Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 6 Sosialurin Rógvi Nybo Um vikuskiftið er semja gjørd millum fyrrverandi tíð inda leiðaran í Kring varpi­ num, Jón Brian Hvidtfeldt, og leiðsluna í Kringvarpi Før oya. Semjan inniber, at Jón Brian Hvidtfeldt kærur sín ar um uppsøgnina aft­ ur, og at hann tekur av til boð num um at gerast van lig ur tíðindamaður í Kringvarpinum. Hann byrj­ aði í tí starvinum í morgun. Sambært stjóranum í Kring varpi Føroya, Anniku Mit tún Jacobsen, skuldi ikki meira til enn tað, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur tikið av tilboðnum um at gerast van li gur tíðindamaður, sum hev ur staðið honum í boði allan apríl mánað. Tá Jón Brian Hvidtfeldt verður spurdur, hvat tað var, sum brádliga fekk knútin at loysna, ásannar Jón Brian Hvidt feldt, at talan er um eina semju, sum inniber, at báðir partar skulu fáa eitt sind ur burturúr tí. ­ Tað, sum hetta í veru­ leika num merkir er, at báðir partar gera nøkur ind­ rømmils ir, at Kringvarpið tek ur uppsøgnina aftur og kæran, sum hevur ligið í Menta málaráðnum í longri tíð dettur burtur, og at eg sigi meg úr starvi sum tíðinda leiðari og taki við sum tíðindamaður, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Spurdur, hvørt hetta merk ir at hann heldur fram sum tíðindamaður við leiðaraløn, ásannar hann at semjan fyri hansara viðkomandi eisini inni­ heldur eina »ávísa fíggjar liga kompensatión« sum hann málber seg, uttan at vilja koma nærri inn á smá lutir­ nar í hesum. Fýra mánaðir við stríði Málið um Jón Brian Hvidt­ feldt byrjar í seinastu vikuni í farna ári, tá hann fær eitt ætlanarskriv um upp søgn sum tíðindaleiðari í Kring­ varpi Føroya. Uppsøgnin varð grundað á, at Jón Brian Hvidtfeldt skuldi havt nýtt ov nógvan pen ing í triðja ársfjórðingi í fjør, at kringvarpsstjórin ikki hevði álit á, at Jón Brian Hvidtfeldt megnaði at reka tíðindadeildina fyri tann pening, hon hevði sett av til endamálið í 2010, og at tað skuldu vera sam­ starvstrupulleikar mill um tíðindaleiðaran og kring­ varps stjóran. Flestu tíðindafólkini í Kringvarpinum vístu bein­ an vegin tíðinda leiðara­ num sín stuðul, umframt at felag ið Føroysk Miðlafólk eisini bakkaði uppsagda tíðinda leiðaranum upp við moralskum stuðuli og ókeypis løgfrøðiligari ráð­ gev ing. Tann 21. januar valdi Jón Brian Hvidtfeldt at kæra kringvarpsstjóran fyri Kringvarpsstýrið fyri at fráseta mannagongdir í sam­ band við uppsøgnina. Síðani hevur málið staðið, og Jón Brian Hvidtfeldt hev­ ur havt í boði at taka av til­ boðnum sum vanligur tíð­ inda maður ella at fara úr Kring varpi Føroya. Valið fall á tað fyrra. Gleðir seg at sleppa í gongd Eftir fýra mánaðir í stríði byrjaði Jón Brian Hvidtfeldt aftur í Kringvarpi Føroya í morgun. Og fyrrverandi tíð­ inda leiðarin sigur seg fegn­ ast um at málið er loyst. ­ Ja, hetta hevur tikið fýra mánaðir. Hetta hevur ver­ ið eitt sindur hart og eg má takka Føroysk Miðlafólk, sum hevur verið ein dyggur stuð ul upp á allar mátar gjøgnum hesa tíðina. Nú gleði eg meg at sleppa í gongd við at gera journalistikk aft ur, staðfestir Jón Brian Hvidt feldt. Hann viðgongur, at hann hevði kannað, hvørjir møgu leikar lógu aðrastaðni í miðlaheiminum, men at hann í síðsta enda valdi at taka av tilboðnum í Kring­ varpinum. Eisini Annika Mittún Jacobsen fegnast um, at friður nú er við hesum máli­ num. ­ Eg eri glað fyri, at vit nú kunnu konsentrera okk­ um um at halda tær public service skyldur, sum Kring­ varp Føroya hevur, sigur kring varpsstjórin. rogvi@sosialurin.fo Málið um Jón Brian loyst Semja Drúgva málið um uppsøgnina av tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, Jón Brian Hvidtfeldt, er nú loyst. Báðir partar gera nøkur indrømmilsir, og Jón Brian Hvidtfeldt verður vanligur tíðindamaður við »ávísari fíggjarligari kompensatión« aftur til journaliStik Jón Brian Hvidtfeldt valdi heldur at verða »degraderaður« til tíðindamann, enn at verða uppsagdur sum tíðindaleiðari. Fyri Kringvarpið er prísurin fyri friðin, at tey mugu gjalda Jón Briani eina »ávísa fíggjarliga kompensatión« Savnsmynd Báðir partar gera nøkur indrømmilsir - Jón Brian Hvidtfeldt Jón Brian hevur tikið av tilboðnum, sum hevur staðið honum í boði alla tíðina - Annika Mittún Jacobsen