mikudagur 5. mai 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
Sosialurin
Oyggjablaðið
Út at renna
Lamba – Tað er sera gott at arbeiða í einum toymi, har vit kunnu læra hvør
frá øðrum, sigur ergoterapeuturin, Fríða Johannesen av Skála. Ein dag í farna
mánaði hittu vit hana uttanfyri arbeiðsstað hennara í Lamba.
Snorri Brend
Arbeiðsstaðurin hjá Fríðu er
skúlin í Lamba. Hóast talan er um
ein gamlan bygdarskúla frá 1922,
er hetta ikki ein heilt vanligur
skúli kortini.
Skúlin var í síni tíð »universitet«
hjá
bygdarbørnunum.
Hann
hevur í dag somu uppgávu, men
kortini við øðrum innihaldi.
Her er nevniliga talan um ein
skúla fyri næmingar við autismu.
Ein teirra er 16 ára gamli Heini
Poulsen úr Saltangará.
– Hann er væl fyri, og tá
vit – sum í dag – fara út
at renna, verður hann
uppaftur
betri
fyri,
greiðir Fríða Jo hanne
sen frá.
Undirvísingin
og
gerandisdagur
teirra tekur støði í
teim um evnum og
møgu leikum
sum
hóast alt liggja í
tí einstaka næm
inginum.
– Heina dámar væl at renna,
og so elskar hann eisini fótbólt.
Knappur sangur
Hóast talan er um eina stovu til
fólk við serligum tørvi, byrjar
skúla gongdin her
í Lamba sum
alla
aðra
staðni og í øllum øðrum skúlum
– kl. 8:00.
Í góðveðrinum henda miku
dagin varð Heini fyrst noyddur
at sita inni tann fyrsta tíman.
Her skuldi tann fyrsti setn
ingurin í dag fáast frá hond
ini.
– Eg havi skrivað á teldu,
kemur tað stutt frá Heina.
Men hann rakk eisini
at gera onnur ting
henda fyrsta tím
an. Og tá ein
kort ini skal út
at renna saman
við Fríðu, hví
so ikki fáa eina lek sjón í prak tisk
um tingum?
– Hann lærdi eisini,
hvussu ein knappar
og lynar.
– Og ja, so
fingu vit eisini
tíð til at syngja
nakrar sangir, greiðir Fríða bros
andi frá.
Eftir tørvi
Arbeiðið innan hetta økið í
Runa víkar kommunu er skipað
sum eitt tvørfakligt samstarv,
har náms frøðingar, lærarar og
ergoterapeutur arbeiða saman.
Felags fyri allar næmingarnar
í skúlanum í Lamba er, at tey bera
brekið autisma.
– Tey er sjálvandi ógvuliga
ym isk, og fáa tí undirvísing út
frá teirra evnum, – tað vil siga,
tað sum tey altso megna, greiðir
Fríða Johannesen frá.
Her er talan bæði um praktisk
viðurskifti, men eisini tær van
ligu lærugreinarnar so sum
rokn ing, landalæru og før oyskt.
Og so hava tey eisini mat gerð,
fimleik, svimjing og sang.
– Ja, sum tú sært, so royna vit
at leggja eina vanliga tímatalvu,
sum kortini er løgd eftir teirra
tørvi.
snorri@sosialurin.fo
7 orð
Nógv kann sigast um
autismu, men her verður
brekið lýst við sjey
setningum
1. Øðrvísi menning
2. Avmarkað eygna sam band
og and lits bragd
3. Leitar sær sjáldan troyst frá
foreldrum
4. Tekur sjáldan stig til spæl ella
samband við onnur
5. Vísir sjáldan kenslur (sorg og gleði)
mót vegis øðrum
6. Spælir lítið við javnaldrar í sam band
við áhugamál, virksemi og kenslur
7. Trupulleikar við at hava felags upp
merksomheit mót vegis øðrum
1:1
Umframt 16 ára
gamla, Heina Poulsen
ganga tveir aðrir
næm ing ar í skúl an um í
Lamba.
Teir hava eina vanliga
tímatalvu, men eru
eisini í teirri hepnu
støðu at normeringin
av starvsfólkum er
góð.
Í roynd og veru eru teir
tríggir næmingar og
trý starvsfólk: lærari,
námsfrøðingur og
ergoterapeuturin, Fríða
Johannesen – t.v.s. 1:1.