir at staðseta fyritøkur í, er svarið heilt greitt, at al­ tjóða flutningssambandið frá býnum hevur størstan týdning, og tað er London, sum flest velja, sum bestu staðsetingina. (Kelda: www.industry.fo/www.di.dk) eirikur@sosialurin.fo L eygardagin var altjóða ar beið­ ara dag urin hildin kring heimin, eins og hann hevur verið hildin sein astu stórt hundr að árini, síðani Social istiski Internationali í 1889 ásetti hendan dagin til stríðsdagin hjá arbeiðararørsluni – 100 ára dagin eftir fronsku kollveltingina. Vit kunnu ikki siga, at føroyska verkafólkið heldur dagin sum stríðs ­ dag sum so. Dagurin er meira ein fr í dagur enn ein stríðsdagur, men á hvørjum ári skipar Havnar Arbeiðs­ manna felag fyri fundi á Vagl in um í Havn, sum Kringvarpið sendir bein­ leið is. Har hoyra vit fak felags fólk halda røðu saman við onkr um gesta­ røðara, meðan Havn ar Horn orkest ur spælir ymsar arbeiðara sangir. Hesaferð vóru røðararnir Inge­ borg Vinther, sum í vikuni kundi hátíðarhalda 30 ára dag in sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, Vígdis Johannesen, sum í nógv ár hevur verið forkvinna í Havnar Arbeiðs mannafelag – og so Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sum fyri kort um gjørdi eina miseydnaða roynd at taka dupultar lønir frá politik arum. Í øðrum londum frættist um vikuskiftið, at 1. maidagshaldini hava gingið meira harðliga fyri seg. Fíggjarkreppan ger um seg, og tað var eitt nógv umrøtt evni. Tað sum vit kanska kunnu sakna í føroyska kjakinum er, at fakfeløg og politiska skipanin duga betur at samskifta – og taka hendur saman við konstruktivum dialogi heldur enn tað nógva keglið, sum ofta er at hoyra – helst tí, at politiska skipanini ikki tekur fakfeløgini í nóg stórum álvara. Tað er so sjálvsagt, at ein slíkur dagur verður nýttur til at seta fram krøv um løn, um javnstøðu, um fólka ræðisligar ábøtur og ikki minst til at minna á mannarættindi og sam haldsfesti. Tað er tó ein veruleiki, sum Inge­ borg Vinther eisini vísti á, at nógv tann størsti parturin av teim um arbeiðsleysu í dag eru tey ófak­ lærdu – júst tann bólkurin, sum sum eigur stríðsdagin. Fyri sekstan árum síðani skipaðu fakfelagsfólk seg við sínum egna polit iska flokki og fingu ávirkan. Hetta eydnaðist tó ikki væl. Aðra­ staðni fylkist fakfelagsrørslan gjø g num politisku flokkarnar á vinstra veing in um, men í Føroyum er slíkt for mali serað samband bæði óhug sandi og ómøgu ligt – vit duga ikki altíð so væl ta demo krat isku pro sess ina? Boðskapurin frá arbeiðara­ rørs l uni er tó vælgrundaður: At tað er eitt krav mótvegis politiska myndugleikanum, at stýrt verður soleiðis, at tað ikki verða tey veik­ astu, sum verða ofrað í teirri so kall­ aðu fíggjarkreppuni. Men tað verða tey kortini – og tað púra tilvitað! Tey veiku verða tilvitað ofrað í kreppuni Løgtingsmenn halda, at tað er sera óheppið fyri trú ­ virðið hjá tí almenna, at av­ talur, sum almennir stovnar gera, ikki verða hildnar. Tá ein almennur stovnur ger eina avtalu við annan part, ger hann avtaluna vegna landsstýrið og løgtingið, og tí er tað stak óheppið, um slíkar avtalur ikki verða hildnar. Tað vóru løg­ tings menn á einum máli um, tá Løg tingið hós dagin við gjørdi ein fyri spurn ing um bakka verju í Fámjin. Í fyri spurn inginum vísti Torbjørn Jacobsen á, at Landsverk hevði gjørt av­ talu við fámjin ing ar um at gera bakka verju, men at eingin verja er komin enn. Ann ika Olsen, lands­ stýr is kvinna í inn lendis­ málum, ásann aði, at avtalur, sum almennir stov nar gera, skulu hald ast. Hon segði, at hon hevði roynt at fáa pening játt aðan til bakkaverjuna í Fámjin, men higartil til fánýtis. Bakka­ verjan í Fámjin er mett at kosta eina millión krónur at gera. Fámjiningar reistu málið á fyrsta sinni í 1984. arni@sosialurin.fo Tað almenna skal halda avtalur TEy vEiku vErða ofrað Gott flogsamband tryggjar búskaparvøkstur Avlýsa barna­ konsertir Bernharður wilkinson kjak á síðu 10 Blokk­ urin má tiðnast upp marius dam kjak á síðu 13