Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 47

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 Sosialurin Live frá Kafe Kaspar Live frá Kafe Kaspar Rás2 sendir beinleiðis frá Kafe Kaspar kl. 21.30-24.00, har finalan í ársins singer/songwriter er. Barbara Holm og Mirjam Pætursdóttir eru vertir. Hann er eftir ongari tíð blivið eitt tað størsta og mest seljandi poppnavnið í Danmark. Hann er sonur kenda tónleikaran Tommy Seebach, men hann dugir sanniliga sjálvur. Rasmus Seebach hevur hittað við sangum sum Engel, Glad Igen og Den Jeg Er, sum er sangur um pápa hansara, sum doyði bert 53 ára gamal. Prátað verður við Rasmus Seebach um at finna síni egnu bein at standa á, og Rasmus Seebach spælir live í sendingini. Rasmus Seebach Jústines og Sakaris spæla Jústines í Túni og Sakaris Joensen eru millum finalistarnar í singer/songwriter kappingini á Kafe Kaspar leygarkvøldið. Teir hita upp til finaluna við fram- førslu á Hvonn Live hesaferð. Teir spæla lívligar og fangandi sangir, sum teir sjálvir hava skrivað. Jústines Sakaris LeygarkvøLdið 8. mai kl. 19-21 Todi um gleði og ótta Tað er ikki nóg mikið at verða góður fótbóltsspælari fyri at náa langt innan ítróttin. Tú skalt eisini hava viljan, dirvið og ambitiónirnar. Todi Jónsson gevur ungum fótbóltsspælarum persónliga frálæru, og prátað verður við hann um hetta arbeiði. Hvat skal til fyri at náa langt innan fótbólt, hvussu ber til at brynja seg mentalt, og hvussu sleppur tú av við óttin fyri at kiksa? Miðlarnir og nýggir miðlar Frambrotini innan tøkni eru stór og nógv í hesum døgum. Samfelagið verður mest sum kollvelt við nýggjum hættum at samskifta, undirhalda og upplýsa. Men hvussu skulu fólk og fjølmiðlar taka nýggju tíðina til sín, og hvagar gongur leiðin nú. Vit tosa við Høgna Rasmussen, stjóra á Sansum, og Allan Dalgsgarð, stjóri á Sendistovuni, um hetta.