mánadagur 3. mai 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fríggjamorgunin
komu
tríggjar fráboðanir til politi
ið um gjøgnumrótaðar bilar
í vesturbýnum í Havn.
Nógv bendir á, at tann,
teir ella tey, sum hava
verið inni í bilunum hava
leitað eftir billyklunum.
Í bilunum lógu ymiskir
virðislutir, men teir høvdu
ongan áhuga.
Í øllum trimum førunum
vóru bilarnir ólæstir. Slopp
ið varð undan slíkum hend
ingum, um eigararnir læstu
bilarnar, sigur politiið.
randi@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Farna vikuskiftið í Havn var
merkt av nógvum dýrandi
fullum fólkum, og tað tulkar
politið sum, at vikuskiftið
var langt, og frítíðarlønin
júst var komin.
Ein ungur maður meld
aði, at hann sunnunáttina
í Steinatúni var álopin av
nøkrum tannáringum.
Ein maður í 20árunum
varð leygarnáttina álopin
av nøkrum tannáringum
uttan fyri eini hús, har
hann hevði verið í balli.
Sjálvur mintist maðurin
einki, men vitni høvdu
sagt honum, at hann var
sparkaður í høvdið. Vitnini
kundu eisini siga navnið av
onkrum teirra, ið leyp á.
randi@sosialurin.fo
Bilar gjøgnumrótaðir
Sparkaður í høvdið
HARÐSKAPUR Ein maður i 20-
árunum varð leygarnáttina álopin
í Havn og sparkaður í høvdið
Randi Jacobsen
Oljuadálkingar frá skipum
eru javnan í Havn, og ofta
hongur Tórshavnar komm
una upp á rokningina, tí
syndarin verður ikki funnin.
Men sunnudagin seinna
partin var lætt at síggja, at
oljan, sum var farin á sjógv
við
Bursatanga
í
Havn,
stavaði frá Váðasteini, sum
nakrar tímar var komin inn.
Manningin visti ikki av
nøkrum, fyrr enn politiið
sendi
boð
eftir
teimum.
Samstundis var sløkkiliðið
boðsent.
Vardi nakrar tímar
Nakað eftir at báturin var
komin inn, var automatiska
pumpuskipanin sett til at
pumpa olju úr einum tanga
yvir í brúkstangan. Eftir røtt
um skuldi pumpingin steðg
aði, tá ið tangin var fullur,
men tað gjørdi hon ikki, og tí
fleyt olja yvir og á sjógv.
Tá ið sløkkilið kom til,
hevði olja runnið á sjógv í
stívliga tríggjar tímar.
Anfinn Reinert, varaleiðari
í Tórshavnar sløkkilið sigur,
at teir meta oljuna, sum fór
á sjógv til at vera mllum 1200
og 1500 litar.
Tað var so heppið, at
oljan ikki rak yvir móti báta
brúgvunum, men fór yvir
móti molanum og fram við
bryggjuni.
Sløkkilið fekk tikið nógv
av gassoljuni upp, og nakað
dampaði burtur. Men fram
vegis sæst ein filmur av olju
fram við molanum og yvir
móti Nyhavn. Eitt sindur er
helst farið til havs.
Á midnátt var sløkkiliðið
liugur við arbeiði sítt.
Av tí at staðfestast kundi,
at oljan kom frá Váðasteini,
fær reiðaríið rokningina fyri
uppruddingina.
randi@sosialurin.fo
Váðasteinur
fær rokningina
OljUdálKing Sjálvvirkandi pumpuskipanin hjá Váðasteini virkaði ikki
sunnudagin, tá ið olja varð pumpað úr einum tanga í annan. Úrslitið
var, at 1200-1500 litar av olju fór á sjógv við Bursatanga í Havn
Tað var Váðasteinur, sum var orsøkin til oljudálkingina
Mynd: Jens Kristian Vang
Randi Jacobsen
Tá ið tey fimm arbeiðara
feløgini og Føroya Arbeiðs
gevarafelag fóru til hús hós
kvøldið, samdust tey um at
leingja sáttmálan til á mid
nátt í kvøld. Sáttmálin gekk
annars út leygardagin.
Klokkan 10 í dag vórðu
samráðingarnar
tiknar
uppaftur.
Føroya Arbeiðsgevara
felag hevur boðað frá, at
felagið ongar viðmerkingar
hevur til samráðingarnar
enn.
Sonja Jógvansdóttir, sam
skipari í Samtaki sigur, at
tað gongur spakuliga fram
eftir. Hon sigur, at okkurt
smávegis er komið upp á
pláss.
– Eg haldi, at samráðing
arandin er góður, og virðing
er millum partarnar, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Enn eru partarnir ikki
komnir til lønarspurningin,
sum plagar at vera ta stóra
stríðsevnið.
Samráðingarnir
fara
væntandi at halda á til
langt út á kvøldið, og
finna partarnir ikki útav
at samráðast víðari, verða
boð send eftir semings
stovninum.
randi@sosialurin.fo
Tøgn um
samráðingarnar
Randi Jacobsen
Tað gongur framvegis rætta
vegin hjá kommunum at fáa
skatt inn, og tað r galdandi
bæði fyri smáu og stóra
kommunurnar.
Tølini fyri smærru komm
unurnar eru ov lág til at gera
nakrar niðurstøður útfrá.
Bara tað at eitt húshald flyt
ir til ella frá, hevur stóra
ávirkan í prosentum.
Men hyggja vit eftir størru
kommunum, hevur serliga
Sunda kommuna fingið væl
meira í kassan. Fyrstu fýra
mánaðirnar í fjør fekk komm
unan 14.748.313 krónur inn í
katti. Sama tíðarskeið í fjør var
inntøkan 13.403.640 krónur.
Tað savar til góð 10 prosent, og
tí er hækkaða skattaprosentið
ikki einasta orsøkin til hækk
aðu inntøkuna.
Klaksvíkar
kommuna
hevur eisini havt rímiliga
stóran vøkstur. 42.601.584
kónur í ár. Sama tíðarskeið
í fjør var inntøkan 39.743.713
kónur. Tað er eisini størri
vøkstur enn hækkaða skatta
prosentið gevur.
Tórshavnar
kommuna
hevur
tað
eisini
gott.
197.842.367 komu inn hesar
fýra mánaðirnar í ár. Í fjør
var upphæddin 185.745.129
krónur.
randi@sosialurin.fo
Meira í kommunukassarnar
Kommunuskattur Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár eru góðar 20 mió. krónur
goldnar meira í kommunuskatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør
Stórur vøkstur hevur verið í søluni av nýggjum bilum
í Føroyum fyrstu fýra mánaðirnar. Samlaða bilasølan
fyrstu fýra mánaðirnar í ár vísir eina økta sølu upp á
23,11 prosent. Størsti vøksturin er sum vera man í søluni
av persónbilum. Her er talan um ein vøkstur upp á 40
prosent. Fyrstu fýra mánaðirnar í fjør vórðu seldir 174
persónbilar, men tilsvarandi talið í ár er 243 persónbilar.
Bilasølan veksur fjórða
mánaðin á rað
Í dag eru trý ár liðin, síðani enska smágentan Madeleine McCann hvarv í
Portugal. Í tí sambandi hava foreldur hennara gjørt ein stuttan film um
Madeleine. Talsmaður fyri foreldrini sigur við BBC, at filmurin er gjørdur
fyri at minna fólk á, at tað verður framvegis leitað eftir Madeleine. At
málið ikki er í fjølmiðlunum hvønn dag merkir ikki, at einki verður gjørt.
Foreldrini hjá Madeleine brúka framvegis ein stóran part av lívinum til
at leita eftir Madeleine, sigur talsmaðurin, Clarence Mitchell.
Trý ár síðani
Madeleine hvarv