mánadagur 10. mai 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard
jaspur@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
T
að er vorðin sum verkætlan,
sum tey eru farin í holt við í
Suðuroy - ætlanin at umskapa
gomlu saltsiloina á Drelnes til ein
altjóða mentanardepil.
»Drelnes«, sum suðuroyingar
kallaðu siloina, hevur sína serligu
søgu, bygd stutt fyri stríðsárini,
tá fólk høvdu stórar visiónir um
framburð - og hon lætti munandi
um, tá sluppir og skip skuldu gerast
út til fiskiskap.
Sum bygningur er hon eisini
nakað heilt serligt. Øll, sum hava
vitjað á Tvøroyri, hava lagt merki til
henda óvanliga bygningin - hendan
katedralin við bogaðum skapi og
við stórum parabulformaðum be-
tongsperrum – og so stóru stavirnar,
S A L T, ið vóru málaðir á tekjuna.
At fólk nú hava givið hesum
bygn ingi so stóran ans, at ein stór
verkætlan um ein altjóða ment-
an ar depil er veruleiki er veruliga
gott og spennandi. At tað tykist
bera til at fáa fígging til eina slíka
ætlan – nærmast á útoyggj, tað
er serliga áhugavert og setir út-
jað arahugsanina í eitt annað per-
spektiv. Hví skal tað ikki ber til at
hava ein slíkan depil í Suðuroy?
Vit hava eitt stórt og gott skip, sum
kann flyta nógv fólk aftur og fram
millum Suðuroy og Havnina. Hetta
er samstundis ein stór avbjóðing
til oyggjarfólkið, tí at fáa innrás av
fleiri hundrað mentanarhugaðum
fólkum norðanífrá og uttanífrá, tað
setir krøv og kann skapa vøkstur í
oynni.
Stóra avbjóðingin - og veruliga
royndin hjá nevndini fyri grunnin,
sum stendur fyri verkætlanini,
verður at finna fígging til hesar
80 milliónir krónurnar, sum verk-
ætlanin er mett at kosta. Men tað
er so heldur ikki hvør sum helst,
ið stílar fyri. Fyrrverandi forseti
Íslands er verji, og fyrrverandi
danski
fólkatingsformaðurin,
Christian Mejdahl, sum er føddur á
Tvøroyri, er nevndarlimur. Tað eru
tekin um, at verkætlanin hevur
altjóða dám.
Hetta at virðismeta gamlar bygn-
ingar er nakað, ið vit føroyingar
ikki hava dugað nóg væl. Hóast vit
ikki hava so nógv bygningsverk
í Føroyum, so kundu vit saktans
gjørt nógv meira við slíkt, sum
hendan verkætlanin í Suðuroy
er dømi um - samstundis sum vit
áttu at broytt hugburð um bygging
yvirhøvur. Orsøkin til at vit ikki
hava so nógvar gamlar bygningar
er sjálvandi tí, at vit ikki hava bygt
so nógvar bygningar.
Saltsiloin á Drelnesi fer at standa
sína roynd leygarkvøldið, tá stór
konsert verður har. Hiðani geva vit
bestu ynski til verkætlanina.
Hví ikki hava ein slíkan
depil í Suðuroy?
Danska
poppstjørnan
Ras mus Seebach vitjaði í
Føroyum um vikuskiftið.
Ferðin
til
Føroya
varð
seink að orsaka av øsku-
skýggjunum úr Ísland, men
leygarkvøldið kom Seebach
til landið, og hann var í
Føroyum til fyrrapartin í
dag.
Seebach
hevði
tvær
framførslur leygarkvøldið,
og sunnukvøldið var hann
gestur í sendingini Hvonn
Live á Rás2.
Hesaferð hevði Ras mus
Seebach bert ein gittar-
spælarar afturat sær á pall-
inum, men Seebach vil sera
fegin aftur til Føroya at
spæla.
– Hetta hevur verið ein
fantastisk ferð, og eg vil
sera gjarna aftur til Føroya
at spæla. Tá skal eg hava
allan bólkin hjá mær við,
sigur Rasmus Seebach.
Spurningurin er bara,
nær tað kann lata seg gera,
tí Seebach hevur úr at gera
við framførslum í Danmark
í alt summar. Men lítið er at
ivast í, at føroyingar, sum
tóku so væl ímóti danska
poppsangaranum
hetta
viku skiftið, sleppa at hoyra
hann aftur á føroyskum
palli innan
ov
langa
tíð.
Seebach vil sleppa
aftur til Føroya
Danski
Javnaðarflokkurin
hevur fingið eina keðiliga
sak, nú leiðandi fólk í flokk-
inum taka børn síni úr fólka-
skúlanum og koyra tey í
privatskúla, samstundis sum
fleiri teirra ferðir hava hartað
fólk, sum gera tað sama.
Tað heldur viðmerkjarin
hjá Danmarks Radio, Jens
Ringberg.
– Tey hava ein trupulleika.
Flokkurin hevur jú staðið
fyri, at fólkaskúlin er staðið,
har øll kunnu senda síni
børn, líka mikið um vit eru
væl lønt, fólkatingslimir, ella
um vit eru arbeiðsleysir inn-
flytarar.
Hann metir tó, at ringastu
støðuna er Mette Frederiksen,
næstforkvinna floksins, kom-
in í. Hon hevur ein størri
for klár ings trupulleika, enn
floks forkvinnan,
tí
Mette
Frede rik sen fyri langari tíð
síð ani – áðrenn hon sjálv
fekk børn, fanst harðliga at
for eldrum, sum koyra børn
síni í privatskúlar.
– Helle Thorning-Schmidt
velur hinvegin at flyta dóttr-
ina í privastkúla, eftir at
hon hevur gingið sjey ár í
fólka skúlanum. Hon hevur
eisini í smálutum greitt frá
um støðunum, og eg haldi, at
tað merkir, at trýstið á Helle
Thorning-Schmidt
verð ur
minni, meðan tað fram hald-
andi fer at tyngja hjá Mette
Frede riksen,
heldur
Jens
Ring berg.
Spurningurin er so, um
hetta fær avleiðingar fyri
Javn aðarflokkin,
ella
um
flokkurin við opnum sinni fer
í samráðingar við stjórnina,
sum grundleggjandi ætlar at
kanna fólkaskúlan.
Javnaðarfólk trupulleikar
av privatskúlum
Varð
veitið sýslu
mansheitið
heini olsen
kjak á síðu 12
Javn
støða ella
feminisma
heri mohr
kjak á síðu 12
DrELnEs gEvur annað pErspEktiv