Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 34 Sosialurin Lærari í námsfrøði og almennum didaktikki Starv á Fróðskaparsetri Føroya Tíðaravmarkað1 starv sum lærari í námsfrøði og almennum didaktikki er leyst at søkja á Fróð­ skaparsetri Føroya (Føroya Læraraskúla). Starvsøki: Lærarin skal undirvísa lærara- og pedagoglesandi í námsfrøði og almennum didaktikki. Starvið ber í sær undirvísing, vegleiðing og eftir- meting. Førleikakrøv: Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella masterútbúgving í námsfrøði ella samsvarandi útbúgving. Tað er umráðandi, at viðkomandi sýnir hug og vilja til framhaldandi menning eisini sum granskari. Umsøkjarar, sum hava royndir við undirvísing og vegleiðing, og tey, sum hava granskingarroyndir, hava fyrimun. Umsókn: Umsóknarfreistin er 31. mai 2010. Starvið verður sett 1. juli 2010 og gongur út 30. juni 2011. Starvið kann møguliga endurnýggjast eitt lestrarár í senn. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir saman við avriti av próvskjølum, CV og arbeiðsroyndum skulu sendast Fróðskaparsetrinum. Við umsóknunum skal eisini fylgja eitt yvirlit yvir møguliga gransking og avrit av granskingaravrikum í trimum eintøkum. Ein metingarnevnd verður sett at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo ella rektaran á Lærara- skúlanum, Jóannes Hansen joannes@flsk.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. Umsóknir skulu sendast til: Fróðskaparsetur Føroya J.C. Svabos gøtu 14, Postrúm 272, FO-110 Tórshavn FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo 1) Fróðskaparsetur Føroya er í løtuni í einari tilgongd, sum møguliga vil føra til broytingar í bygnaðinum. Starvið verður tí í fyrsta umfari sett sum eitt tíðaravmarkað starv. Navna- og búmerkjakapping Bygginevndin fyri ellis/røktarheimið, ið bygt verður í Vági, bjóðar hervið til navna- og búmerkjakapping. Ynskiligt er, at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl, og sum møguliga samljóðar við virksemi á staðnum. Navna-og búmerkjauppskotini skulu, saman við stuttari frágreiðing, um hví tygum halda tygara navn vera hóskiligt, sendast til BYGGINEVNDIN c/O Vágs kommuna Vágsvegur 30 900 Vágur – og merkið brævbjálvan »Navna- og búmerkja- kapping« Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á uppskotini ella frágreiðingina, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva, saman við uppskotum og frágreiðing. Nevndin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini, ella onki at velja. Virðislønin fyri uppskotið er kr. 3.000 Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja navn og búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara. Virðislønin er tá kr. 2.000 fyri hvørt. Uppskotini skulu vera bygginevndini í hendi áðrenn 1. juli 2010. Bygginevndin fyri Ellis/røktarheimið. Vágs Kommuna www.vagur.fo Vágs Kommuna SHJ-ATV-Import Super ATV Tilboð ATV Loncin 275 ccm 4x4 Bert 40.800,- ATV Loncin 257 ccm 4x4 Bert 35.800,- ATV Gepard 150 ccm 4x2 Bert 14.800,- Tlf. 57 00 00 · shj@altfyrieitt.fo ATV Leopard 250 ccm 4x2 Bert 24.800,- Allir prísir eru við mvg Allar maskinurnar eru útgjørdar við sleipukróki og eru sera væl dámdar innan landbrúk Lesið -so eru tit við! KvívíKar Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til nýggja Dagstovnin í Kvívík Til vøggustovu, barnagarð og fríðtíðarstovu verður søkt eftir námsfrøðingum. Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett. Meira fæst at vita um størvini á heimasíðu okkara www.kvivik.fo Kvívíkar kommuna Víkarvegur 4 · FO-340 Kvívík · www.kvivik.fo