Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 8 - 12. januar 2002 Nr. 8 - 12. januar 2002 29 Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Skrivstovufólk til Hjálparmiðstøðina (HTM) Á HTM er eitt fulltíðarstarv sum skrivstovufólk leyst at seta sum skjótast. HTM er deild av Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamis- bilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 8 fólk á HTM. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um • vanligt skrivstovuarbeiði • journalisering • móttøku og telefonavgreiðslu Vit sóknast eftir einum starvsfelag sum hevur: • útbúgving innan skrivstovuyrki • drúgvar royndir á økinum • góð samstarvsevnir • góðan telduførleika • kunnleika til journalisering (DocuLive) er ein fyri- munur • kunnleika til C5 Vit kunnu bjóða: • sjálvstøðugt arbeiði • flextíð • nýggja tøkni • samskifti við viðskiftafólk Løn og stanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen, leiðara á HTM, á tlf. 318300. Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049, 110 Tórshavn. Umsóknarfreist: 22. januar 2002 kl. 14.00. Fulltrúi Starv sum fulltrúi á Fiskivinnustovuni verður her- við lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Fiskivinnustovan er skipað sum deild í Fiskimála- stýrinum. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: • hava um hendi umsitingina av fiskiídnaðar- málum • hava um hendi umsitingina av fiskivinnu- royndum • samskipa leiklutin hjá Fiskimálastýrinum í verkætlanum innan fiskivinnugransking • samstarv við leiðslu og aðrar fulltrúar í Fiski- málastýrinum um tvørgangandi uppgávur innan fiskivinnumál Førleikakrøv: • viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • góð evni at samskifta á føroyskum, norður- lendskum og enskum máli • vera til reiðar til at royna nýggjar avbjóðingar • kunna virka til lítar og á ein tryggan hátt í einum umhvørvi, har mál til tíðir hava nógvan skund • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Grundleggjandi royndir innan virkisøkini er ein fyrimunur Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggj- armálastýrið og avvarðandi yrkisfelag.Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og stovnar/deildir undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstov- una.Tænastustaðurin í løtuni er Fiskivinnustovan. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálastýrinum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum skulu vera Fiskivinnustovuni í hendi í seinasta lagi 28. januar 2002 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið, att.: Fiskivinnustovan, Postsmoga 347, 110 Tórshavn Fyrispurningar starvinum viðvíkjandi kunnu setast Andras Kristiansen, deildarstjóra á telefon 35 30 30. Fiskimálastýrið Fiskivinnustovan Ognirnar hjá Fjallbrúður til sølu Matr. nr. 216a, Vágur Grundøkið: 316 m2 Húsavídd: 118,09 m2 Bygningur í 3 hæddum. Kjallarahæddin: 1. Skrivstovuhølir við tilhoyrandi kantinu, goymslu- rúm, wc. 2. Skrivstovuhølið við tilhoyrandi wc. Miðhæddin: Skrivstovuhølið, gangur, køk, wc, stórur salur. Loftshæddin: Goymslurúm. Matr. nr. 216b,Vágur Grundøkið: 496 m2. Skrivlig boð uppá ognirnar skulu sendast til: Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður Postboks 56 FO-900 Vágur Felagið tilskilar sær rætt til ikki at taka av teimum innkomnu boðunum, um hesi ikki eru nøktandi. Kvinna søkist til handil Vit sóknast eftir tilkomnari kvinnu til handilin at byrja skjótast tilber Arbeiðtíðirnar eru hesar: kl. 05.30 - 13.15 kl. 13.00 - 19.00 allar dagar í vikuni Frants Restorff Tórsgøta 13 Tlf. 311060 Postmoga 41 110 Tórshavn Útbjóðing Runavíkar býráð bjóðar hervið út at gera uml. 470 m av vegi lidnan til nýggju atløgusíðuna á Høga- bóli, saltangará. Arbeiðið fevnir um planering, kloakkir, kantsteinar, tvørrennur, gongubreytir, gøtuljós og skráar v.m. Útbjóðingartilfarið fæst frá týsdegnum 15. jan. við at gjalda kr. 2.000,00 í veð á konto 112 036 2 í Før- oya Banka í seinasta lagi 14.jan.2002 og venda sær til Runavíkar býráð við váttan um at peningurin er goldin. Licitatiónin verður fríggjadagin 8. feb. 2002 kl. 14.00 á Býráðsskrivstovuni. Boðini verða tá latin upp og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnu boðini ella havna øllum. Runavíkar býráð Heiðavegur 600 Saltangará Kømur til leigu 6 kømur í Vesturbýnum til leigu. Bill.mrk. 2502 Nissan Patrol 4x4, árg. 10/87, til sølu ella í býti við minni bil. Møguligur prísmunur verður goldin. Tlf. 370545 Úrvalsbilar Spf. Bakkavegur 530 Fuglafjørður tel. 444943 ·& 217704 Kom og ger kvetti! Vit lata stóran avsláttur av bilum í januar, um tit keypa bil frá okkum uttan annan i býti Kom og fá ein óbindandi royndartúr KPMG statsaut. revisorar Sp/f Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35 Roknskaparleiðari til Faroe Cold Stores Fyri Faroe Cold Stores í Vági verður søkt eftir roknskaparleiðara at byrja 1. februar 2002. Faroe Cold Stores rekur eina frystigoymslu, felagið tekur sær eisini av lossing og lasting av skipum. Starvið fevnir um: · alt vanligt bókhaldsarbeiði · gerð av fíggjarætlanum · gerð av mánaðar- og ársroknskapum · umsiting av goymslustýring, og · luttøku í marknaðarføringini av virkinum v.m. Talan er um eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv. Tann, sum settur verður, skal hava: · góðan kunnleika til bókhald · kunnleika til Concorde, Word og Excel · evni at arbeiða sjálvstøðugt · góðan kunnleika til enskt í skrift og talu, og · góð samstarvsevni Lønin verður sett eftir nærri avtalu við atliti til royndir og útbúgving. Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda til KPMG statsaut. revisorar Sp/f skjótast til ber ella í seinasta lagi 15. januar 2002. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Súna Schwartz Jacobsen ella Finnbjørn Zachariasen. Starvið Umsøkjarin Umsóknin Skrivstovuhølir til leigu í miðbýnum – Niels Finsensgøtu 32 – í Havn. Miðhæddin er um 100 fermetrar og kjallarin er um 50 fermetrar. Hølini skulu helst leigast út í einum leigumáli. Hølini eru vælegnað sum skrivstovuhølir ella til annað vinnuligt endamál. Áhugað kunnu ringja á tlf.217366 í arbeiðstíð ella á tlf. 312957 eftir arbeiðstíð. Nú klippur Marjun eisini í Salong Bronx J. Broncksgøta 34 FO-100 Tórshavn tel 313090 Vit ynskja henni at vera vælkomin Skeiðlærari til Trygdar- miðstøðina fyri sjófólk Vegnað tað, at ein av okkara lærarum fer í annað starv, søkir Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hervið eftir einum fólki,sum kann undirvísa í trygd á sjónum.Starvið er leyst til setan skjótast gjørligt. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: undirvísa í trygd á sjónum, sum umfatar bæði ástøðiliga frálæru og venj- ingar í at nýta bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m. vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini. Førleikakrøv: Tað verður sett sum krav, at umsøkjari skal hava hægstu nautisku útbúgving starvsroyndir frá sjóvinnuni ella frá frálandavinnuni. Fyrimunur er, um viðkomandi hevur royndir í at undirvísa og fyriskipa trygdarvenjing umborð á skipi. Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna taka ymisk endurútbúgvingarskeið, sum eru viðkomandi fyri starvið. Setanartreytir: Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið er Fiskimálastýrið, og stovnar/deildir undir tí, umframt onnur aðalstýri og løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Trygdarmiðstøðin. Tann,ið settur verður,má kunna tola broytingar í virkisøkinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálstýrinum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. januar 2002 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið, att: Sjóvinnufyrisitingin, Postsmoga 347, 110 Tórshavn Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Trygdarmiðstøðina á tlf. 455882,og tosa við Marius Magnusson,leiðara,ella til Sjóvinnufyrisitingina á tlf. 353030 og tosa við Eyðun Berth Jacobsen, deildarstjóra. Trygdarmiðstøðin fyri sjófólk, sum heldur til í Klaksvík, er skipað sum ein deild undir Fiskimálastýrinum, Sjóvinnufyrisitingini.Á Trygdarmiðstøðin undirvísa 2 lærarir burturav.Umframt hesar er ein leiðari,sum partvís tekur sær av frálæruni.Árliga eru tað umleið 600 næmingar,sum taka trygdarskeið.Tann verka- ligi parturin, sum umfatar bátavenjingar og grundleggjandi eldsløkkivenjingar fara fram á støðini við Borðoyavík.Tann ástøðiligi parturin ferð fram í hølunum hjá Trygdarmiðstøðini í Bøgøtu 38. Umframt trygdarskeið, ið verður fyriskipað sambært ásetingunum í altjóða sáttmálanum STCW, veitir Trygdarmiðstøðin eisini bátaførara og FRC - skeið í samarbeiði við Nutec í Noregi. Trygdarmiðstøðin hevur eisini samarbeiði við hini norðanlondini um trygdarskeið og er limur í altjóða felafskapinum IASST. Fiskimálastýrið Aðalskrivstovan C M Y K 29 28