fríggjadagur 7. mai 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 7. mai 2010
4
VIKUSKIFTI
tónleikur
Inna Tørnroos
inns@sosialurin.fo
Kvinnan við tí óvanliga navninum er Siri kit
Jacobsen úr Leirvík. Hon er 35 ár og útbúgvin
sjúkrasystir.
Navnið Sirikit hevur hon fingið frá thei lendsku
drotningini. Hví foreldrini Mathea og Finnbjørn
Hansen valdu at kalla hana Sirikit, veit hon ikki
rættu liga, men eisini eldsta systurin Sulamith hev ur
fingið eitt heldur óvanligt navn.
Spyr ein fólk um Sirikit, eru tey øll á ein um
máli um, at tað er hon sjálv, sum lík ist eini dukku.
Sitandi yvirav henni er tað ikki sørt, at tey hava
rætt. Hennara vøkru andlitsbrá minna um tær
perfektu dukkurnar frá barnaárunum.
Eyguni eru livandi, og hon smílist nógv, meðan
hon greiðir frá lívi sín um og fløguni, sum hon eitt
sindur óvæntað er komin út við.
– Eg havi skrivað sangir líka síðani eg var átta
ára gomul, men eg havi ongan tíð hugsað um at
geva teir út. Tá eg setti meg í samband við Jákup
Zacharias sen var tað fyri at goyma teir á eini demo
fløgu, greiðir Sirikit frá.
Jákup helt, at tilfarið var so gott, og bað hana
fara heim og hugsa um hon ikki vildi geva tað út
á fløgu.
– Eg fekk ilt í búkin av tankanum, men nú tá
fløgan er úti, eri eg sera glað um, at eg havi gjørt
tað, sigur hon, men viður kennur tó, at hon kennir
seg eitt sind ur nakna, eftirsum fløgan er so persón
lig.
Misti sonin
Fólk sum koma framvið borðinum har eg og Sirikit
sita á Hvonn, ynskja henni tillukku við útgávuni
og viðmerkja, at tey hava hoyrt hana í útvarpinum.
Sirikit var gestur í vælkendu sendingini »Tilveru«
og greiddi har millum annað frá, tá hon misti eitt
barn. Sangurin »Eg varð signað« er um lítla sonin,
sum doyði í móðurlívi í viku 28.
– Tað var ræðuliga hart. Hann var fyrsta barnið,
og eg var so spent og glað, sig ur Sirikit.
Hon var komin langt í barns burði num, men ein
dag kendi hon onki lív. Hon sang ein sang, ið altíð
plagdi at fáa barnið at røra seg í búkinum. Eisini
royndi hon at skumpa undir búkin og at drekka
kalt vatn, men onki kendist.
– Eg og svigarindan fóru út á sjúkra húsið, og
har var staðfest, at onki hjartaljóð var.
Sirikit varð skelkað og noktaði at trúgva hesum
í byrjanini.
Sjálv føðingin tók heilar tríggjar dag ar, av tí at
hon ikki var búgvin at eiga í viku 28. Sirikit lá í eini
stovu næst føðistovuni og lýsir tað, sum »reinan
tortur« at hoyra livandi, grát andi børn koma til
verðina, meðan hon sjálv lá og bíðaði eftir at eiga
eitt deyð føtt barn.
Sonurin var føddur og fekk navnið Markus. Tey
høvdu eina lítla jarðarferð fyri honum, og hann
hevur sítt egna gravstað, har familjan reguliga
vitjar.
– Tað var ein øguligur tómleiki at hava mist
hann. Eg ivaðist nógv, um eg nakrantíð fór at gerast
mamma, sigur Sirikit.
Hon og maðurin Eiler Jacobsen syrgdu á ymsan
hátt, og saman hjálptu tey hvør øðrum á føtir aftur.
Aron og Jósef
Fýra mánaðir seinni gjørdist Sirikit aftur við barn.
– Eg var sjálvandi sera bangin fyri, at tað sama
skuldi hendi, so vit vóru til nógv ar kanningar, sigur
hon.
Men hesaferð gekk alt sum tað skuldi, tá hin nú
fýra ára gamli Aron, varð fødd ur.
Tvey ár seinni kom lítlibeiggin Jósef, ið nú er
tvey ár.
Sirikit starvast á Blákross heimi num, men nú
meðan hon hev ur arbeitt við fløgu ni, hevur hon
arbeitt niðursetta tíð.
Hon hevur sjálv gjørt øll løg ini og lagt orð til
tey. Nakrir av sangunum eru grundaðir á Sálmanir
úr Bíbliuni.
– David, sum skrivaði Sálmarnir, gjørdi tað
eisini nógv í royndartíðum, og tí havi eg funnið
nógva troyst í Sálm un um, sigur hon.
Uggi er eitt orð, ið Sirikit oftani vendir aftur
til. Hon er glað um, at hennara orð kunnu ugga
onkran á sama hátt, sum tey hava uggað hana,
tá lívið hevur verið tungt.
– Við at vera opin, kemur tú í samband
við nógv fólk, ið hava verið ígjøgnum tað
sama. Tað havi eg mill um annað upplivað
nú, tá eg havi verið í útvarpinum og tosað
um mín deyð fødda son, sigur hon.
Sirikit smílist og heilsar upp á næst
an øll, sum koma inn á Hvonn hendan
dagin. Hon hevur búð alt sítt lív í Før oy
um, og leiðin til Havnar var tað longsta
hon flutti, sigur hon flennandi.
Hon hevur ongantíð havt nakran
útlongsul, men nú eru tankarnir um
at flyta uttanlands eina tíð farnir at
spíra. Men nær tað verður er óvist,
nú eru tað børnini og familja, saman
við sanginum, ið tekur tað mesta av
hennara tíð.
»Ja, mín Gud, Tú grøddi míni djúpu sár,
og Tú gav mær aftur tvífalt tað Tú tók.
Nú er gleðin stór í hjarta mínum, Gud eg takki Tær,
eg varð styrkt ígjøgnum alt vit Tíni kraft.«
Tað sum uggar meg, kann kanska vera við Til aT ugga onnur.
Ta vón hevur SIrIkIT JacobSen um fløguna »LyfTIð«, ið hon júsT hevur givið úT
Sirikit yrkir soleiðis um hendingina:
»Henda tíðin píndi hjarta mítt so meint,
og teir dreymarnir , eg hevði, hvurvu brátt.
Men eg visti, at til Himmals sonur mín var farin heim,
og ein dag vit saman skulu gleðast har.«
Fløgan
FøddIst
úr sorgInI