mánadagur 10. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
14
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og
kenningum, at kæra mamma, omma og
vermamma okkara
Tóra Spangenfeldt,
fødd Skála,
andaðist í heiminum 4. mai 89 ára gomul.
Farið verður úr landssjúkrahúskapellinum
mánadagin 10. mai kl. 18.00 og jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni týsdagin
11. mai kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Finn og Jógvan Spangenfeldt
Eftir at hava verið stjóri á
Adventistaskúlanum
við
Hoy víksvegin í Havn síðan
1985 gevst Janne Schantz
Johnsson sum skúlastjóri í
summar, og Andrea á Rípuni
tekur við, tá skúlaárið byrjar
aftur í august.
Andrea á Rípuni er 35 ára
gomul, ættað úr Klaksvík
og búsitandi í Kvívík. Hon
tók sína læraraútbúgving á
Føroya Læraraskúla í 2001
og arbeiddi sum fólka skúla
lærari á Argjum og í Vest
manna, áðrenn hon fekk
starv á Adventiskaskúlanum
í januar 2009.
Janne Schantz Johnsson er
donsk. Hon tók læraraprógv
á Jelling Statsseminarium í
1972 og arbeiddi sum lærari á
Vejlefjordskolen, sum er ein
skúli við næmingum frá 1.
flokki til 3.g. Har arbeiddi hon
í 13 ár, til hon flutti til Føroyar
og tók við sum skúlastjóri á
Adventistaskúlanum tann 1.
august 1985.
Janne sigur, at hon hev
ur havt 25 spennandi ár á
Adventistaskúlanum
við
stór um avbjóðingum.
Hevði hon ikki havt sínar
hollu royndir frá Vejle fjord
skolen, hevði hon helst ikki
hildið á í starvinum so leingi.
Síðan frískúlalógin kom í
gildi í 2003, hevur tað tó verið
munandi lættari at rikið
skúlan, serliga fíggjarliga.
Maður Janne, Kristinn
Johnsson, sum eisini var
lær ari á skúlanum, stuðlaði
henni sera væl frá byrjan, til
hann andaðist fyri tveimum
árum síðan. Janne sigur,
at hon hevur fingið góðan
stuðul frá lærararunum, sum
eru sannir idealistar á sínum
øki. Eisini hevur skúlastýrið
stuðlað henni væl. Sam starv
ið við foreldrini, og álitið tey
hava víst okkum á skúlanum,
hevur eisini verið sera gott.
Janne sigur, at tey t.d. øll
árini hava lagt seg eftir, at
næmingarnir eru í skúlanum,
frá tí at teir koma, til tey fara
heim aftur. Soleiðis at skilja
at um ein lærari er sjúkur,
verð ur altíð ein vikarur
sett ur inn sum avloysari, so
næm ingarnir ikki ganga í
býnum í skúlatíðini. Megin
reglan hjá skúlan er, et tíð
in hjá næmingunum er eins
kostbar og tann hjá lærar
unum.
Adventistaskúlin hevur
hildið til við Hoyvíksvegin
síðan 1966, tá hann var
tikin í nýtslu av fyrstan tíð
sum ein kristin skúli við tí
grundleggjandi
áskoðan,
at barnið eigur at mennast
bæði andaliga, likamliga og
kunnskaparliga.
Talan
er
um eitt alternativt tilboð til
næmingar og foreldur.
Skúlin var upprunaliga
privatskúli, men síðan 1.
august 2003, tá frískúlalógin
kom í gildi í Føroyum, hev
ur hann verið rikin sum frí
skúli.
Týsdagin 25. mai
hava Turid og
Sofus Joensen,
silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin
í Oasuni, Kirkjustræti
2, Hoyvík, tann 29.
mai frá kl. 11 til 17.
Øll ið vilja gleðast
saman við okkum eru
vælkomin.
Prógv
Ata Maria Bærentsen hevur lokið prógv sum cand. jur.
frá Københavns Universitet.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 11. mai hava Irena og Ronald Olsen á Nesi
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 15.
mai í Missiónshúsinum Tabor á Toftum frá kl. 10 til 16.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Stjóraskifti á Adventistaskúlanum
Adventistaskúlin fær nýggjan stjóra 1. august, tá Andrea á Rípuni tekur við eftir
Janne Schantz Johnsson, sum hevur verið skúlastjóri seinastu 25 árini
Andrea á Rípuni (v.m.) tekur við eftir Janne Johnsson, sum hevur
verið skúlastjóri á Adventistaskúlanum seinastu 25 árini
Leygarkvøldið andaðist Ja
cob Vilhelm Hansen, vanliga
nevndur Jakku í Heimistovu,
á
Eysturoyar
Røktarog
Ellisheimi, 103 ára gamal.
Jakku var ættaður av
Glyvrum. Hann var sjómaður
øll síni bestu ár og var við
fleiri ymiskum skipum. Eitt
nú var hann í fleiri ár við
Cementu hjá Óli á Miðgerði
í Fuglafirði. Hann var eis
ini onkran túr við fiski í
Bretlandi undir krígnum.
Tað mundi vera undan
takið tá í tíðini, at fólk høvdu
fleiri
útbúgvingar,
men
Jakku var bæði maskin meist
aralærdur og hevði skip ara
útbúgving.
Eftir
at
hava
siglt
í
mong ár, legðist Jakku upp
á land. Hann hevði sera
gott handalag og arbeiddi
á snikkaraverkstaðnum á
Glyvrum í nøkur ár, til hann
sjálvur fór at smíða hús.
Hann bygdi nógv sethús
til fólk, ið standa sum ein
varði yvir tann partin av ar
beiðslívinum hjá honum.
Kona Jakku, Elina, var ætt
að úr Kvívík. Hon and aðist
í 1993, 77 ára gomul. Saman
fingu tey sjey børn.
Jakku búði á Eysturoyar
Røktarog Ellisheimi seinastu
7 árini. Hóast høga aldurin
hevur hann verið væl fyri,
hann bæði hoyrdi og sá
væl. Hann hevur verið uppi
hvønn dag til tað seinasta.
Jakku fer til gravar úr
Glyvra kirkju mikudagin kl.
14.
-red
Jakku í Heimistovu deyður
Jakku saman við langabbadóttrini Sonju