fríggjadagur 14. mai 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
6
VIKUSKIFTI
Fyri at kroppurin skal virka best møguligt er
neygugt við mati og drykkjuvørum, íð inni
halda tey føðsluevni, íð kroppinum tørvar.
Føðsluevnini ávirka kroppin á ymiskan hátt,
og tá íð tú skalt lætna, hevur tað týdning
hvussu maturin er samansettur.
Protein
Protein er tað føðsluevni, íð mettar best.
Ein eyka fyrimunur er eisini, at tað krevur
meiri orku at forbrenna protein, enn onnur
føðsluevni. Protein hevur tí stóran týdning,
tá íð tú skalt lætna. Tað er eitt gott hugskot
at økja um nøgdina av soltnum kjøti, flog
fenaði, fiski og soltnum mjólkarvørum,
soleiðis at tú følir teg metta/n og væl fyri
– Samstundis økir tú um forbrenningina.
Protein hevur fleiri góðar eginleikar. Tað er
millum annað við til at uppbyggja og við
líkahalda beinagrindina, vøddar, vevna og
organir. Tá íð tú lætnar, missir tú bæði feitt
og vøddavevnað. Protein er týdningarmikið,
íð forhold til at missa minst møguligt av
vøddavevnaði, tá íð tú lætnar.
Kolhydratir
Tá íð tú skalt lætna eru kolhydratir eisini
av stórum týdningi. Tey eru tað týdn ingar
miklasta brennievni hjá vøddunum og heil
anum. Tey eru tí neyðug, um tú ikki ynskir
at ganga allan dagin og vera »tung/ur í
høvd inum«.
Tú skalt tó ansa eftir, hvussu stórar nøgdir
av kolhydratum, tú etur. Stórar nøgdir
av kolhydratum (t.d. breyð, rís og pasta)
og tættar nøgdir av kolhydratum (t.d.
søtmeti) ávirka blóðsukrið ógvusliga. Tað
fellur tá skjótt aftur, og tað hevur við sær
svongd og hug til at eta aftur. Vel tí fyrst
og fremst tey »grovu« kolhydratini við
nógvum tægrum (fibur), íð hava longri tíð
um at sodna. Tey fylla og metta væl (t.d.
fullkornsvørur, grønmeti og frukt).
Feitt
Tá íð tú skalt lætna er tað eitt gott hugskot
at minka um feittinnihaldið í matinum. Feitt
inniheldur nógvar kaloriur, uttan at metta
so væl sum proteinir og kolhydratir. Tað
merkir ikki, at tú als ikki skalt eta feitt, av tí
at kropp urin hevur tørv á feitti fyri at virka
best møguligt.
Feitt er ikka bara feitt – Talan er um sunt
og ósunt feitt. Tað sunna er tað ómettaða
feittið, sum t.d. er í plantuoljum, feitum
fiski, avokado, oliven, nøtum og mandlum.
Sunt merkir í hesum sambandi, at hesi
feittevni ikki skaða í forhold til æðrakálking
og hjartasjúkir. Tað ger tað mettaða feittið
harafturímóti, íð er í animalskum matvørum
sum feitum kjøti og feitum mjólkarvørum.
Tað verður gjørt um til kolesterol (tað
ónda kolesterolið) og økir tí um vandan fyri
æðra kálking og hjartasjúkum.
Tað er týdningarmikið at minnast til, at øll
sløg av feitti fita, óansæð um tað er tað
sunna ómettaða feittið ella tað ósunna
ómett aða feittið. Tað er tí neyðugt, at tú
minkar um nøgdina.
heIlsU
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Samanset matin
á rættan hátt
síðan
Fyri at lætna á ein sunnan hátt, er tað ikki bert neyðugt,
at tú minkar um kaloriur nar. tann rætta fordeilingin av
proteinum, kolhydratum og Feitti í matinum hevur eisini
týdning, og er við til at gera tað lættari Fyri teg at lætna
samanumtikið
• Fordeilingin av proteinum,
kolhydratum og feitti hevur týdning,
tá íð tú skalt lætna
• Protein er tað føðsluevni, íð mettar
best, samstundis sum tað hevur eina
jaliga ávirkan á forbrenningina. Øk tí
um nøgdina av soltnum kjøti, flog-
fenaði, fiski og soltnum mjólkarvørum
• Vel matvørur, íð innihalda nógvar
tægrir (fibur), og tískil metta væl,
sum t.d. fullkornsvørur, grønmeti
og frukt
• Feitt er tað føðsluevni, íð mettar
minst og samstundis inniheldur flest
kaloriur. Tað er tí týdningarmikið at
minka um nøgdina av feitti, tá íð tú
skalt lætna
• Vel fyrst og fremst tey sunnu
feittevnini, íð millum annað eru í
feitum fiski, plantuoljum, avokado,
oliven, nøtum og mandlum
• Et proteinríkan, soltnan og grovan
kost og minka um feitt og sukur – So
ert tú væl áleiðis at lætna nøkur kilo
Jórun Klein, dietistur
Hvat eru n-3
og n-6 feittsýrur?
N-3 og n-6 feittsýrur eru fleir-ómettaðar
feittsýrur, íð eru lívsneyðugar.
Tú skalt hava tær í eini ávísari nøgd í
kostinum. N-3 fært tú ml.a. frá fiski og n-6
ml.a. frá plantuoljum. Feittsýrurnar eru við
til at fyribyrgja hjarta-æðra-sjúkum.
Tey flestu fáa ríkiligt av n-6 feittsýrum,
men ov lítið av n-3 feittsýrum. Tú kanst
fáa fleiri n-3 feittsýrur við at eta fisk og
fiskaviðskera fleiri ferðir um vikuna.
mynd: iSTock
Proteinríkur matur
hevur stóran týdning
tá tú skalt lætna