mánadagur 3. mai 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
Sosialurin
Kjak
Í bókini Víkingasynir lesa vit
millum annað:
”9. apríl 1940 fór sluppin
“Eysturoy” úr Klaksvík við
ísfiski til Aberdeen. Skipari
var Hans Mikkelsen úr Sør
vági. Ferðin gekk væl, sum
vanligt. 11. apríl vóru teir
komnir suður móti Bret landi,
men har hendi teim um tað
óvan liga, at eitt enskt krígs
skip steðgaði teim um. Teir
løgdu stilt, krígs skipið setti
bát út, og har komu alvápn
aðir menn at borði á ”Eystur
oynni.” 4 yvirmenn komu
upp á dekkið; teir spurdu,
hvaðan hetta skipið kom, og
hvar tað skuldi fara. Jú, teir
komu úr Føroyum og skuldu
til Aberdeen. Tað lurtaðu
hesir góðu menn næstan ikki
eftir; teir tyktist at hava so
góðan hug á mesanmastrini.
Teir hugdu so dúgliga upp á
hana, og tá sigur hin hægsti
av teimum, og tað hoyrdist,
at hetta vóru ørindi teirra:
”Tak hatta flaggið niður!”
Jú, teir so gjørdu. ”Hava tit
einki annað flagg?” segði
so bretin við skiparan. “Jú,”
segði skiparin, “eitt annað
flagg hava vit.” ”Hvat flagg er
tað,” segði bretin. ”Føroyskt
flagg,” segði Hans, og í sama
viðfangi sigur hann við ein
av manningini: ”Loyp niður
eftir tí!” Tað var skjótt gjørt,
og tá bretin, sum førdi orðið,
sá tað, sigur hann: ”Drag tað
upp! (…)”
Á opnum havi í ófriðartíð
hevði føroyskur fiskimaður
flaggið á.( ….). Í vandatíðini
miklu, í sorgartíðini tungu
varð Føroya flagg vígt.”
”Merkið”, tað føroyska
flagg ið, kann so ruddiliga
sam metast
við
uppruna
og søgu hjá fløggum í flest
øðrum londum: kenslubornan
romantikk, fosturlandsalsk,
gleði, sorg, beiskt stríð og
raman álvara eisini í kríggi.
Men tað løgna er, at hóast
søgan um ”Merkið” byrjar
fyrst í farnu øld, so markerar
okkara flaggdagur 25. apríl
tíðarskeiðið
19401945,
tá
vit sigldu við fiski millum
FøroyarÍslandSkotland, og
als ikki ta skjótt hundrað ára
gomlu upprunasøgu flagg
sins.
Søgan um okkara
flagg er 91 ára gomul
Í 1935 gav Hitt føroyska
studentafelagið
í
Keyp
manna havn út 25 ára minnis
rit. Í hesum riti skrivaði Janus
Øssursson áhugaverda grein,
hann kallaði Studentaflaggið,
millum annað:
”(…) Lisberg skeyt so upp,
at krossurin skuldi vera
bláur uttast og reyður innan
(…). Vit fingu so bein an
vegin gjørt okkum hvør sítt
lítið borðflagg í Nord isk Flag
og Fanefabrik í Frede riks
bergsgøtu av hesum nýggja
flaggi. Og hesi bæði fløgg ini
vórðu so av Louis Zacharias
sen á fyrsta sinni borin
fram fyri føroyingar á føstu
gangs veitsluni í Før oyinga
felagnum (Bro hus gade 17) 2.
mars 1919, og 11. mars sama ár
varð flagg ið einmælt goðkent
í Studenta felagnum.”
Í frásøgubók Føroyinga
felags um fundin og veitsluna
skrivaði Emil Joensen: ”(…)
Rasmus
Rasmussen,
há
skúla kennari, helt talu fyri
Føroyum, Andreas Samuel
sen, fólkatingsmaður, fyri
Danmark og Jóannes Paturs
son, landstingsmaður, fyri
Føroyingafelagið.
Tá
”Eg
oyggj ar veit” var sungin,
stóð stud. polyt. Louis Zacha
riassen
fram
við
einum
nýggj um føroyskum flaggi.
Hann bað føroyingar um at
nýta hetta flaggið í staðin
fyri Veðraflaggið. Tann hvíti
liturin skuldi minna okkum
um havbrosið og hin reina
klára himin, meðan tann
reyði og blái krossurin, sam
ansettur av teim elligomlu
føroysku
litunum,
skuldi
minna um skyldskapin við
øll hini norðanlond, ið eisini
nýta krossflaggið (….).”
”Stutt aftaná fór Lisberg
til Føroya og hevði flaggið
við sær. Í heimbygd síni
vant hann tað á stong, og
varð Fámjin soleiðis fyrsta
føroyska bygdin, har hetta
merkið veittraði.
Honum var ikki langt
lív lagað. Spanska sjúkan
herjaði illa tað árið (….)., og
sótt sligin
gjørdist
hann
veikari og veikari og andaðist
móti heysti eftirfylgjandi ár
(…). Men merkið blaktrar yvir
minni hans og vil blaktra so
leingi Føroyar standa.”
Jens Olivur Lisberg las
jura og var einans 23 ára
gamal, tá hann doyði.
Kunngerðin 25. apríl 1940
frá tí bretsku stjórnini um
tað føroyska flaggið fór sum
kunnugt úr gildi sama dag, 8.
maj 1945, tá kríggið endaði um
okkara leiðir. Leikluturin hjá
okkara flaggið undir krígnum
gjørdi sítt til, at eitt drúgt
flaggstríð fekk sín enda, og
at flaggið varð lóggildað við
heimastýrislógini í 1948. Og
í 1959 kom løgtingslóg um
flaggið.
Tað kann kanska tykjast
løgið, at dagurin, 25. apríl
1940 – tá BBC kunngjørdi, at
skip við føroyskum flaggi á
mastur og málað á báðum
síðum skuldu verða vard og
ikki álopin av teimum sam
eindu, meðan kríggið leikti á
– skuldi gerast okkara flagg
dagur í 1947! Var tað ikki
mal placerað; betri ógjørt?
(Tá var loysingarøsingin hjá
Fólkaflokkinum í hæddini,
tjóðveldiseggið
ikki
í
stropa.)
Áttu vit ikki at tikið stig
til at broytt flaggdagin til
22. juni við støði í tí søgu
ligu hendingini, sum fór
fram nevnda dag í 1919, tá
tað fyrsta føroyska flagg ið,
frumflaggið, varð vund ið á
stong í Fámjin av sjálv um
flaggarkitektinum, tí 22 ára
gamla Jens Olivur Lis berg.
Hetta var tað sama flaggið,
sum varð stór liga fagnað
av Rasmusi Ras mus sen (á
Háskúlanum),
Jó ann esi
Paturs syni, Andrasi Samuel
sen,
Louis
Zachariassen,
Jan usi
Øssurssyni
o.ø.
í
Keyp mannahavn
2.
mars
1919 og einmælt góðkent av
studentafelagnum 11. mars
sama árið. Tað er jú í roynd
og veru Olivuri Lisberg (og
øðrum) fyri at takka, at
BBC gjørdi Merkið og ikki
Veðraflaggið heimskent 25.
apríl 1940. At flaggdagurin
átti at verið hansara heiður,
og ikki bretska útvarpsins,
er ikki annað enn rímiligt og
søguligur rættur. Tessvegna
eigur flaggdagurin at verða
broyttur til 22. juni.
….tað hevur ikki verið uttan
orsøk, at Rasmus Effersøe,
sáli, biður okkum ikki lata
søguna doyggja, men goyma
hana væl. Hansara fjálgu
orð hava annað uppiborið
enn at enda sum innantómt
fótatraðk við lítlum trú
virði brúkt og misbrúkt í
fundamentalistiskum skot
grøv um.
Heri Mohr
Tað føroyska flaggið
9.apríl 1940 varð Danmark hersett av týskarum, 13. apríl vórðu Føroyar hersettar av bretum, og 25. apríl
kunngjørdi bretar (BBC) á mongum málum, at føroysk skip hereftirdags í krígstíðini skuldu nýta føroyskt flagg.
Áttu vit ikki at tikið stig til at broytt
flaggdagin til 22. juni við støði í tí søgu
ligu hendingini, sum fór fram nevnda dag
í 1919, tá tað fyrsta før oyska flagg ið,
frumflaggið, varð vund ið á stong í Fámjin
av sjálv um flagg arki tektinum, tí 22 ára
gamla Jens Olivur Lis berg.