mánadagur 10. mai 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
12
Sosialurin
Kjak
Í sínari tíð fóru vit øll undir
kong, og søgukøn vilja vera
við, at í 1066 kom Ólavur
kongur
Kyrri
av
Noregi
til Føroya fyri at fáa skil á
innlendis ófriði land náms
fólksins, t.e. teirra eftir kom
arum, ið hvør sum harðastur
royndi drepa hvønn annan.
Sýslur
Ólavur kongur Kyrri lutaði
landið sundur í hóskandi
geo grafiskar sýslur, hvør við
sínum sýslumanni, ið síðan
ta tíð við løgregluvaldi hevur
hildið í nakkan á okkum, at
vit ikki av berari maktgyrnd
skuldu forkoma hvørjum
øðrum.
At sýslumansembætið nú
kanska er avoldað er einki
at siga til; men eg haldi vit
skulu varðveita sýsluheitið
sum brúkbart fornminni,
eitt nú sum Suðuroyar sýslu
komm una, ið fevnir um alla
Suðuroy og báðar Dímunar,
Sandoyar sýslu kommuna við
Skúvoy, Vága sýslu komm una
við Mykinesi, Streym oyar
sýslu kommuna við Nólsoy,
Hesti og Koltri, Eystur oyar
sýslu kommuna og Norð oya
sýslu kommuna fevn andi
um allar oyggjarnar í land
nyrðings parti Føroya.
Býtið kann sjálvandi vera
ørvísi; men hyggja vit yvir
Føroyakortið,
man
býtið
Ólavs ikki hava verið heilt
av leið.
Sýslurnar eru ivaleyst
komnar um somu tíð í øll
Norðurlond, og í Noregi er
tann á Svalbard tann einasta,
sum er varðveitt. Í Danmark
sløðist farvegur av sýslu eftir
í navninum Vendsyssel; men
í hinum eru tær mær vitandi
heilt horvnar.
Í Føroyum kann mangt
vera sagt fyri og ímóti sýslum
og sýslumonnum. Ikki hev
ur skipanin enn rokkið at
steðga
innlendis
klandri;
men í hvussu er ganga vit
ikki long ur og drepa hvønn
annan, og sum børn vórðu
vit mangan hótt við at fara
eftir sýslu mann inum, um vit
ikki skikk aðu okkum væl, so
virðing – ella kanska ræðsla
– fyri em bæt in um man hava
fest seg í ungum sum í goml
um.
Len
Fyrsta tiltak í Norðurlondum
av hesum slag var, tá Valde
mar II Sejr eftir mangar
sigrar í 1227 tapti og gavst
at kríggjast. Tað, eftir var
av tíð sínari, fekst hann við
innlendis viðurskifti, m. a.
lutaði hann landið sundur í
len, fekk skrivað Jarðarbók
Valdemar kongs og stutt fyri
sín deyð setti í gildi Jútsku
Lóg.
Hesin
sami
Valdemar
kong ur var tann sum í 1219 í
Est landi gav boð um at varð
veita flaggið, sum ein hvirla
onkustaðni
hevði
skrykt
leyst og slept niður yvir
danska herliðið – tað son
evnda Dannebrog. Eisini var
tað hann, sum 1205 giftist
Dagmar drotning, misti hana
og 1214 giftist upp aftur við
Berengariu.
Í Noregi er lensheitið
varð veitt.
Amt
Í Danmark vórðu lenini í 1662
niðurløgd og amtsskipanin
sett í gildi. Amtini fóru fyri
stuttum í søguna og skift
um við Regioner, ið tilkomnir
danir eru sera illa nøgdir við.
Hví skuldi hetta fremmanda
heitið heilt óneyðugt troka
hálva fjórðu øld gamla amts
heitið av?
Sýsluheiti, kristni
og Løgting
Okkara 944 ára gamla sýslu
heiti er eftir øllum at døma
eldri enn alt tað áður nevnda,
heili 161 ár eldri enn nakað
annað tílikt í Norðurlondum,
kanska einar tvær øldir yngri
enn Løgtingið og javngamalt
at kalla við kristni her á
klettum, og ongatíð betur,
um heitini enn og framyvir
formliga kunnu nýtast.
Eg vil mæla til at varðveita
tey øll trý.
Í Weekendavisen nú um
dagarnar er áhugaverd grein
um, hvussu ein svenskari, Pär
Ström, er av teirri áskoðan,
at feminisman er farin av
sporinum og avskeplar van
ligt vit og skil.
Hann sigur, at tað er
káva læti,
at
feminisman
frem ur kynsstríð kvinnum
at gagni. Í veruleikanum er
tað áhugamál hjá ávísum
kvinnubólkum, og als ikki
javnstøði, ið feministar stríð
ast fyri.
Kvinnan er ikki hjálp ar
leys, sum feminisman vil
vera við. Kvinnur er sterkar,
og júst sum menn brúka tær
teirra vald – við góðum ella
við illum. Er hansara nið
urstøða.
Hann sigur bart út: Eg
ákæri feminismuna fyri at
hava tikið monopol upp á at
definera hugtakið javnstøði
og at hava definerað tað
skeivt. Eg ákæri feminismuna
álvarsliga fyri at gera ov
nógv av við trupulleikum og
vandamálum, sum kvinnur
fáa, og hinvegin miðvíst at
tiga burtur ella avnokta fyri
munir, tær hava, tí tær eru
kvinnur.
Hann vísir á, at í 95 pro
cent førum, er tað kvinnan,
ið vinnur, tá eini ikkihjún
klandrast um foreldrarættin
hjá børnum.
Og at eingin á sam felags
plani rættiliga tímir at gera
nakað við mannfólkasjúkur
t.d.
prostatakrabba,
sum
krevur 62 procent fleiri deyðs
føll enn bróstkrabbi. Hóast
hetta, er tað einans móti
bróstkrabba, at fyribirgjandi
screening verður framd.
Kvinnan livur í meðal
fimm ár longri enn maðurin,
men tað verður ikki viðgjørt
sum eitt vandamál fyri javn
støðu. Um tað hevði verið
kvinnan, ið livdi fimm ár
styttri enn maðurin, hevði
tað óivað verið ført fram sum
órættvíst, og sum skjótast
gjørligt skuldi verið bøtt um
við neyðugum, serstøkum
tiltøkum í heilsuverkinum og
við medicinskari gransking.
Í lógini um revsing fyri
harðskap í heimum (í Svøríki/
hm) er tað tilskilað, at tað er
maðurin, sum slær kvinnuna,
ið skal revsast, og ikki tað
øvugta.
Tá menn frá náttúru hond
eru meira kappingarmerktir,
meira vágafúsir og duga
betri at fokusera, er tað
kanska ikki so løgið, at teir
eru heppnari í karrieruni, og
tí hava teir yvirlutan í stjóra
korridorunum.
Biologisk hava ógvuliga
intelligentir og óintelligentir
menn meirilutan. Tað er tess
vegna ikki løgið, at menn eru
í meiriluta millum nobel
prísvinnarar.
Kvinnur
eru
sterkar,
smart ar og maktfullar og
føra kynsstríð til egnan fyri
mun – krógvað undir fyri
brigd inum javnstøði.
Í Svøríki merkir javnstøði
reelt altíð bara fleiri fyri
munir til kvinnuna, vil Pär
Ström vera við.
Fólk takka mær fyri, at
eg tori at siga tað, sum fólk
hugsa, men ikki tora at siga,
sigur Pär Ström.
Viðmerking frá undirrit
aða: Fyri nógvum árum síðani
kom feminisman í mótvind.
Ræðslan
og
andstygdin
hjá rithøvundanum Stefan
Zweig fyri rúgvuideologium
(ismum), sum lemjandi hevði
merkt hansara tilveru (eins
og hjá so mongum øðrum),
og sum var orsøkin til, at
hann tók lívið av sær, setti
sjálvandi síni spor.
Tann
nýggja
kvinnu
rørslan (javnstøði), um okkara
leiðir tykist at hava viðrák,
men hví hon skal stuðlast við
skattaborgaranna peningi, er
tað ikki øll, ið skilja. Tað mátti
verið nóg mikið, at javnstøðið
verður vart við lógum, har
tað er neyðugt, og annars við
mannsømiligari virðing hvør
móti øðrum.
Eitt nú at seta fólk í størv
v. m. eigur ikki at verða
gjørt við atliti at kyni og
trúgv. Har má tað vera skúli,
kvalifikatión,
event.
út
búgving, karakter egin leik ar
(samstarv, rein lindi), kreat ivi
tet ur, ið gera munin. Kyn og
trúgv og politiskur litur eiga
gene relt ongantíð at ávirka
starvs seting. Slík nepotisma
er sera ódámlig og skaðilig.
Varðveitið tað 944 ára gamla sýsluheitið
Heini Olsen
Kovalág 5. maj 2010
Javnstøði ella feminisma
Heri Mohr
At sýslumansembætið
nú kanska er avoldað er
einki at siga til; men eg
haldi vit skulu varðveita
sýsluheitið sum brúkbart
fornminni.
Kvinnan er ikki hjálp
ar leys, sum feminisman
vil vera við. Kvinnur er
sterkar, og júst sum menn
brúka tær teirra vald – við
góðum ella við illum.