Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 16 Sosialurin Vilmund Jacobsen Ársins fyrsti bátafestivalur er av, og nú stundar til hin næsta og størsta, sum er bátafestivalurin í Vestmanna, ið verður hildin annað viku­ skifti. Meðan bátafestivalurin í Vestmanna hevur fleiri ár á baki, er hetta sættu ferð, at fólk í Nes kommunu skipa fyri bátafestivali. Veðrið royndist rímiliga væl á festivalinum, sum Báta felagið á Toftum skipaði fyri leygardagin. Hann var høgur í ættini við einum lítlum loti, sum lá úteftir Skálafjørðinum. Norðanfyri hómaðust hvítir fjallatoppar. Tað var eitt sindur kalt í lotinum, men tað mesta av leygardegnum og meginpartin av kvøldinum var so gott sum turt veður. Onkuntíð sirmaði eitt lítið sindur, men ikki soleiðis, at hetta darvaði fólki í at vera úti, meðan kvøldið enn var ungt. Sendu beinleiðis Sosialurin var við í sigl ingini av Toftum inn í botnin á Skála firði og útaftur á Toftir. Uppgávan var eisini at gera innsløg fyri Rás2, sum sendi beinleiðis av komm unu­ skrivstovuni á Toftum tað mesta av leygardegnum. Her sótu Heri Simonsen og Mirjam Pætursdóttir og syrgdu fyri, at alt gekk so væl, sum tað kundi, og Mirjam var eisini úti á ”markini” við mikrofonini. Sendingin hjá Rás2 byrj­ aði, tá klokkan var farin av 11 leygarmorgunin og helt fram til umleið klokkan 16.30. Netið riggaði ikki best, og hetta darvaði sendingini nakað. Heri Simonsen helt tað vera eitt sindur undarligt, at júst ”sambandið” á Toftum ikki var betri, men soleiðis var tað nú einaferð. Fólkini, sum tóku sær av sendingini fyri Rás2, gjørdu sítt besta. Uppsteðgaðir Á ferðini inneftir Skála fjørð­ inum fekk báturin Birgit, sum vit vóru við, maskinskaða, tá tað vísti seg, at trupulleikar vóru við at fáa oljuna úr tanganum og til motorin. Dugnaligir menn vóru í bátinum, sum dugdu at skifta oljufyltur og tappa av spíssrørunum fyri at fáa luftina burtur aftur, og eftir góðum hálvum tíma, gekk motorurin aftur. Fyrsta innslagið á Rás2 úr bátinum Birgit var soleiðis, meðan vit lógu uppsteðgaðir nakað sunnanfyri bygdina á Skála, og menn fingust við motorin. Meðan vit soleiðis lógu uppsteðgaðir, høvdu vit samband við bátin Rebekka, sum eisini var við í siglingini og var til reiðar at geva okkum sleip, um tað skuldi blivið neyðugt. Tá Rebekka kom, riggaði alt aftur umborð á Birgit, men vit gjørdu kortini av at fara í hin bátin, so vit eisini kundu gera okkurt prát haðani á ferðini. Nú sigldu vit heilt inn í botnin á Skálafjørðinum við Rebekku, har flestu bátar, sum vóru møttir upp til siglingina , lógu og bíðaðu, til klokkan slegði 14. Sambært skránni skuldi siglingin úr Skálafirði og út á Toftir byrja klokkan 13.30, men hetta varð útsett ein hálvan tíma. Toftamaðurin, Villiam Hansen, var umborð á Norð­ lýsinum, sum skipaði fyri siglingini, og haðani kunnaði hann bátsfólk, hvussu tey skuldu fyrihalda sær á ferð­ ini. Legðist aftrat Úr Skálafirði mundu einir 40­50 bátar fara undir sigl­ ingina í senn, men allan vegin úteftir Skálafjørðinum løgdust bátar aftrat. Tá bátafylgið var komið út um Hulk á Strondum, fóru vit enn einaferð í ein ann an bát, og hesaferð endaði vit umborð á bátinum Høgna Jákupi hjá Eyðuni Joensen, ið er kendur sum sálarfrøðingur, men sum nú er pensjóneraður. Hann og bróðurin vóru við hesum báti, ið er ein gamal deksbátur við sínari søgu, men sum nú er settur í stand til frítíðarútróður og frítíðarsigling. Vit høvdu áhugavert prát við Eyðun á seinasta teininum út á Toftir, har hann greiddi frá bátinum og um, hvønn týdning slíkt frítíðarítriv kann hava. Tá vit umborð á Høgna Jákupi nærkaðust innsigl­ ingini til Oyrahavnina á Toft­ um, var bátatalið, sum legði til bryggju á Toftum, umleið 75 í tali. Meðan Hans Óli Viberg, havnarmeistari, skipaði fyri, hvussu bátarnir skuldu liggja, spældi eitt lið av har­ monikuleikarum rám andi harmonikutónar á bryggj­ uni. Við bátinum hjá Eyðuni Joensen løgdu vit til bryggju undir virkinum hjá Faroe Seafood. Teir báðir ætlaðu sær ikki at liggja nátt, men vildu passa sær streym suð­ ur aftur til Havnar seint hendan dagin. Dvørgamoy við seglum Bátarnir, sum vóru við í sigl ingini og sum ætlaðu sær at liggja um kvøldið og náttina við, løgdu inn í Oyrahavnina, har teir bæði fingu landstreym og vatn. Seinasta ár lógu einir 55 bátar soleiðis inni í deks­ bátahavnini í Oyrunum, og talið í ár mundi vera nøkulunda tað sama. Á bryggjuni hittu vit for­ mannin í Bátafelagnum á Toftum, Høgna W. Høgnesen, sum segði, at bátatalið mundi liggja um 75, og at bátsfólkið nú fór yvir í kantinuna hjá fiskavirkinum at fáa sær heita suppu og okkurt leskandi. Áðrenn vit sløktu mikro­ fonina hjá Rás2 av ”mark ini” fyri seinastu ferð hend an festivaldagin, vóru vit eina løtu umborð á 10­manna­ farinum Dvørga moy, ið er ein segl­og árabát ur. Teir sigla so væl TOFTIR Bátafestivalurin, sum Bátafelagið á Toftum skipaði fyri leygardagin, eydnaðist væl. Sosialurin var umborð á trimum bátum á ferðini. Vit byrjaðu umborð á bátinum Birgit hjá Rúna Samuelsen og endaðu umboð hjá Eyðuni Joensen, ið er pensjóneraður sálarfrøðingur Vit byrjaðu ferðina umborð á glastrevjabátinum Birgit, síðan vóru vit umborð á glastrevjabátinum Rebekku – og at enda umborð á Høgna Jákupi, sum Eyðun Joensen eigur Mynd: Regin Torkilsson Smáir og stórir bátar, hvørt um annað. Bátarnir eru nú byrjaðir at sigla úteftir Skálafjørðinum Mynd: Vilmund Jacobsen