Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 36 Sosialurin Leo Poulsen Jú, eg eri væl nøgdur við konsertina, eg haldi hon spældi hampiliga væl av. Tað sigur Trúgvi Strøm, ið var ein av fyri skiparunum til konsertina, »Salt í sárið«. Teir høvdu vónað betri veður, men soleiðis skuldi ikki vera. Tað var fitt av vindi, og tað gav trupul­ leikar at seta tjand upp. Regnið gjørdi eisini, at vit máttu ansa eftir, at ljóðførini ikki gjørdust vát, tá konsertin byrjaði, sig­ ur Trúgvi Strøm. Tað var ikki liðugt uppgjørt, tá Rás2 tosaði við Trúgva Strøm í morgun, men hann kundi so staðfesta, at 1500 atgongu­ merki eru seld. Alt í sambandi við konsertina var sjálv­ boðið arbeiði. Men hvat nú hendir er upp til nevndina fyri Saltsiloina, sum er sett. Tað verður upp til hana, hvat víðari hendir, sig ur Trúgvi Strøm. Spurdur um nær vit kunnu vænta at sígg ja nýggja konserthúsið stendur liðugt, sig ur Trúgvi Strøm: Persónliga vóni og vænti eg einaferð inn an fyri fimm ár, kanska fimm til tíggju ár. leo@sosialurin.fo Vóna konserthús innan 5 ár Burtursæð frá óhappinum tá ein steinur datt undan loftinum, spældi tað heila væl av í Saltsiloini, tó at veðrið kundi verið nakað frægari Leo Poulsen Men hvussu kundi tað so bera til, at ein steinur loysnaði undan lofti num mitt undir konsertini? - Vit høvdu kannað høllina væl og virðiliga. Brandmenn vóru inni við kraftigum brandslangum og spulaðu alt, eisini boðarnar. Teir skav aðu somuleiðis allastaðni, men har hevur so verið ein lítil partur, sum hevur sitið eft ir, sigur Ólavur Rasmussen, høvuðs- fyr ireikari av konsertini Salt í sárið. Trupulleikin var við teimum trim um gomlu boðunum, og tað var eisini undan einum av hesum, at steinurin datt. - Fólk stóðu tíbetur ikki júst har, sum steinurin datt, tó at onk ur var rættiliga nær. Saman við trygd arfólkunum varð støða tikin til at halda fram við konsertini, og væl varð syrgt fyri, at eingi fólk vóru nærhendis gomlu boðunum. Har til valdu vit at dempa bassin, sig ur Ólavur Rasmussen. Hann sigur, at talan jú er um eina gamla ruin, sum teir kortini kenna út og inn. - Hesir boðarnir eru jú gamlir og hava ligið undirdýktir í fugla- lorti í áratíggju, so talan er sjálv- andi um eina øgiliga korro sjón, og tá bassurin so hevur róm að, er eitthvørt hent, sigur Ólavur Ras mussen. Hann er kortini fegin um, at tað hóast alt spældi so væl av. - Um tað ringasta hendi, fekk tað fylgjur, ikki bert fyri við- komandi, men fyri okkum øll, sig ur Ólavur Rasmussen. leo@sosialurin.fo SALT Í SÁRIÐ Tað mundi hent tann heilt stóri skaðin, tá ein steinur undir konsertini datt undan loftinum og endaði nærhendis einari kvinnu Mundi endað galið