Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 18 Sosialurin Kjak Føroya landsstýri og løg­ ting sins fíggjarnevnd eru í álvarsligum trupulleikum. Fóta festið er farið at rilla. Fíggjarlógin hongur ikki saman. Útreiðslurnar eru nógv størri enn inntøkurnar, og at repa seglini tykist nærum ógjørligt. Ikki slepst undan stórum lántøkum. Hvussu og nær er hetta óskilið so komið? Hvussu er tað uppstaðið? Tað hevur ligið í moldini. Skulu vit finna ein ávísan dag, so má tað vera 1. januar 2002. Tá varð sett niður. Og nú fruktin er komin upp undan, er hon ikki dámlig. Svartaspilla í veltuni. Í 1998 fingu vit eitt nýtt landsstýri. Tað virkaði alt val skeiðið 1998­2001. Áðrenn tað legði frá sær, hevði tað tryggjað sær, at blokkurin, landskassans ríkisstuðul, skuldi lækkast tann 1. januar 2002 við 366 milliónum og restblokkurin niðurbindast uttan mun til dýrtíð og ann­ að, ið natúrliga ávirkar tey málsøki, sum blokkurin var oyramerktur til, nevniliga heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið. Tað hevur almennan áhuga at vita, hvussu væl/vánaliga loysingarlandsstýrið um sat landskassan, skatta borg ar ans pening, í 1998­2001. Í tíðarskeiðinum 1998­2001 hevði landskassin samanlagt 3 milliardir í rakstraravlopi og í sama tíðarskeiði 3,7 milli ardir í ríkisstuðuli, sum var oyramerktur til heilsu­ verkið, almannaverkið og skúlaverkið: fólkaskúlin, pri­ vatir skúlar, læraraskúlin, hand ilsskúlin, tekniski skúlin, skúlaheim, maskinskúlin, serstøk frítíðarundirvísing, út búgvingarstyrkur v. m. Hetta sama tíðarskeiðið øktust landskassans rakstrar­ útreiðslur úr 1,4 milliardum til 2,3 milliardir, ella við 64%. Í 2000 kunngjørdi Føroya landsstýri Føroya fólki, at av ríkiskassablokkinum varð ein stív helvt ikki brúkt av tí føroyska samfelagnum, og at í ár 2000 ”verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verð ur fyri afturgongd.” Í 2002 byrjaði tað nýggja landsstýrið í somu sporum, sum undanfarna hevði sett eftir seg, men við nýggjum sam gonguskjali. Tað gekk ikki long tíð, gott og væl eitt ár, áðrenn samgongan slitn­ aði við einum braki. Um tað nú veruliga var ein lykil í einari innhurð ella kanska serforsorgin í Føroyum, ið var orsøkin til politiska ruðuleikan úti í Tinganesi, er ongantíð komið fram í ljósið. Í samgonguskjalinum var nevniliga semja um at lækka ríkiskassastuðulin (blokkin) við teimum 117 milliónunum, sum eru oyramerktar til ser­ forsorgina, t.v.s. and veika­ forsorg, ellis­ og røktarheim, eksternforsorg v.m. Hesum milliónunum ætlaði tað nýggja landsstýrið at beina fyri, á sama hátt sum undan­ farna landsstýri beindi fyri 366 milliónum umframt at niðurbinda restina av blokk­ in um. Mundi nakar hava fing­ ið kaldar føtur av ætl an ini við serforsorgini? Um so er, hevði tað hóast alt ver ið ein glotti í myrkrinum. Men vit eru nógv, sum áhald andi spyrja: Hví tóku tit stig til at tveita milliardir av almennum peningi burt ur? Hví framdu tit hasa skarns­ gerð móti Føroya fólki at drena milliardir úr lands kass anum? Einki svar. Sum í grøvini. Ikki eitt pipp. Tit duga annars at tosa tykkara søk; larmandi sum tómar tunn ur. Landsstýrið, sum í 2000 kunngjørdi Føroya fólki, at tveir triðingar av tí danska blokkinum skuldi sam an spar­ ast til nýtslu, um »bú skapurin verður fyri aftur gongd«, gav árið eftir beint fyri jól donsku stjórnini boð um, at blokk urin skuldi minkast við 366 milliónum tann 1. januar 2002, og at restblokkurin skuldi nið ur bindast sama dag. Hetta varð so tann upp­ spar ingin, sum landsstýrið hevði kunn gjørt Føroya fólki. Hig ar til hevur hetta kostað lands kass anum meira enn 3 milli ardir, ella tað sama sum: ein undirsjóvartunnil, alternativan flogvøll, ein sterk an íleggingargrunn til privatar íleggjarar, gransk­ ingar grunn, dagføring av teim­ um bleytu virðunum, nýggjan studentaskúla v.m. Alt hetta hevði landskassin verið førur fyri at fíggjað, og nógv av tí hevði kanska longu verið gjørt og goldið uttan lántøku, og »arbeiði til allar hendur« hevði kanska ikki verið ein býur í Russ landi, um tey omanfyri nevndu málsøki høvdu fingið ta lóg bundnu fíggingina úr blokk inum, sum landsstýri ð lækk aði og bant fyri 1. januar 2002.– Gone with the wind. Tað ørar. Í 2000 vendi Før oya landsstýri sær til alt Føroya fólk úti og heima við einum bóklingi, har týð­ andi spurningar viðvíkj andi samfelagsligum og per són­ ligum áhugamálum vórðu »skornir út í papp«, millum annað hvussu tveir triðingar av ríkiskassablokkinum skuldu samansparast. Tað, og eitt nú tað, ið skrivað varð um Ríkis hospi talið, er heila spuni við ongum støði í sann leik­ anum, altso beinleiðis ósatt. Tað er ræðandi, at slíkt kann koma frá okkara hægsta politiska myndugleika, okk ara stjórn, sum við hesum vanvirdi trúvirðið og fekk tann mentala tryggleikan at rilla. Hetta er ósømiligt. Primitivt. Í tíðarskeiðinum 2002­ 2005 hevði landskassin sam­ anlagt 801 milliónir í rakst­ raravlopi, ella umleið 70% minni enn í undanfarna 4­ára skeiði, og 2.5 milliardir í blokkstuðli, ella 32% minni enn í undanfarna 4­ára skeiði. Í hesum sama tíðarskeiði økt­ ust landskassans rakstrar­ útreiðslur úr 2.3 milliardum til 2.7 milliardir, ella við 22%. Tað skal viðmerkjast, at ruðuleikin undanfarnu ár innibar, at løgtingið í 2004 noyddist at útvega landskassanum pening við øktum avgjøldum. Hesin sami landskassin sum í árunum 1993­2001 hevði konsoliderað seg fra at vera trotabúgv til at vera gullrandaður. Og nú í dag er tað so galið, at landsins politikarar onkursvegna mugu útvega landskassanum eina knappa milliard við lántøku, um hann skal hóra undan. Í mong ár eru føroyingar áhaldandi ávirkaðir og merktir av politiskari loys ­ ing ar øsing (fíggj að við skatta ­ borg ar ans pen ingi) við ósann­ indum og við villleiðingum um landskassan og hansara viðurskifti mótvegis ríkis kass­ anum. Hetta hevur órógv að og skelkað mong fólk í teirra dagliga lívi. At seta knívin í sjálva mønuna er ikki lukkuligt, so­ leiðis sum gjørt varð í 2002. Eyðmýkjandi er tað nú at síggja og hoyra, hvussu landsins kosnu kvinnur og menn aðra hvørja løtu boða frá, at tey royna at finna pening til okkara skúlar og heilsuverk og almannaverk. Tey tykjast leita og jonglera millum játtan og konti og grunnar. Og nú fara tey kanska eisini at leita eftir peningi til veðurtænastuna frá DMI. Sanniliga, tað er eyðmýkjandi fyri okkum, sum í hesum landi búgva. Og verri enn alt: hetta er sjálv gjørt. – Nei, ikki av Marsonnu og Palleba. Av fólki, sum er valt at umsita og ansa eftir almennum peningi. Demokratiskur lands poli­ tikkur, ið verður skúgvaður til viks av nationalistiskum flokspolitikki merktur av intoleransu og lítlari um­ hugs an, er um okkara leiðir langt síðan farin í søguna. Tað áttu vit at tikið til eftirtektar. Í sjálvum sær er einki ilt í kenslubornum politikki, ið vanliga hoyrir ungum fólki til. Tvørturímóti. Vit kunnu kanska kalla slíkt teenageara­ sturm­und­drang­rembing. Men verða hesar rembingar misbrúktar, kann tað órógva konstruktivan politikk til óbótaligan skaði fyri land og fólk. Nýtt landsstýri við nýggj um samgonguskjali varð veru leiki 2008. Men tað kann ikki hava verið sum at siga tað. Alt var niðurundirkomið: Landskassin í andaneyð, svarta spilla í veltuni, sjálv ur hugburðurin til okk ara samfelagspolitikk og sam felagsfyrisiting av skepl­ aður. At lúka akur og veltu í órøkt krevur nógv arbeiði og tol og tíð. ES.: Tøl og procent eru fing­ in úr landskassans árs rokn­ skapum. Heri Mohr Landskassin Óluva Zachariasen redaktiónsleiðari Viðmerking til tíðindi um Atlantis Til Jógvan Skorheim Formann í stýrinum fyri Atlantis Bakgrundin fyri innslag n­ um var hendan: 1. mars í ár skrivar Klaks­ víkar Kommuna undir leigu sáttmála við tveir privat menn, sum skulu reka Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík. Í miðlunum boð aði tú frá, at privata útleiganin varð gjørd fyri at spara kommununi 200.000 kr í árligum rakstri. (Ein upphædd, sum nú ljóðar upp á 300.000 kr sambært tínum skrivi) Høvuðstreytin í leigu­ sátt málanum er, at Ment­ anar húsið Atlantis fram­ yvir skal rekast sum bio grafur. Í sáttmálanum stend ur enntá, at tað ikki má ávirka biografin nega tivt, um onnur tiltøk skulu hýsast í Atlantis. Við leigu avtaluni er biografur sostatt vorðin grundarlagið undir øllum virksemi í Mentanarhúsinum Atlantis yvirhøvur. Nú hevur hetta bio­ graf virksemið so eina eykaútreiðslu við sær upp á eina millión krónur, um biografurin skal halda fram – ein útreiðsla, sum kommunan ikki sleppur undan at gjalda uttan at bróta tann sáttmála, sum skuldi spara kommununi fyri rakstrarútreiðslur. Tí er tað eftir okkara tykki framvegis rætt at siga, at »tað, sum byrjaði sum ein spariætlan, kann vísa seg at gerast ein dýr loysn fyri Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík«, sum tað varð sagt í innslagnum. Tað kann væl vera, sum tú vísir á í brævinum, at Klaksvíkar kommuna um 10 ár hevur spart tríggj­ ar milliónir krónur við at leiga Atlantis út til privat­ fólk at reka. Men tann spar ingin kostar also komm ununi eina millión krónur – ella ein triðing av spardu upphæddini, tí kommunan hevur bundið seg og leigararnar til at reka biograf í húsinum. Og tað má, alt annað líka, kallast ein »dýr loysn«. Til tína viðmerking er annars at siga, at vit gjørdu eitt aktuelt tíðindainnslag um eina óvæntaða, akutta eykaútreiðslu til Ment­ anarhúsið Atlantis – og ikki eitt innslag, sum skuldi spáa um, hvussu fíggjarstøðan hjá Atlantis møguliga sær út um 10 ár. Vit harmast sjálvandi um, at tú heldur, at málið um Atlantis ikki er lýst á rættan hátt í tíðindasendingini í útvarpinum. Tann spar ingin kostar also komm ununi eina millión krónur – ella ein triðing av spardu upphæddini.