Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 Sosialurin Oyggjablaðið hugdu eftir teimum sunnudag, og longu týsdag var alt undirskrivað og húsini okkara, greiðir Súsanna íðin frá. Tá tey seinni øktu um familjuna gjørdist hetta húsið ov lítið. Tey vórðu seld til eitt ungt par av Argjum, bygdu sær størri hús og fluttu inn á sumri 2008. – Æðuvík er einki minni enn heimsins nalvi, slær Súsanna fast. Sjáldsamt samanhald Súsanna Brekku og maðurin hava nú búð í Æðuvík í fimm ár. Og vit spyrja hana um fyrimunir og vans­ ar við at búgva í eini bygd, ið liggur nakað langt frá alfaravegi. Fyrsti og størsti fyrimunurin, ið hon nevnir uttan at blunka, er tað framúr góða samanhaldið í bygd­ ini. – Tað er ikki bara gott, men tað er ófatiliga gott, sambært Súsannu. Sum dømi um hetta nevnir hon, at um onkur ætlar sær at grilla á spæliplássinum eitt góðveðurs­ kvøld, so er nóg mikið at senda eitt sms út í húsini við einum klokku­ sletti. Tað kunnu lættliga vera millum 80 og 90 prosent av bygdarfólkinum við til eitt slíkt impulsivt tiltak, bæði børn, vaksin og tilkomin, har øll hugna sær saman. – Ja, tað er líka við, at man trívist her pr. automatikk, sigur hon við einum brosi. Fara fólk av bygdini, er einki fyri at fáa onnur at passa hús djórini so leingi. Hinvegin, – eingin handil er í bygdini, men tað hugsar Súsanna ikki um í gerandisdegnum. Børnini ganga tí heldur ikki allatíðina og biðja um eitt oyra at keypa fyri. – Skulu vit til handils er bara eitt eygablikk at koyra til Runavíkar. Tað er einki at tosa um. Øll hava tó bil, men er tað so at onkur hevur brúk fyri farti til Runavíkar, so spyr ein bara grann­ an, og so er tað ordnað. – Og stendur tú beint nú og mangl ar ein pakka av mjøli ella okk urt líknandi, so er einki problem at læna hann frá grannanum, ella hann frá tær. snorri@sosialurin.fo Jólaklubbi fyri menn Eingin bygd, uttan ein bindiklubba. Her í bygdini finst eisini ein slíkur, har bæði yngri og eldri kvinnur í bygdini hittast til handaligt arbeiði – og prát, sjálvandi. Hesin bindiklubbin er alt árið. Men menninir hava eisini ein, sum plagar at hittast fram ímóti jólum, – ein jólaklubba, kundi ein hóskandi kalla hann. Tá teir soleiðis eru saman gera teir m.a. jólapynt, sum verður gjørt ikki bara hvør til sítt egna hús, men til alla bygdina Hetta hevur m.a. gjørt sítt til, at eingin onnur bygd ger so nógv burtur úr jólunum sum júst Æðuvík. Hóast Æðuvík liggur langt burtur frá alfaravegi, hevur hetta kortini ikki havt stórvegis ávirkan á fólkatalið. Veruleikin er, at fólkatalið í bygdini ongatíð hevur verið størri enn tað sama: Í farna mánaði búðu 114 fólk í Æðuvík, – tvey fleiri enn í januar mánaði. So seint sum í 1995 var fólkatalið niðri á 65, men síðani hevur tað bara gingið rættan veg. Ein koyritúrur eftir smala Æðuvíkar-vegnum ein sunnudag kann broyta so nógv STÓRTRÍVIST – Eg búgvi her, og her trívist eg. Og tí fari eg heldur ongan veg, sigur Súsanna Brekku úr Klaksvík, men sum seinastu fimm árini hevur búð í Æðuvík. Eftir hennara sannføring er Æðuvík heimsins nalvi Mynd: Jens Kristian Vang 114 ordiliga well