Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mai 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. mai · Nr. 70 34 Sosialurin Eyðun Klakstein Myndir: Jens Kristian Vang Í nógv ár skrivaði Rasmus Seebach tónleik til onnur, men í fjør tók hann umsíðir stig ið sum poppsangari sjálv­ ur, og síðani hevur hann havt fleiri hitt, selt eina rúgvu av fløgum og er blivin popp­ stjørna í Danmark. Men tað var ein serligur sang ur sum gjørdi, at Ras­ mus Seebach umsíðir – sum 29 ára gamal – fór undir yrkis leiðina sum solistur. – Eg skrivaði sangin Engel, og eg helt ikki, at eg kundi biðja nakran annan syngja tann sangin, tí hann var so persónligur. Tí gjørdi eg av at syngja sangin sjálvur og geva hann út, segði Ras mus Seebach, tá hann í gjár­ kvøldið var gestur í send ing­ ini Hvonn Live á Rás2. – Eg hevði eisini gjørt upp við meg sjálvan, at gekk tað væl við fyrsta sanginum, so skuldu vit geva eina heila fløgu út eisini. Og soleiðis bleiv tað. Engel gjørdist eitt risahitt, og síðani hevu Seebach hittað við sangum sum Glad Igen, Den Jeg Er og seinast Lidt I Fem. Beinini á jørðini Eftir ongari tíð var Ras mus Seebach farin frá at verða tann rímiliga ókendi fram­ leiðarin og sang skriv ar in til at verða eitt tað kend asta pop p navnið í Danmark. – Eg veit ikki, um eg skal siga, at eg var tikin á bóli av hes um, men eg hevði ikki rokn að við at selt so nógvar fløg ur, sum eg havi gjørt, sigur Rasmus Seebach. – Hetta hevur verið ein stór broyting í mínum lívi, men eg havi roynt ikki at verða tikin av fótum av hes­ um. Eg vil ikki missa jørð­ for bindilsi fyri tað, um tað hevur gingið væl við tón leiki­ num, sigur hann. Rasmus Seebach hevur eisini nógvar føroyskar fjepp ar ar. Tað sást bæði til til tøk ini, hann framførdi á í Havn leygarkvøldið, og tað sást eisini á Hvonn sunnu­ kvøldið. Tey ungu flokk­ aðust um Seebach, og eftir fram førsluna mundi hann ikki blivið liðugur at skriva auto grafar til fólk. – Eg havi verið fantastiska væl móttikin í Føroyum, og vit hava veruliga hugnað okk um her um vikuskiftið, segði Rasmus Seebach. Undirhald og kjak Hvonn Live sunnukvøldið bjóðaði eisini annað undir­ hald. Robert McBirnie for­ taldi nakrar góðar og sang nakr ar sangir, og teir báðir Sakaris Joensen og Jústines í Túni spældu tveir av sínum frá líku sangum. Landsliðsvenjarin í fót­ bólti, Brian Kerr, legði leið ina fram við, og han pre sent er­ aði eisini sín nýggja hjálp­ ar venjara – íran Johnny Mc­ Don nell. Og kjakast var eisini um nýggjar miðlar, og hvus su fjølmiðlarnir kunnu gang­ nýta nýggju tøknina. Høgni Ras mussen, stjóri á Sansum, og Búgvi Dalsgarð, ráðgevi á Sendistovuni, søgdu sína hugs an um hetta. Tað var aftur hesaferð propp að við fólki á Hvonn til live sendingina, sum Rás2 van liga sendir einaferð um mán að in av Hvonn. eydun@sosialurin.fo Tey flokkaðusT HVONN LIVE Ein persónligur sangur, sum Rasmus Seebach ikki kundi biðja nakran annan syngja fyri seg, var byrjanin til yrkisleiðina sum poppsangari. Sunnukvøldið vitjað Rasmus Seebach í Hvonn Live, og hann var rættiliga umgyrdur av fjepparum Robert McBirnie fortaldi onkrar góðar og sang nakrar sangir