fríggjadagur 14. mai 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
Sosialurin
Ítróttur
Heri Simonsen
Kappingin hesaferð var einkult
startur. Teinurin var 29,0 km langur.
Úr Tórshavn til Kaldbaks og aftur til
Tórshavnar. Tilsamans 8 luttakarar
vóru við. Vinnandi súkklararnir
høvdu rímuligar tíðir, men ikki eins
góðar tíðir, sum fyrr eru settar á
sama teini. Veðrið var gott, tí kundi
roknast við at tíðirnar skuldu gerast
heilt góðar. Men samanumtikið,
lógu tíðirnar umleið einar tríggjar
min uttir frá at verða heilt góðar. Ilt
er at siga hví allir súkklararnir hava
javnt verri tíðir, enn roknast kann
við, ein grundgeving kann verða, at
súkklararnir júst í løtuni eru í gongd
við nógva og tunga venjing, og hetta
ávirkar úrslitið tann skeiva vegin.
Torkil Veyhe vann á Gunnari Dahl
Olsen, meðan Andrass Joensen og
Morten Hansen gjørdust nummar
3 og 4. Hjá motiónistunum vóru tað
veteranarnir Evald Rasmussen og
Kári Simonsen sum blivu nummar 1.
og 2. Teir báðir tilkomnu súkklarnir
vísa ein ótrúligan vilja at verða við
til kappingar. Í løtuni fyrireika teir
seg eisini til eina »ironman« kapp
ing, sum verður í summar. Hjá ung
ling unum var bert ein luttakari.
Tað var Jóanis Albert Nielsen úr
Sanda vági. Tíðin hjá honum er, í
mun til tíðir hjá unglingum annars,
rættiliga góð.
Torkil Veyhe vann
einkultstartin í Etika Cup
Súkkling Í sera góðum veðurlíkindum bleiv annar
teiur av súkklukappingini Etika cup súkklaður í gjár
Úrslit 2. teinur Etika kup
Nr. Navn
Tíð
Munur
Bólkur
1
Torkil Veyhe
00.44.57
00.00.00
Elita
2
Gunnar Dahl-Olsen
00.46.13
00.01.16
Elita
3
Andrass Joensen
00.48.18
00.03.21
Elita
4
Morten Hansen
00.51.22
00.06.25
Elita
5
Evald Rasmussen
00.55.30
00.10.33
Motión
6
Kári Simonsen
00.59.10
00.14.13
Mótión
7
Henry Berg
01.03.14
00.18.17
Elita
8
Jóanis Albert Nielsen
01.04.14
00.19.17 Unglingar
Hilmar Jan Hansen
Havnar Hornorkestur spældi, røður
vóru hildnar og fimleikarar frá bæði
Havnar Fimleikafelag og Ljósinum
høvdu framsýning.
Talan er um eina sera framkomna
høll, sum fevnir um tvær rútmiskar
hallir og eina amboðshøll. Á teimum
tilsamans 3.900 fermetrunum eru
allir hentleikar, ið krevjast í nútíðar
fimleiki, og hóast ikki sær út til
at vera spart upp á nakað, hevur
prísurin upp á umleið 59 milliónir
krónur hildið.
Høgt er til lofts og vítt til veggja
í Fimi, sum harumframt eisini fer
at geva umleið 500 áskoðarapláss
til Tórsvøll. Enn er eftir at snøgga
rundanum, men tá alt er liðugt,
verður ítróttarøkið í Gundadali ein
enn betri og samanhangandi eind.
Tað var heilt týðiligt undir hátíð
ar haldinum í gjár, at fólkinum
dámdi tað, tað sá, og ikki minst tey
smærru frøddust um høllina og alt
tað nógva, hon hevur at bjóða.
Fólkið frøddist um Fimi
fimleikur Seinnapartin í gjár vóru hundraðtals gestir
komnir til hátíðarhald í nýggju og stásiligu fimleikahøllini
í Havn, Fimi, sum nú er handað og klár at taka í brúk
Hátíðarhaldið í Fimi endaði við, at fimleikarar frá Havnar Fimleikafelag og Ljósinum høvdu framsýning
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Heri Simonsen
3 føroysk met og 4 junior met
vórðu sett ígjár á Føroya
meist arastevnuni í svimjing
2010, afturat tí eina føroyska
metinum og 5 juniormetum
frá Juniormeistarastevnuni og
inn leiðandi riðlunum í morg
un. Hartil tangeraði Astrið
Foldarskarð úr FLOT junior
metið í 50 metrar firvaldar
svimjing, við tíðini 30.05, har
Helena Strøm Sævarsdóttir úr
Suðuroyar Svimjifelag tíðliga
í gjáramorgun setti juniormet
við somu 30.05, soleiðis at ein
av røttum átti, at talt skurðin
ígjár at verða 4 føroysk met og
10 juniormet. Svimjarnir hava
soleiðis lagt hart út, og munnu
ikki mong fleiri føroysk met og
juniormet fara at standa fyri
falli í vikuskiftinum.
heris@sosialurin.fo
4 føroysk met og
9 juniormet ígjár
Svimjing Svimjarnir løgdu hart út
á Føroyameistarastevnuni ígjár