Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 46 Sosialurin Leo Poulsen - Tað er rætt, at vit skriva vinnu brøv út, sum bert eru gald andi í Føroyum, men øll vinnu brøv verða skrivað út eftir nágreiniligum reglum og kunngerðum. Tað sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Hann sigur, at tá nýggja lóg in um kaving kom í gildi í 2007 kom eisini ein kunngerð um, at allarflestu av minstu vinnu brøv unum, tey ið geva loyvi niður á 12 metrar, falla burt ur innan eitt fimm ára tíðar skeið. - Eg vil siga, at undan 2007 vóru krøvini til út búgv- ing ina sum kavari ógvu liga smá, men við broyt ing- ini í lógini varð stramm að munandi upp. Við kunn- gerð ini, sum kom í 2009, mistu teir báðir táverandi kavara skúlarnir, Vaktar- og Bjargingartænastan og Før- oya Kavaraskúli, sína góð- kenn ing, sigur Karl Joensen. Hann heldur ikki, at nakað er galið við nýggja skúla num, sum hevur fingið góð kenn ing. - Eg haldi, at kavaraskúlin í Klaksvík er fult út skikk að- ur til sítt virksemi. Sjálvandi, kann nakað annað prógvast, er støðan jú ein onnur, sigur Karl Joensen. Hann vísir annars á, at tað ikki er Arbeiðseftirlitið sum so, men ein trímananevnd, sum stendur fyri øll um góðkenningum á kavara- økinum. Hann vísir eisini aftur, at Arbeiðseftirlitið ikki skal hava verið at tosa við, tá vinnu kav arar hava gjørt vart við seg. - Vit hava hildið fundir við teir eins og við øll onnur, sum heita á okkum, sigur Karl Joen sen. Viðvíkjandi útbúgvingini hjá sløkkiliðsmonnunum hjá Tórs havnar kommunu sigur hann, at tann útbúgvingin var góðkend av danska Sø- farts styrelsen, og at føroyska arbeiðs eftirlitið ikki hevur nakra orsøk at ivast í slíkari góð kenning. - Men skal nakað broytast má tað verða umvegis politisk an viljan. Vit umsita bara tær lógir og kunngerðir, sum eru, sigur Karl Joensen. Stjórin á Ar beiðs eftir liti- num leggur stóran dent á, at tann útbúgvingin, sum fæst í Føroyum, bert umfatar tey sonevndu B-vinnubrøvini, og ikki tey nógv meiri um- fat andi A-vinnubrøvini. - So eg meti tað vera fult for s var ligt, tað sum vit gera, sig ur Karl Joensen. Hann viðgongur tó, at teir ikki hava orku til at kanna, um kavarar halda seg til tey loyv ir teir hava. - Vit hava gjørt onkrar kann ingar, tó ikki við ali- ring ar. Eg kenni heldur einki ítøki ligt dømi, har kavarar ikki halda seg til síni loyvir, sigur Karl Joensen, stjóri á Ar beiðs eftirlitinum. leo@sosialurin.fo Avvísir kitikk Vit hava greiðar reglur og kunngerðir at ganga eftir, og tað halda vit okkum til, sigu stjórin á Arbeiðseftirlitinum, Karl Joensen