fríggjadagur 14. mai 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
28
Sosialurin
Inna Tørnroos
Myndir: Álvur Haraldsen
Eivør Pálsdóttir hev ur í
hesum døgum útgávu kon
sertir í Føroyum í sambandi
við útgávuna av fløguni
Larva. Konsertirnar í Havn
vóru miku og hóskvøldið,
og í kvøld eru tað gøtufólk, ið
sleppa at njóta tónleikin hjá
Eivør. Leygarkvøldið er hon,
saman við fleiri, í Saltsiloini
á Drelnesi.
Høgni Lisberg hitaði upp
við einum 45 løgum, áðrenn
Eivør saman við kórinum
Mpiri kom klappandi á pallin
um 21.30 tíðina.
Konsertin var ein so kal
l að standikonsert, og Sjón
leikara húsið var um hálvfult
av fólkið.
Sminkaði eygu
Kórið Mpiri, ið sang við
Eivør í nøkrum løgum, vóru
í svørtum klæðum og høvdu
svørt, sminkað bond um
eyguni, og hárið stramt upp
sett í knút. Tey virkaðu sum
ein kul ramma um Eivør og
tón leikarirnar.
Tað svarta gekk ígjøgnum
alt frá klæðum hjá Eivør, hjá
tónleikarunum og so tað
kompakta myrkri inni í sali
num.
Eivør spældi bæði nýggj
og gomul løg. Tað nýggja er
meira rockkent, og dugnaligu
tón leikarirnir
Benjamin
Peter sen, Høgni Lisberg, Jens
L. Thomsen og Mikael Blak
komu rættuliga til sín rætt.
Eitt hæddarpunkt var tá
Ben jam in Petersen spældi
gittar uppá sín Ipad til lagið
"Monst er".
Trumman hjá Eivør kom
eisini fram móti endandum
av konsertini og ljóðini, ið
Eivør eydnast at fáa fram,
kun nu ikki sigast at vera
annað enn trøllbindandi.
inna@sosialurin.fo
Tað svarTa var rey
Eitt bølamyrkt Sjónleikarahús tók ímóti áhoyrarunum,
tá Eivør Pálsdóttir hevði útgávukonsert. Tað svarta
var reyður tráðurin í framførðsluni hjá Eivør.
Ein rokkut Eivør
undirhelt saman við
kóri og tónleikarum í
Sjónleikarahúsinum
miku- og hóskvøldið
konsert