mánadagur 10. mai 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
Sosialurin
Ítróttarblaðið
øgni
Ólavur Øre Hansen
Sosialurin fekk eitt
stutt prát við nýgja
hjálparvenjaran hjá
A-lands liðnum, sum
var hugtikin av spæl-
inum,
og
ikki
minst
lívligu áskoð arunum.
Fyri góðum mánað síðani
setti FSF nýggjur hjálparvenjari
hjá A-landsliðnum settur, og fall
valið á íran John McDonnell, sum
fyri fyrstu ferð var í Føroyum í
vikuskiftinum, har hann skuldi
kunnað seg um føroyskan fót-
bólt.
– Ja hetta er fyrstu ferð eg eri
í Føroyum, sigur John McDonell,
og heldur fram – at hann er kom-
in til Føroya sum liður í fyri reik-
ingunum til komandi vinar dystin
hjá Føroyska A-lands lið num, sum
verður ímóti Luksem burg í kom-
andi mánað.
Dysturin millum NSÍ og EB/
Streym var fyrsti dysturin í
Voda fonedeildini,
sum
John
McDonnell hevur verið til, og
hann var hugtikin av lívligu
áskoð arunum, men var meira
var in, tá hann varð spurdur um
sjálv an dystin.
– Tað er trupult hjá mær at
út tala meg um dystin. Eg haldi
at til tíðir er ov nógv ferð á spæl-
inum, og tí verður tað eitt sindur
rótut til tíðir, men tað sæst at
har eru leikarar á vøllinum, ið
eru tekniskt væl fyri, sigurJohn
McDonnell, sum tó ikki vil grund-
geva fyri, hvørjar leikarar hann
meinar við.
Spurdur um hvat hann kendi
til føroyskan fótbólt, svarar John
McDonnell, at enn kennir hann
ikki tað stóra til føroyskan fót-
bólt. Tað er so stutt tíð fráliðin,
síðani hann var settur í starv,
men hann hevur sæð fleiri av
før oysku liðunum á DVD, so eitt
sindur kennir hann tó til før-
oyskan fótbólt.
Umframt at hava verið til
dystin í Runavík fríggjakvøldið,
so skuldi nýggi hjálparvenjarin
hjá A-landsliðnum eisini hyggja
eftir HB og B68 í Gundadali
sunnu dagin, áðrenn leiðin gongur
aftur til Írlands mánadagin.
Christian Høgni Jacobsen:
Sigurin hevur
alt at siga
Tað var ein fegin, men av
gjørdur tvífaldur málskjútti sum
Sosialurin fekk orðið á eftir at
NSÍ hevði vunnið á EB/Streymi.
– Sigurin hevur alt at siga fyri
okkum, sigur Christian Høgni, og
leggur afturat, – at vit leiktu ein
sera góðan dyst, og eru við at
koma fyri okkum, eftir eina sera
vánaliga byrjan uppá kapp ingina.
Spurdur um fyrra málið hjá honum,
har hann eftir ein langan solotúr setti
bóltin í tóma málið, sigur Christian
Høgni, at tað var deiligt at skora eitt
tílíkt mál, og tað gevur sjálvsálit.
Næsti dystur hjá Christian Høgna
og hinum í NSÍ verður miku kvøldið,
tá teir skulu leika granna uppgerð
móti B68 á Svanga skarði.
John McDonnell
í Føroyum
landsliðið Millum áskoðarnar til dystin millum NSÍ
og EB/Streym í Runavík fríggjakvøldið, vóru Brian
Kerr og nýggi hjálparvenjarin John McDonnell
Til tíðir er ov nógv ferð á spælinum, og tí
kann tað verða eitt sindur rótut, men tað sæst
at har eru leikarar, ið eru tekniskt væl fyri
JoHn MCDonnell
Deiligt at skora
eitt tílíkt mál