fríggjadagur 14. mai 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
5
VIKUSKIFTI
sigur Wilhelm Petersen, sum tó ikki vil
avdúka, hvussu stóran part av markn
aðinum nýggja bryggjaríið ætlar sær
at vinna.
Sótu við blonkum arki
Fyri fráfarna oljustjóran er tað spenn
andi at standa á odda fyri nýggj ari
fyritøku, ið ætlar sær framá. Fyrr ver
andi hondbóltsspælaranum úr Vest
manna dámar nevniliga væl at bróta
upp úr nýggjum, eins og hann fekk til
upp gávu í 1998, tá Atlantic Petroleum
fór til verka. Tann uppgávan var ikki
bara einføld.
– Vit sótu tá við einum blonkum
arki og skuldu fylla innihald í eina heilt
nýggja fyritøku. Í fyrstani høvdu vit
ongi loyvir og onga ítøkiliga ætlan, men
so teknaðu túsundtals fólk partapening
í felagnum, og vit keyptu okkum inn
í loyvir í Bretlandi, so farast kundi
undir framleiðslu. Seinni varð felagið
so børs skrásett í Íslandi og Danmark. Í
dag framleiðir felagið 3.000 tunnur um
dag in í Chestnut og Ettrick og fær 80
doll arar fyri tunnuna. Tað kennist væl
at hava verið við til at sett alt hetta í
gongd, sigur Wilhelm Petersen.
Oljufepurin í Føroyum var høgur,
tá Atlantic Petroleum varð stovnað.
Mong droymdu ljósareyðar dreymar
um oljumilliardir, og onkrir politikarar
lovaðu, tá boðað varð frá oljufinningi
undir Føroyum í 2001, at allir føroyingar
skuldu fáa ein trivaligan oljukekk í part.
Seinni eru tey flestu tó komin niður
á jørðina aftur, tí enn spríkir olja ikki
í før oyskum øki í rakstrarverdum
nøgdum.
– Eg havi allatíðina væntað, at tað
kundu ganga fleiri ár, áðrenn olja varð
funnin undir Føroyum í rakstrarverdum
nøgdum. Tí var tað umráðandi fyri
meg, at Atlantic Petroleum keypti
seg inn í loyvir aðrastaðni, so felagið
kundi fáa inntøkur burtur úr veruligari
fram leiðslu. Vit kundu kanska keypt
loyvir í Noregi ella Danmark, men vit
valdu Bretland, tí vit høvdu samstarv
har frammanundan, sigur Wilhelm
Petersen.
Støðan hjá Atlantic Petroleum var
leingi góð, og eitt skifti var kursurin
heilt uppi á 2400. Tá vóru glómur í eyg
unum á mongum partaeigarum. Nú er
kursurin 160, og heldur minni verður
reypað um keyp og sølu í felagnum.
Fyri knøppum ári síðan, tá felagið fekk
trupul leikar at gjalda stuttfreistaðu lán
ini aftur, løgdu fíggjarstovnarnir eis ini
upp í leikin. Freistirnar vórðu longd ar,
men meginparturin av gomlu nevnd ini
varð skift út. Hetta var í juni. Í nov
ember fór so eisini stjórin.
Eitt sindur sum Kall
Væntandi var tó ikki, at hann fór at
ganga leingi fyri onki, tí aftrat tí at hava
verið stjóri í Atlantic Petroleum í 11 ár
hevur Wilhelm Petersen í fleiri ár verið
nevndarformaður í Framtaksgrunninum
og framtaksfelagnum Notio.
Í hesum sessunum fekst hann nógv
við at fáa nýggj átøk at bera ávøkst,
og eitt av átøkunum var telefonfelagið
Kall, sum Framtaksgrunnurin setti pen
ing í um aldarskiftið. Wilhelm Petersen
heldur, at umstøðurnar hjá Okkara nú
og Kalli tá líkjast.
– Støðan hjá bryggjarínum er ein
analogi til støðuna hjá Kalli um aldar
skiftið. Eitt monopol er á føroyska øl
marknaðinum í løtuni, og ein nýggj
fyritøka er á veg. Á telemarknaðinum
var eisini monopol, og ein nýggj fyri
tøka bjóðaði monopolinum av, vísir
hann á.
Júst hetta heldur hann vera spenn
andi, tí nú hendir nakað nýtt, men
hvussu leingi hann verður stjóri á
nýggja bryggjarínum, veit hann ikki. Í
fyrsta umfari hevur hann boðað eigar
unum frá, at hann verður við, til alt
rigg ar, sum tað skal.
Og tá hann verður spurdur, um
hann framvegis fylgir við, hvussu
gongst á oljufeltunum langt burturi
frá nýuppsettu tangunum og transport
bondunum á Velbastað, svarar hann
játt andi og ivast ikki í, at Atlantic
Petrol eum er í góðum hondum.
– Gott fólk er í Atlantic Petroleum
við nógv ari kompetensu innan olju
vinnu, fíggjarvinnu og altjóða handils
skap, og tað kanst tú væl notera, sigur
hann og peikar á blokkin.
Vit ætla at framleiða øll sløg av øli, pilsnara,
gulløl og myrkt øl, og ymisk sløg av serøli
Fakta Wilhelm Petersen
Navn: Wilhelm Eyðunson Petersen
Aldur: 48
Starv: Stjóri í bryggjarínum Okkara
Útbúgving: Sivilverkfrøðingur, 1. part av HD
og doktari í framleiðslutøkni
Fyrrverandi størv: Kredittleiðari í Føroya
Sparikassa 1992-1998 og stjóri í Atlantic
Petroleum 1998-2009.
Onnur álitisstørv: Nevndarformaður
í Framtaksgrunninum 1999-2002 og
framtaksfelagnum Notio 2002-2007 o.a.
mynd: álvur haraldsen
Bryggjaríið rigg ar, sum tað skal, og nú royna vit tappi út gerðina og skulu hava seinastu
góðkenningarnar upp á pláss, sigur Wilhelm Petersen, stjóri á nýggja bryggjarínum, Okkara.