Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 28 Sosialurin Ítróttarblaðið Føroysk fløgg fyri Gunnar premier league Tað vóru fleiri føroysk følgg at síggja kring City of Manchester Stadium, tá Manchester City leygardagin tók ímóti Aston Villa. Tíverri fyri okkum føroyingar, so sat Gunnar Nielsen á bonkinum allan dystin. Sosialurin var á staðnum. Tróndur Arge Manchester City viðhalds­ fólk ini góvu Gunnar Nielsen sín fulla stuðul áðrenn dyst­ in leygardagin. Minst tveir facebook bólkar eru upprætt­ aðir fyri at stuðla Gunnar. Eisini kjak torgini hjá Manchester City er full at stuðli til føroyska lands liðsmálmannin. So stórur er stuðulin til Gunnar, at tað vóru eini trý føroysk fløgg at síggja kring City of Manchester Stadium. Í fjølmiðlarúminum áðrenn dystin var dúliga kjakað um hvør skuldi standa í mál. Fór venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini, at velja Gunnar ella Marton Fulop, ið teir hava fingið serloyvi til at leiga til teir seinastu dystirnar. Flestu av fjølmiðlinum, ið Sosial urin tosaði við, vantaðu at Mancini fór at velja 26­ára gamla Marton Fulop, tí hann fyrr hevur roynt seg í Premier League høpi. Men har vóru sam stundis nógv rósandi orð til Gunnar. Fleiri vónaðu at Gunn ar fór at fáa møguleikan. Gunn ar fekk millum annað rós fyri háttin hann átók sær uppgávunað ímóti Arsenal fyri eini viku síðani, tá hann kom inn fyri skadda Shay Given. At hann var so róligur og tók sær væl av tí hann hevði at gera teir tjúgu minuttirnar hann var inni. Eisini søgdu teir, at hevði so nógv ikki staðið uppá spæl, so hevði Gunnar heilt sikkurt fing ið møguleikan hesu ferð. Í dystarblaðnum skrivar Roberto Mancini so: Gunnar Nielsen hevur ongar royndir, men hann kom inn á Emirates og gjørdi tað gott. Okkum dámar hann væl, men eg føldi at tað var týdningarmikið at hava ein royndan málmann til hesar seinastu tríggjar stóru dystirnar. Tí hava vit valt at leiga Marton Fulop úr Sunderland. Ein tíma áðrenn dysturin byrjan, kemur ein maður frá tíðindadeildini hjá Manchester City við einum skjali, ið sigur hvør byrjar inni. Tíverri stend­ ur nummar 37, Gunnar Nielsen, ikki millum teir fyrstu ell ivu. Løtu seinna koma so Gunn­ ar Nielsen, Marton Fulop og Massimo Battara, ið er mál­ mans venjari, út á vøllin at hita upp. Marton Fulop, ið er úr Ungarn, hevði bara verið í mál inum í eitt korter, so var fyrsti bólturin longu farin ímill um beinini á honum og í mál. Beinanvegin fóru ítróttar­ skrivarnir at tosa um Fulop hevði feilin ella ikki. Eftir at hava sæð málið umaftur á sjón­ varpinum, vóru teir samdir um, at Fulop sum so ikki kundi gera nakað við málið. Lagið var einki serligt á stadium í fyrra hálvleiki, men beint fyri hálvleik broyttist alt. Manchester City skoraði tvær ferðir og vendi dystinum á høvdið. Fram til hálvleiki hevði nógv av prátinum millum ítr óttar skrivarnir verið um ótrygga avrikið hjá Marton Fulop, men í hálvleikinum var tað gloymt. Í seinna hálvleiki var lagið betri á stadium og Marton Fulop var sloppin av við teir ringastu nervarnir og spældi seg upp. Manchester City skoraði eina ferð aftrat til end aliga úrslitið 3­1. – Tað var torført hjá Fulop. Hann var nervøsur í fyrra hálv leiki, men var sera góður, segði Roberto Mancini um kapp ingar neytan hjá Gunnar, Marton Fulop. Manchester City skal miku­ kvøldið taka ímóti Tottenham í »finaluni« um fjórða plássi, ið gevur atgongd til Champions League. Tottenham hevur eitt stig fleiri enn Gunnar og Man chester City. Tað merkir, at Manchester City helst skal vinna dystin fyri at fáa fjórða plássið. Seinasti dysturin hjá Tottenham er á heimavølli ímóti Burnley, ið longuer flutt niður, meðan Gunnar og teir skulu vitja West Ham Hóast Gunnar ikki kom á vøllin, so hevur hann og Før­ oyar fingið nógva umtalu sein­ astu vikuna og í samband við dystin. Mikukvøldið verða øll eygu vend ímóti City of Man­ chester Stadium og Sosialurin verður sjálvandi á staðnum. trondur@sosialurin.fo premier league Ongantíð í ár hevur stemningurin verið so undarligur á Anfield, sum tá Liverpool sunnudagin tók ímóti Chelsea Tróndur Arge Chelsea viðhaldsfólkini sungu og róptu allan dystin, men Liverpool viðhaldsfólkini høvdu einki aftur­ svar. Sosialurin var á Anfield, tá Steven Gerrard kom í miðdepilin á Anfield, men ikki fyri tað góða. Liverpool tapti við vilja, so at Manchester United ikki skuldi vinna 19. meistaraheiti og harvið yvir hála Liverpool í vunnum meist ara heitum. Sunderland, sum við fýra fyrrverandi Manchester United leikararum, trimum á vøll­ inum og einum sum venjara, góvu Sir Alex og hansara monnum ein ókeypis sigur – ella hvat? Miðlarnir høvdu úr at gera fram til dystirnar í vikuskiftinum við at tosa um samansvørjingar. Allir partar avnoktaðu sjálvandi, at teir vóru partar av eini saman svørjing. Serliga Liverpool hevur verið í mið­ punktinum í øllum saman svørj­ ingartosinum. Nógv Liverpool við halds fólk søgdu upp til dystin, at tey gjarna sóu Liverpool tapa, so arva fíggindarnir, Manchester United, ikki blíva meistarar. Tað var ein undarligur stemn­ ingur á Anfield, tá dómarin bríksl­ aði dystin ígong millum Liverpool og Chelsea. Fyrsta halva tíman hevði Liverpool tamarhald á dyst­ inum, men tá 33 minuttir vóru spældir kom mest umtalaða hend­ ingin í dystinum. Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, roynur at leggja bóltin aftur til málmannin. Chelsea áleyparin, Didier Drogba, er vakin og fangar bóltin og leggur gestirnar á odda. – Slíkt kann henda í fótbólti. Tað var spell, tí vit høvdu meira ella minni tamarhald á dystinum fram til á. Handan støðan broytti dystin og hevði ávirkan á endaligu støðuna, segði Liverpool venjarin, Rafael Benitez, eftir dystin. Restina av dystinum sat Chelsea á og skuldi havt vunnið meir enn bara 2­0. Seinna málið skoraði Frank Lampard. Chelsea viðhaldsfólkini, ið vóru eitt sindur fleiri í tali enn vanligt er av úti áskoðararum á Anfield, stóðu fyri stemninginum sunnudagin. Tað var kvirt á »The Kop«, ið er staðið har teir ídnastu Liverpool viðhaldsfólkini halda til. Eina løtu í seinna hálvleiki sungu Chelsea viðhaldsfólkini: »Hví eru tit so friðarlig?« Stuttligir sum ensku viðhaldsfólkini eru, so royndu Chelsea viðhaldsfólkini løtu seinni at ugga heima áskoðarnar við syngja: »Vit hava bjargað tykkara søgu.« Vísandi til, at um Chelsea verður meistarar, so kann Man­ chester United ikki vinna sítt 19. meistara heiti. Chelsea hevur nú vunnið allar dystirnar ímóti topp fýra frá í fjør. Bara Manchester United hevur megnað at skorað ímóti teimum, meðan Arsenal og Liverpool hava tapt uttan at skora. Chelsea vóru eis ini væl omaná í dystinum sunnu­ dagin. – Hatta var ein týdningarmikið fet í stríðnum um meistaraheiti. Vit spældu væl og vunnu uppiborið. Vit eru í einari góðari støðu og halda høvdið kalt til komandi vikuskifti, segði Carlo Ancelotti, venjari hjá Chelsea eftir dystin. Manchester United vann dystin ímóti Sunderland 1­0. Málið skoraði Nani í fyrra hálvleiki. Manchester United hevði møguleikar at vinna við fleiri málum, men serliga Dimitar Berbatov brendi illa. – Tað einasta vit kunnu gera, er at vinna okkara dyst. Wigan er eitt gott lið, so alt kann henda. Fót­ bóltur er eitt ørt spæl, segði Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, um vónirnar at vinna meist­ araheiti fyri fjórðu ferð á rað. Sostatt vunnu bæði oddaliðini, men prátið um samansvørjingarnar er fyribils avlýst, hóast Steven Gerrard ikki eigur nógvar vinir í Manchester fyri tíðina. Chelsea fær á seinasta leikdegi vitjan av Wigan. Vinna teir tann dystin, so er Chelsea meistarar. Manchester United, ið er eitt stig aftanfyri, fær vitjan av Stoke. Havandi í huga gongdina í kappingini í ár, so er ikki vist, at alt er avgjørt enn, tí sum Sir Alex sigur, fótbóltur er eitt ørt spæl! trondur@sosialurin.fo Samansvørjing Frank Lampard fegnast yvur mál sítt á Anfield, og helst eisini enska meistaraheiti skjótt. meistaraspæl