mánadagur 17. mai 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mai · Nr. 82
6
Sosialurin
Jan Müller
P/f Vónin er ein av størstu
framleiðarunum av nótum
og trolum til fiskivinnuna
í
Norðuratlantshavi
við
deildum í Grønlandi og Cana
da. Hesi seinnu árini hava tey
eisini framleitt alinótir og
eru nú byrjað at framleiða
ringar til alivinnuna. Í hesum
sambandi hevur Nomatek
ment útgerð úr rustfríum
stáli til at vaska nótir og til at
filtrera og sóttreinsa vatnið
frá vaskingini.
Søluátak í øðrum
londum
Vónin hevur nú avgjørt út
frá teirra royndum í Før
oyum at menna søluna á
út lendska
marknaðinum
av útgerð til alivinnuna.
Vónin og Nomatek hava í
hesum sambandi gjørt eitt
samarbeiði, har Vónin markn
aðarførir eina heildarloysn
við nótum, ringum, vaski
útgerð og útgerð til reinsing
av vaskivatni. Nomatek hev
ur staðið fyri sølutilfari við
3 D tekningum av ring um
og maskinum. Eisini hev ur
Nomatek gjørt ein film við
teldutøkni, har hyggjarin
ferðast
gjøg num
sjógvin
fram við hav botninum og
uppeftir
for toyn ings ket
unum og rundan um ring
arnar.
Canada og Skotland
Signar Poulsen, deildarleiðari
á alideildini hjá Vónini, sig
ur, at teir nú fara undir 1.
stig, og at tað er upplagt at
byrja í Canada, har Vónin
frammanundan hevur eina
deild, nevnd Vónin Cana da,
sum liggur í New Found
landi. Har arbeiða fast 8 fólk
umframt 45 fólk, tá tað er
sesong. Canada aldi í fjør
umleið 140.000 tons av laksi.
T.v.s. knapt 3 ferðir so nógv
sum Føroyar. Vónin luttekur á
eini alimessu í St. Johns í New
Foundlandi, Aqua culture 2010,
sum byrjar 16. mai. Síðani fara
tey til Skotlands. Skotland
aldi í fjør 120.000 tons av laksi.
Fyrst luttekur Vónin á messu
í Inverness, eisini nevnd
Aquaculture 2010, sum byrjar
20. mai. Síðani á Fishing
2010 í Glasgow, sum byrjar
22. mai. Fishing 2010 er bæði
ein fiskivinnu og alimessa.
Signar
Poulsen
hevur
stórar vónir um menning av
søluni, serliga nú teir saman
við Nomatek kunnu bjóða
heildar loysnir til alt innan
veiting og handfaring av
nótum til alivinnuna.
jan@sosialurin.fo
Vónin við aliútgerð á
útlendska marknaðin
útgerð Vónin og Nomatek hava gjørt avtalu um samarbeiði um útgerð til alivinnuna
Nótavaskiskipan frá Nomatek
Aliringar, nótir og fortoyningar frá Vónini
Ragnar Magnussen, stjóri á Nomatek og Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, hava skrivað undir samarbeiðssáttmála.
Vónin
hevur nú
av gjørt út
frá teirra
roynd um
í Føroyum
at menna
søluna á
útlendska
markn
aðinum av
útgerð til
alivinnuna.