Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 30 Sosialurin Lærari í støddfrøð Starv á Fróðskaparsetri Føroya Treytað av undirtøku millum lesandi fyri hesum linjulestrinum er eitt tíðaravmarkað1 hálvtíðar­ starv sum lærari í støddfrøði leyst at søkja á Fróð­ skaparsetri Føroya (Føroya Læraraskúla). Starvsøki: Lærarin skal undirvísa í støddfrøði í linjulestri fyri læraralesandi og fólkaskúlalærarum, sum taka linjulestur í støddfrøði sum eftirútbúgving. Starvið ber í sær undirvísing, vegleiðing og eftirmeting. Førleikakrøv: Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella masterútbúgving í støddfrøði og innlit í og áhuga fyri undirvísing í støddfrøði í fólkaskúlanum. Tað er umráðandi, at viðkomandi sýnir hug og vilja til framhaldandi menning eisini sum granskari. Umsøkjarar, sum hava royndir við undirvísing og vegleiðing, og tey, sum hava granskingarroyndir, hava fyrimun. Umsókn: Umsóknarfreistin er 31. mai 2010. Starvið verður sett 1. juli 2010. Starvið gongur út 30. juni 2011 og kann møguliga endurnýggjast eitt lestrarár í senn. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkis- felag. Umsóknir saman við avriti av próvskjølum, CV og arbeiðsroyndum skulu sendast Fróðskaparsetrinum. Við umsóknunum skal eisini fylgja eitt yvirlit yvir møguliga gransking og avrit av granskingaravrikum í trimum eintøkum. Ein metingarnevnd verður sett at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo ella rektaran á Lærara- skúlanum, Jóannes Hansen joannes@flsk.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. Umsóknir skulu sendast til: Fróðskaparsetur Føroya J.C. Svabos gøtu 14, Postrúm 272, FO-110 Tórshavn FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo 1) Fróðskaparsetur Føroya er í løtuni í einari tilgongd, sum møguliga vil føra til broytingar í bygnaðinum. Starvið verður tí í fyrsta umfari sett sum eitt tíðaravmarkað starv. Undirvísingarleiðari Starv á Fróðskaparsetri Føroya Tíðaravmarkað starv1 sum undirvísingarleiðari er leyst at søkja á Fróðskaparsetri Føroya (Føroya Læraraskúla). Starvsøki: Undirvísingarleiðarin skal hava fakligt eftirlit við og dagligu umsitingina av lærara- og pedagog- útbúgvingunum, umframt undirvísingarskyldu. Eis- ini skal viðkomandi verða við til at menna tey nýggju útbúgvingarøkini, sum verða uppbygd komandi árini. Undirvísingarleiðarin skal hava gott innlit í norður- lendskar og altjóða útbúgvingar og tryggja, at útbúgvingarnar lúka hægsta altjóða støði. Førleikakrøv: Umsøkjarar skulu minst hava kandidat- ella master- útbúgving á námsfrøði og/ella almennum didak- tikki, umframt fyrisitingarligar royndir. Tað er um- ráðandi, at viðkomandi sýnir hug og vilja til framhaldandi menning eisini sum granskari. Umsøkjarar, sum hava royndir við undirvísing og vegleiðing, og tey, sum hava granskingarroyndir, hava fyrimun. Umsókn: Umsóknarfreistin er 31. mai 2010. Starvið verður sett 1. august 2010 og gongur út 30. juni 2011. Løn og starvstreytir eru sambært sátt- mála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir saman við avriti av próvskjølum, CV og arbeiðsroyndum skulu sendast Fróðskaparsetri- num. Við umsóknunum skal eisini fylgja eitt yvirlit yvir møguliga gransking og avrit av granskingar- avrikum í trimum eintøkum. Ein metingarnevnd verður sett at meta um før- leikarnar hjá umsøkjarunum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo ella rektaran á Lærara- skúlanum, Jóannes Hansen joannes@flsk.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. Umsóknir skulu sendast til: Fróðskaparsetur Føroya J.C. Svabos gøtu 14, Postrúm 272, FO-110 Tórshavn FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo 1) Fróðskaparsetur Føroya er í løtuni í einari tilgongd, sum møguliga vil føra til broytingar í bygnaðinum. Starvið verður tí í fyrsta umfari sett sum eitt tíðaravmarkað starv. KvívíKar Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til nýggja Dagstovnin í Kvívík Til vøggustovu, barnagarð og fríðtíðarstovu verður søkt eftir námsfrøðingum. Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett. Meira fæst at vita um størvini á heimasíðu okkara www.kvivik.fo Kvívíkar kommuna Víkarvegur 4 · FO-340 Kvívík · www.kvivik.fo www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · tel. 227 000 Young Profi Plus Sera lættur og tryggur. Til 0-13 kg. Verður festir við Isofix-skipan ella í trygdarbeltið. Young Sport Til 9-36 kg. Kann brúkast til børn frá 9 mðr. til 12 ár. Monza – við Isofix Lættur at festa í trygdar- beltið. Til 15-36 kg. kr. 1.880,- Young Profi kr. 2.380,- Monza kr. 2.590,- Young Sport – hugsa um tey smáu