Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 42 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Leygardagin 1. mai var Føroya størsti brúktabilamarknaður á Skálatrøð í Havn, har fleiri av bilasølunum sýndu fram og seldu brúktar bilar á einum felags marknaðardegi. Tað var Róðrarfelagið Knørr ur, sum skipaði fyri til­ taki num í samstarvi við bila­ sølur nar, ið stóðu fyri sjálv­ ari framsýningini og søluni av bilunum. Í sambandi við bila mark­ nað in varð eitt stórt tjald sett upp, har fólk kundu koma inn at hugna sær og práta sam an yvir ein kaffimunn. Ein av fyrireikarunum, Jannie Dam Jacobsen frá Róðr ar felagnum Knørri, sig­ ur, at fólk tóku væl undir við tiltakinum, og nógvir bil ar vórðu seldir. Hon vón ar at hetta verður eitt aftur vend­ andi tiltak. Umboð fyri tær ymisku bilasølurnar lótu eisini væl at tiltakinum. NóGvir brúktir bilar seldir Føroya størsti brúktabilamarknaður var á Skálatrøð leygardagin 1. mai Fyrireikararnir av tiltakinum f.v.: Jannie Dam Jacobsen, Jógvan Elias Jacobsen og Regin Joensen frá Róðrarfelagnum Knørri Øssur Johannesen og Fróði Clementsen frá Bilasøluni saman við Birgiri og Frits Dam Jacobsen frá Norðbil Feðgarnir Eivind og Sámal av Reyni og Heðin Hansen frá Reyni Service og Tróndur Sigurðsson frá P/F Wenzel Skoda - kvikasti politi bilur í Danmark Við eini toppferð upp á 250 km/t er Skoda Superb 3.6 FSI kvikasti politibilur í Danmark. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,5 sekund Kvikastu politibilarnir á donsku vegunum eru Skoda. Tal an er um Skoda Superb 3.6 FSI 4x4 við DSG­girskifti og 260 hk. Bilurin koyrir frá 0­100 km/t upp á 6,5 sekund og toppferðin er 250 km/t. Superb 3.6 hevur snún­ ings moment upp á 350 Nm við 2.500 snún/min. So um ein koyrir í Danmark, og ein Skoda politi bilur sæst í bakk spegli­ num, eru ikki nógvir møgu­ leikar fyri at koyra undan politinum.