Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Samt Løgting og Samt Danmark Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo T að var áhugavert at síggja í vikuni sum fór, at eitt samt løgting stóð saman um uppskotið frá limunum í uttanlandsnevndin til samtyktar um at heita á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórn ina. Uppskotið snúði seg eis­ ini um at styrka altjóða virkis føri Føroya og at beina burtur ótil ætl­ aðar og óhepnar forðingar á uttan­ ríkispolitiska økinum. Tað hendir nú ikki so ofta, at løg­ tingið stendur saman um so eitt so álvarsamt mál ­ ikki minst tá talan er um mál av ríkisrættarligum slag. Men hetta gevur so landsstýrinum eitt gott mandat mótvegis donsku stjórnini. Tá grønlendska sjálvsstýrislógin fyri tveimum árum síðani var til ummælis í Føroyum vísti løgmaður á tær óhóskandi uttanríkispolitisku avmarkingarnar. Onkur vil tí spyrja, um uttanríkispolitiska heim ­ ilda r lógin yvir høvur átti at ver ið samtykt, tá hon longu er vorðin ov trong. Men her ber til at vísa á søguliga tilgongdina, sum alla tíðina hevur verið ­ eisini við heima stýris­ lógini, at vit hava víðkað karmarnar so hvørt, sum ynski hevur verið um tað. Um vikuskiftið var forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Helle Thorning­Schmidt á vitjan í Før­ oyum, og helt hon røðu á lands­ stevnun hjá brøðraflokkinum í Havn leygardagin. Fríggjakvøldið varð hon spurd í sjónvarpinum, hvørja støðu hon hevur í ríkis­ rættar liga spurninginum – og hon svaraði eins elegant sum allir for­ sætisráðharrar higartil hava svarað, at føroyingar sjálvir gera av, hvat vit vilja í ríkisrættarligum høpi, og at Danmark fer at virða tað. Hon segði, at hon sær ríkisfelagsskapin sum okkara felagsskap, og at henni dámar væl mentanarligu bondini millum londini, at henni dámar væl familjubondini, sum eru millum londini, men at ábyrgdin at nágreina, hvussu bondini skulu verða, er føroysk: Altso, at føroyingar sjálvir skulu gera av, hvørja støðu vit hava til ríkisfelagsskapin og til Dan ­ mark. Spurd hvat hon heldur um ta semjuna, sum gjørd er í stjórn­ arskipanarnevndini segði hon, at hon hevði stóra respekt fyri ynskinum hjá Føroyum í hes um arbeiði, men at vit í ríkis felags skap­ inum skulu hava »reinar linjur«. Danmark tosar við einari tungu, tá talan er um ríkisrættarligu støð ­ una. So er tað líka mikið, um for­ sætis ráðharrin er konserativur, vinstra maður ella ein javnaðarkona. Valla hevði nakar roknað við øðrum. Tá nú løgtingið somuleiðis tosar við einari tungu, so kann tað bara verða áhugavert at síggja, hvat fæst burturúr. Føroyingar avgera sjálvir støðuna til Danmark Øskan frá Eyjafjallajøkli órógvar ikki bara flog ferðsl­ una til og úr Før oyum í dag. Evropeiski flog ferðslu­ myndugleikin Eurocontrol sigur, at umleið 1.000 frá­ ferðir verða avlýstar í Evropa í dag orsdakað av øskuni. Tann størsta floghavnin í Evropa, Heathrow uttan fyri London, var stongd í nátt, og hin floghavnin har, Gatwick, var eisini stongd til klokkan átta í morgun. Tað elvdi til nógvar seinkingar víða um. Í Niðurlondum, Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Wales eru fleiri floghavnir framvegis stongdar, tí ov nógv øska er í luftini. Niðurlendsku myndug­ leikarnir siga, at Schiphol­ floghasvnin í Amsterdam letur ikki upp fyrr enn í fyrsta lagi klokkan eitt seinnapartin, og soleiðis er eisini við floghavnini í Rotterdam. arni@sosialurin.fo Øskan forðar 1.000 fráferðum í Evropa Føroyska songkvinna Anna Nygaard var í farnu viku millum teirra, sum vórðu boð in í fimm ára føðingardag hjá MTV Danmark. Kendir danskir tónleikarar – teirra mill um Rasmus Seebach, Bryan Rice, Alphabeat og mong onnur – vóru til veitsl­ una, sum varð hildin í Pakhus 11. Og tey vórðu øll avmyndað á reyða løparanum, sum tað sømir seg einari veitslu við kendum fólkum. Anna Nygaard, um júst hevur givið nýggjan sang út, er eftir sína luttøku í X Factor blivin so kend millum danir, at hon eisini verður boðin til veitslu fyri kendar tónleikarar. Í næstu viku kemur Ann Nygaard til Føroya at hava sínar fyrstu konsertir eftir luttøkuna í X Factor. eydun@sosialurin.fo Anna í MTV veitslu Mið­ økið er jú friðað... Sólvit SimonSen KjaK á Síðu 12 Trú­ skapur móti sær sjálvari fríðálvur jenSen KjaK á Síðu 12 Mynd: MSN Starlounge Eitur nú Javnaðar­ flokkurin Føroya Javnaðarflokkur hev ur skift navn til Javn­ aðarflokkurin., og javn­ støða skal vera á upp still­ ingarlistum. Leygardagin hevði flokk urin eykalandsstevnu. Umframt vitjanina hjá Helle Thorning­Schmidt var eittans punkt á skránni, lógarbroytingar. Høv uðs broytingarnar í lóg unum eru, at Føroya Javn aðarflokkurin hevur skift navn til bert at eita Javnaðarflokkurin, og at flokkurin skal hava stand­ andi valevnislistar, og at á endaliga valevnislistanum skal tað vera javnstøða ímillum kynini.